Tað mundi koma sera óvart á luttakarnar á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow, tá heimsins fremstu stórveldi, Kina og USA mikudagin kunngjørdu, at londini hava gjørt avtalu um at samstarva um tiltøk, sum skulu steðga veðurlagsbroytingunum.
Londini, sum standa fyri størsta útlátinum av vakstrarhúsgassum, hava í eina tíð tingast um, hvussu tey gjøgnum samstarv kunnu standa á odda fyri at steðga veðurlagsbroytingunum. Londini skulu taka stig til tiltøk, sum kunnu steðga upphitingini av jørðini í tráð við endamálið fyri bæði COP26 og undanfarnum veðurlagsráðstevnum, nevniliga at tryggja, at jørðin ikki verður heitari enn 1,5 stig í 2050.
Tað eru teir báðir John Kerry vegna USA og Xie Zhenhuga vegna Kina, sum í loyndum hava samráðst um, hvussu hesi leiðandi londini í heiminum kunnu ganga á odda og vísa eitt fyridømi fyri øll hini 200 londini, sum eru partur av COP26. John Kerry sigur, at samstarv er ein av fortreytunum fyri at koma veðurlagsbroytingunum til lívs. Hann vísti á COP26 á, at londini eru samd um at minka um metanútlátið, sum er eitt av herviligastu vakstrarhúsgasssunum.
Flestu miðlar ruddaðu forsíðurnar, tá tíðindini bórust um samstarvið millum Kina og USA. Men enn veit eingin við vissu, hvat hetta stigið merkir og hvørji tiltøk tað fevnir um. Bæði londini viðurkenna, at tað, sum verður gjørt í dag til tess at steðga upphitingini, samsvarar ikki til málini frá Parísavtaluni í 2015. Og hetta hevur eisini bretski verturin Boris Johnson gjørt greitt, nú fáar dagar, áðrenn ráðstevnan endar.
Veðurlagsráðstevnan er um at vera av og í dag gjørdi verturin Boris Johnson vegna Bretland greitt, at nógv er komið burtur úr hesar dagarnar, men enn tørvar nógv í at koma á mál. Tí heitti hann á allar heimsins tjóðir um at taka annað skinn um bak og seta í verk tiltøk, sum veruliga kunnu tryggja, at hitin á jørðini heldur seg undir 1,5 stig, sum avtalað í París.
Boris Johnson sigur, at ein avtala er ávegis, men hon krevur, at londini binda seg til munandi niðurskurð í útlátinum. Krøvini til 2030 málini mugu styrkjast skal ein líkinda avtala koma burtur úr COP26.
Bretland hevur í hesum sambandi gjørt eitt fyribils uppskot til avtalu, sum nú verður umrøtt. Slíkt uppskot ber í sær neyðsemjur í fleiri førum, nú tað hevur víst seg at vera torført at fáa fulla undirtøku fyri ymsu tiltøkunum á hesi ráðstevnuni. Men tað vil so vera ein týðandi byrjan fyri at koma víðari segði Boris Johnson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald