Hetta skrivar Søfart sambært Ritzau. Tá verða tær fyrstu sjey vikurnar í ár sammettar við tær sjey fyrstu vikurnar í fjør innan innrásina í Ukraina. Umframt Nord Stream leiðingina varð gass eisini flutt gjøgnum Yamal leiðingina, sum gongur gjøgnum Póland. Har er eisini stongt fyri gassveitingini.
Gassið úr Russlandi er vorðið avloyst av gassi úr øðrum pørtum av heiminum eitt nú Norra, USA, Nigeria og Qatar. Um somu tíð hava londini í Evropa eisini megnað at økja um sínar egnu gassgoymslur. Orsakað av tí lýggja vetrinum er nógv gass framvegis í hesum alneyðugu goymslunum stendur at lesa í eini greining frá Dansk Industry.
-Tað er gleðiligt, at tað hevur eydnast at økja um innflutningin úr øðrum londum enn Russlandi. Men vit mugu eisini viðganga, at hetta er komið fyri ein sera høgan prís, sigur greinarin hjá tankasmiðjuni Europa, Anders Overvad.
Men hann vísir á, at avleiðingarnar av gassstríðnum við Russland eru ikki av enn. M.a. kunnu vit rokna við einum kaldari vetri og harvið tørvi á meira gassi. Ikki er tí vist, at vit vera eins heppin komandi vetur sum nú.
Heldur ikki skulu vit gloyma, at Evropa fekk eina hjálpandi hond frá Kina, sum stongdi landið vegna korona, og hevði harvið ikki sama tørv á at innflyta gass sum áðrenn.
Og framhaldandi innflytur Evropa gass úr Russlandi. Fer tað at gerast truplari hjá Evropa at fáa gass í hesum árinum er vandi fyri, at Russland heilt fer at steðga restini av gassveitingunum til Evropa sigur hann.
Tí heldur hann, at tað væl kann henda, at Evropa aftur í ár fer at vera í eini truplari støðu, hvat gassveitingini viðvíkur.
-Vit hava vunnið ein barda í orkukrígnum móti Russlandi. Men kríggið stendur við og kann væl koma at vara í fleiri ár aftrat sigur Overvad.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald