Innanlands

Kann gasstørvurin í Evropa gera Føroyar áhugaverdar?

Oljufeløg hava fyrr rakt við gass í føroysku undirgrundini. Kann stóri eftirspurningurin eftir gassi í Evropa, heldur enn frá  Russlandi, fara at varpa ljós á aftur møguleikar at finna bæði gass og olju við Føroyar?

Anne Marie brunnurin vestan fyri markið vísti nógv gass, tá oljufeløgini gjørdu av at gevast við boringini, tí fleiri pengar vórðu ikki settir av til at halda fram. Hann liggur tætt við bæði olju- og gassfund, sum eru gjørd bretsku megin markið, eitt nú Cambo, Tornado, Rosebank og Laggan Tormore.

Anne Marie brunnurin vestan fyri markið vísti nógv gass, tá oljufeløgini gjørdu av at gevast við boringini, tí fleiri pengar vórðu ikki settir av til at halda fram. Hann liggur tætt við bæði olju- og gassfund, sum eru gjørd bretsku megin markið, eitt nú Cambo, Tornado, Rosebank og Laggan Tormore.

2022-02-12 15:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Greining. Spurningurin um týdningin gass hevur og fer at hava fyri eitt nú búskapin í Vesturheiminum,  hevur nú í eina tíð staðið ovast á breddanum í fleiri  ES londum, sum av álvara eru farin at bera ótta fyri, hvat fer at henda, um londini verða enn meira bundin at gassi úr Russlandi. Framstandandi leiðarar í Vesturheiminum og nú seinast leiðslan í ES við Ursula van der Leyen á odda hava gjørt vart við álvarsligu støðuna, sum londini kunnu koma í, um Russland sleppur at brúka gass sum vápn í geopolitiskum støðum.

So seint sum mánadagin gjørdi hon vart við, at ES hevur tikið upp samráðingar við bæði Norra og USA um at fáa atgongd til meira gass í framtíðini. Um somu tíð, sum hetta hendir, eru vit vitni til, at ES nevndin hevur lagt uppskot fram um at góðkenna eitt nú gass sum grøna orku tó undir ávísum fortreytum.

Uttan mun til hvat hendir í Ukraina, so hevur støðan har skapt eina slíka røring og óvissu, at ES og eisini onnur lond uttan fyri felagsskapin fara at gera tað tey eru ment fyri komandi árini at gera seg minni bundin ella tengd at russiskum gassi.

Vit hava so eisini sæð, at tørvurin á gassi, ikki minst nú lond stongja kjarnorku- og kolaorkuverk, bara veksur. Hóast varandi orkan veksur, so ganga mong ár, áðrenn hon í nóg stóran mun megnar at avloysa aðrar orkukeldur.

Útmeldingarnar frá ES nevndini fara tí uttan iva at økja um íløgur í bæði leiting eftir og útbyggingar av gassleiðum í Evropa og her ikki minst í Norðsjónum og á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar.

Vit hava eisini longu hoyrt stjóran í heimsins størsta orkufelag Shell úttalað, at felagið ætlar at savna seg um møguleikarnar fyri at økja um gassframleiðsluna í Norðsjónum og nærhendis.

Fyri Føroyar, sum síðani ár 2000 hava havt hurðarnar opnar fyri olju- og gassleiting, kann núverandi gongdin við tørvinum á gassi møguliga koma at hava týdning, og ein kann seta spurningin:  Kann  vaksandi  gasstørvurin í Evropa fáa nýtt lív í aftur føroyska leiting?

Verður tað framhaldandi gongdin, at gass fer at fáa størri og størri raðfesting og haraftrat fær grøna stempulið frá ES, sum okkurt hendir á, so er lítið at ivast í, at henda gongdin fer eisini  at fevna um okkara leiðir á Atlantsmótinum, sum er økið eystan fyri Føroyar. Har er longu nógv gass  funnið, og her finst í dag størsta gassframleiðslan í bretskum øki longu. Og so stingur spurningurin seg upp, um tað kann koma at fáa týdning fyri framtíðar leiting við Føroyar eisini.

[object Object] 

Anne Marie brunnurin (L006) liggur tætt við markið, har tað eru gjørd fleiri stór olju- og gassfund á bretska landgrunninum. Eitt nú Cambo, Tornado, Rosebank og Laggan Tormore. Tað eru bæði oljufeløg og seismikkfeløg, sum halda, at møguleiki er fyri bæði olju- og gassgoymslum í undirgrundini báðumegin markið. Nú Vesturheimurin ynskir at gerast minni bundin at russiskum gassi, kann tað hugsast, at íleggjarar við verandi høgu orkuprísum fara at venda eyguni móti økinum millum Føroyar og Hetland. Um sama mundið mælir bretska stjórnin til at gera fleiri íløgur í gassleiting og útbyggingar bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum te. eystan fyri Føroyar.

Lív í aftur Anne Marie brunnin?

Lat okkum fara nøkur ár aftur í tíðina, tá fyrstu brunnarnir vórðu boraðir við Føroyar. Tað er ein sannroynd, at í fleiri av boringunum við Føroyar, varð  eisini rakt við gass. Og her ikki minst, tá fleiri oljufeløg fóru undir at bora eitt av leitimiðjunum, nevnt Anne Marie, sum liggur nær markinum, har bæði olja og gass eru funnin síðani.

Tá feløgini góvust at bora henda ávísa brunnin, tí fleiri pengar vórðu ikki settir av at fara longur niður við boringini, varð rakt við stórar nøgdir av gassi. Tí eru framvegis ábendingar ella gitingar um, at her finnast goymslur við gassi í føroysku undirgrundini. Anne Marie  brunnurin varð so frágingin og typtur og meira hendi ikki. Spurningurin um ein stóra gassgoymslu í undirgrundini varð ongantíð svaraður. Tá í tíðini var gass kanska heldur ikki so áhugavert fyri oljufeløgini. Í dag er hetta fullkomiliga broytt.

Nú gassprísurin er farin til himmals, og nú ES møguliga fer at góðkenna gass sum grøna orku - og nú Evropa um somu tíð skríggjar eftir gassi -  kann tað møguliga  hugsast, at tað vera orkufeløg, sum av nýggjum fara at geva føroyska økinum ans, havandi stórar gassgoymslur í undirgrundini í huga. Nú ES og Vesturheimurin royna at gera seg minni bundin at russiskum gassi, so er hugsandi, at eyguni fara at verða vend móti økjum í eitt nú Norðsjónum og vestan fyri Hetland ella eystan fyri Føroyar, har møguleikar eru fyri at finna enn meira gass í undirgrundini. Í dag innflyta ES lond umleið 40% av síni orkunýtslu úr Russlandi. Og eftirspurningurin eftir gassi fer ikki at minka sum frálíður, heldur tvørturímóti.

Nógv bendir tí á, at gass fer at fáa nógv størri týdning í orkuveitingini, og harvið kann m.a.  føroyska undirgrundin aftur  koma í fokus – í hvussu er í størri mun enn higartil.   

Tað hevur ljóðað, at útlendskt oljufelag undir eini av seinastu útbjóðingunum, skal hava víst  áhuga fyri økinum, har Anne Marie leiðin finst. At gass nú bráddliga tykist fyri ein part at kunna  “loysa av” oljuna og kemur at gera tað í enn størri mun, ikki minst um ES felagsskapurin við sínum 27 limalondum fer at góðkenna gass sum grøna orku, kann sum frálíður av álvara vera við til at lata upp hurðarnar til føroyska økið. Í løtuni stendur tað orkufeløgum frítt at søkja um leitiloyvi undir verandi “Open Door” skipan. Gasshungurin kann gera økið uppaftur meira áhugavert.

[object Object]

Økið innan fyri svørtu strikurnar og ta reyðu, sum er markið, er í løtuni tøkt til olju- og gassleiting við Føroyar (Open Door).  Meðan hundraðtals brunnar eru boraðir bretsku megin markið, og fleiri olju- og gassfund gjørd heilt tætt upp at markinum, eru brunnarnir á føroyska landgrunninum at meta sum ein dropi í havinum, 9 íalt, og flestu teirra mettir ikki at vera komnir nóg djúpt í undirgrundina. Ein teirra er Anne Marie, sum vit síggja skamt frá markinum og nær við stóru olju- og gasskeldunum Cambo og Rosebank. Bæði eystan fyri og sunnan fyri hesar finna vit mest týðandi olju- og gassframleiðslurnar í Bretlandi, nevniliga, Foinaven, Schiehallion, Clair og Laggan Tormore. 


Vert er so eisini at hava í huga, at boringar og kanningar í økinum eystan fyri føroyska markið longu hava staðfest, at her goymir seg bæði olja og gass.

Franska orkufelagið TotalEnergies fór nøkur ár herfyri undir eina risastóra útbygging av gassleiðum miðskeiðis millum Hetland og Føroyar og  hevur í løtuni eina nýggja gassleið miðskeiðis millum markið og Hetland á tekniborðinum. Tað er eitt stórt fund, Glendronach nevnt, sum varð funnið í 2018. Henda nýggja gassleiðin liggur tætt við verandi framleiðslu, Laggan Tormore gassleiðina, og tí kann hon skjótt útbyggjast og bindast í verandi rørleiðingsskipan.

[object Object]

Her eru vit miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Franska Total og onnur feløg arbeiða við at útbyggja nýggjar gassleiðir og binda tær í verandi undirtøðukervi. Glendronach er ein av hesum keldunum, Victory er ein onnur. Og so eru stórar vónir til gassleiðina Benriach. Longur vestari móti markinum verður nú tosað um at útbyggja Cambo og Rosebank, sum eisini goyma nógv gass. 

[object Object]

Nú um dagarnar keypti íløgufelagið Kistos Energy 20% av gassognunum hjá TotalEnergies eystan fyri Føroyar, og í fjør legði orkufelagið Corrallian inn umsókn at útbyggja eina ta elstu gasskelduna vestan fyri Hetland, Victory nevnd. Alt hetta eru ábendingar um, at nógv gass finst í okkara grannalag, og at bæði orku- og íløgufeløg eru fús til at fara undir útbyggingar. Hesi eru so aftur við til at varðveita og menna tann so týðandi infrastrukturin í øllum økinum eystan fyri Føroyar. Og øll henda gongdin kann vera við til at varpa ljós á Føroyaøkið eisini.

[object Object]

Ein hin størsta framleiðslan av gassi til bretska marknaðinum finst í dag á Atlantsmótinum, tvs. millum Hetland og føroyska markið. Gassið frá fleiri leiðum verður flutt til gassverksmiðjuna í Sullom Voe í Hetlandi. Verður føroyskt gass veruleiki kann tað møguliga verða flutt gjøgnum somu rørleiðingar til Hetlands.

[object Object]


Taka vit so og varpa ljós á olju- og gassfundini, sum eru gjørd heilt tætt við føroyska markið, so er greitt, at eisini her  kann koma røringur í, nú gass er vorðið og helst fer at verða enn meira eftirspurt.

Cambo og aðrar leiðir við markið

Fleiri olju- og gassleiðir eru funnar eystan fyri føroyska markið og liggur longu í kortunum at útbyggja hesar. Onkrar teirra eru gassleiðir burturav, meðan aðrar goyma bæði gass og olju.

Hesar eru eitt nú Cambo, Rosebank, Suilven og Tornado.

[object Object]

Her fáa vit eina betri heildamynd av økinum eystan fyri Føroyar við sínum nógva olju- og gassvirksemi. Nú verður so bíðað eftir fleiri nýggjum útbyggingum sum Cambo, Rosebank, Glendronach og Victory umframt stóru útbyggingini av Clair South á risastóru Clair kelduni.

[object Object]


Cambo, sum liggur einans seks kilometrar frá  føroyska markinum, goymir bæði olju og gass. Herfyri lótu Siccar Point og Shell inn umsókn til at byggja hesa leiðina út.  Tá viðgerðin av umsóknini kom í drag, og umhvørvisfelagsskapir fóru undir eina kampanju  fyri at steðga útbyggingini, tók Shell, sum stóð fyri 30% av hesum feltinum, seg bráddliga úr verkætlanini. Orsøkin segði felagið var av fíggjarligum slag, nevniliga at verkætlanin var ikki fíggjarliga forsvarlig nokk m.a. av óttanum fyri seinkingum av  útbyggingini, sum tulkingar hava viljað verið við møguliga kundu standast av mótstøðuni frá umhvørvisfólki. Tann verkætlanin er síðani farin í bíðistøðu, meðan fyristøðufelagið Siccar Point kannar, hvørjir møguleikar eru at fáa aðrar íleggjarar við, sum kunnu taka yvir partin hjá Shell.

Enn vita vit ikki, hvat fer at henda við hesi útbyggingini, men OGA, sum er myndugleikin í Bretlandi, ið stendur fyri loyvum, hevur nú heitt á fyristøðufelagið Siccar Point um at koma við eini nýggjari tíðarætlan. Hóast lagnan hjá Cambo er óviss, so nýtist bíðistøðan ikki at vera nakað bakkast, kanska tvørturímóti er møguliga okkurt annað felag, sum kundi hugsað sær at verið partur av Cambo-útbyggingini.

Tað er ein sannroynd, at fyri framtíðina á føroyska landgrunninum bæði hvat viðvíkur oljuleiting og seinni kanska framleiðslu,  fer Cambo at hava alstóran týdning, tí við eini útbygging so nær markið, kunnu møgulig framtíðar  føroysk fund fáa atgongd til eitt undirstøðukervi t.d. gassleiðingar  í grannalagnum, sum tey kunnu binda í. Tann sannroynd kann gera sjálvt smærri fund í Føroyum lønandi. Tí er útbyggingin av Cambo so avgerandi fyri føroyska økið.

Bæði norðan og sunnan fyri Cambo finnast  olju- og gassleiðir. Norðan fyri er Rosebank keldan, sum  Equinor stendur fyri. Felagið fer seinni í ár at taka endaliga støðu til, um tað skal leggja inn umsókn til bretsku myndugleikarnar um útbygging. Og fara vit suður um Cambo, og vit eru framvegis tætt við føroyska markið, so liggja har keldurnar Suilven og Tornado, sum ma. goyma nógv gass. Hesi feltini kunnu útbyggjast skjótt og lutvíst bíliga við at knýta í infrastrukturin á Cambo. So vit síggja, hvussu stóran týdning ein útbygging av einum Cambo hubbi ella kjarna kann fáa fyri alt økið rundan um eisini, eitt nú Føroyaleiðina.

Vit kunnu so bara gita um, hvat tær royndir - sum Vesturheimurin við ES á odda gera sær  í løtuni fyri at tryggja sær atgongd til gass í framtíðini uttan um Russland -  kunnu fáa av týdningi fyri komandi virkemið eystan fyri Føroyar.

Á Jarðfeingi verður í løtuni gjørt eitt stórt arbeiði til tess at fáa okkum størri vitan um, hvat veruliga finst í føroysku undirgrundini. Hetta hevur ikki verið nøkur løtt uppgáva, ikki minst tí tjúkka basaltið ger kanningararbeiðið torført.

Men aftrat tí miðvísa arbeiði serfrøðingarnir á Jarðfeingi gera, so er greitt, at orkufeløgini, sum eitt nú hava loyvi beint hinumegin markið, hava eisini antennurnar úti og vilja fegin vita, hvat finst í føroyska grannalagnum. Og umframt hesi feløgini so liggja eisini seismikkfeløg framvið. Í løtuni er eitt av heimsins størstu seismikkfeløgum, PGS, sum annars hevur tættar relatiónir til føroysku frálandsfyritøkuna  gjøgnum Thor í Hósvík, í ferð við at nýtulka seismikk tað hevur skotið áður bæði eystan og vestan fyri føroyka markið. Úrslitið av tí arbeiðinum verður greitt um nakrar mánaðir. Tað hevur til endamál at vísa á nýggjar møguleikar at finna olju og gass í økinum tætt við føroyska markið.

[object Object]

Rørleiðingar flyta gass úr Norðsjónum og vestan fyri Hetland til Bretlands og evropeiska meginlandið. (Á kortinum mangla framleiðandi gassleiðirnar vestan fyri Hetland og rørleiðingar har)

Meira um gasstøðuna í Evropa

Her eitt sindur av kunning um gass og Evropa. Nýtslan av gassi í Europa byrjaði, tá tað í 1959 vóru funnar risastórar nøgdir av gassi í Hollandi. Nøkur ár seinni bleiv gass funnið á bretska landgrunninum og stutt eftir hendi tað sama í Noregi og í minni mun í Danmark. Í Bretlandi bleiv meginparturin av gassinum brúktur á heimamarknaðinum, meðan Noreg seinni, tá rørleiðingar vórðu gjørdar, fór at útflyta gassið til evropeiska marknaðin sum eisini keypir gass úr Russlandi og fær gass úr Norðurafrika gjøgnum rørleiðingar, sum liggja tvørtur um miðalhavið. 

Fyri nøkrum árum síðani vóru stórar nøgdir av gassi funnar í Norðurnoregi, men har vóru ongar rørleiðingar. Tí fóru norðmenn undir at niðurkøla gassið til LNG (minus 162 stig)  á Melkøya, og við tangaskipum at flyta gassið til brúkararnar. Á sama hátt verður LNG innflutt úr Quatar, USA, Australia o.ø. londum.

Bretska gassframleiðslan er minkað úr 108 niður í 40 milliardum cubic metrum seinastu 20 árini. Og hollendska gassframleiðslan er minkað, m.a. av jarðfrøðiligum trupulleikum, tí undirgrundin søkku,r tá gassið verður tikið upp úr jørðini.

Í dag er støðan tann, at 43% av gassinum í Evropa kemur úr Russlandi. Og hetta er ein hættislig støða sum er, tí Evropa er meira ella minni heft av gassi og ikki ber til at leggja um í eini handavending.

Taka vit okkara næsta granna, Bretland, so fer innflutningurin av gassi til Bretland komandi 30 árini at økjast munandi, sjálvt um allar gassleiðir á bretska landgrunninum verða troyttar. Hetta vísir ein kanning frá Financial Times. Bretland innflytir í løtuni helvtina av síni gassnýtslu frá londum sum Norra, Qatar og Russlandi og verður roknað við, at hesin innflutningurin fer at vaksa til 70 % í 2030. Í 2040 verður Bretland einans ført fyri at nøkta ein fimtapart av sínum gasstørvi frá heimligum tilfeingi og 15% í 2050.

Reuter skrivar nú, at Japan, sum eins og Suður Korea eru stórforbrúkarar av gassi, hevur bundið seg at umdirigera LNG lastir til Evropa í eini neyðstøðu.

Tað er greitt, at fer tørvur at verða á gassi í Evropa komandi árini, so er eingin ivi um, at gass í føroysku undirgrudini kann flokkast sum ein tryggur veitari. Vit eiga heldur ikki at gloyma, at ein gasskreppa í Evropa kann eisini raka Føroyar.Tí givið er, at fer tað at mangla gass, so fara brúkarar at keypa olju ístaðin. Og so fer oljuprísurin til himmals. Og tað kann raka okkum  í Føroyum meint. Bara í fjør innfluttu vit olju fyri góða mia. kr. Eingin ivi er um, at tað er vert av okkum í Føroyum at geva bæði olju og gassi ans komandi tíðina.

Her kann verða lagt aftrat, at veitingarvinnan í Føroyum, sum er nógv ment, stendur við opnum ørmum og bjóðar bæði leiting og útbyggingum ikki bert í Føroyum men eisini í grannalagnum vælkomnum. 

Í greinum á orkan.fo hava vit tí eisini roynt at lýsa aktuellu støðuna í sambandi við bæði olju og gass, og tað fara vit at halda fram við.

[object Object]

Skal Evropa og her ikki minst ES gerast minni bundið at russiskum gassi í framtíðini, so er neyðugt at lond sum Bretland og Norra leita og útbyggja sínar gassgoymslur. Hóast Føroyar enn ikki hava funnið ella framleitt hvørki olju ella gass, so eru ábendingar um bæði tvey í undirgrundini - skamt frá stóru olju- og gassleiðunum hinumegin markið. Við síni "Open Door" leitiskipan lata  Føroyar dyrnar standa opnar fyri útlendskum íløgufeløgum at finna eitt nú gass til evropeiska marknaðin.  Eisini vindeyguni standa á gloppi. . Mynd Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder