Í næstum fer altjóða orkustovnurin, IEA at leggja fram sína árligu frágreiðing um heimsins kolanýtslu. Hon vísir, at eftirspurningurin ongantíð hevur verið størri sambært E24. IEA metir, at vøksturin í eftirspurninginum verður 1,4% í 2023. Og fyri fyrstu ferð er eftirspurningurin omanfyri 8,5 mia. tons. Eisini í fjør setti eftirspurningurin eftir koli met við 8,42 mia. tons.
Kina, India og Indonesia eru heimsins størstu framleiðarar av koli og standa fyri 70% av kolaframleiðsluni. IEA væntar, at øll hesi londini fara at seta framleiðslumet í 2023, og at heimurin tí fer at framleiða meira kol enn nakrantíð áður.
Vegamót
Orkustovnurin heldur kortini, at kol er við eitt vegamót. Eftirspurningurin í ES og USA minkar, men er framvegks sera stórur í m.a. India og Kina. Har er streymnýtslan eisini økt nógv, meðan framleiðslan frá vatnorku hevur verið minkandi.
IEA væntar, at stórar útbyggingar av varandi orku fara at minka um kolanýtsluna sum frálíður. Stovnurin metir, at vit fara at síggja eina afturgongd uppá 2,3% í globalu kolanýtsluni í 2026 samanborið við støðið í 2023. Vit fara tí at síggja eina broyting í bæði framleiðslu og nýtslu av koli metir IEA. Høvuðsspurningurin í sambandi við eftirspurningin eftir koli er, hvussu skjótt lond í Asia megna at byggja út varandi orkukeldur. Í dag er kol størsta orkukeldan til framleiðslu av streymi, stáli og sement. Og kol er eisini størsta mannaskapta keldan til CO2 útlát.
Væntandi fer eftirspurningurin eftir koli at halda seg á 8 mia. tonsum tey komandi trý árini. Men sambært IEA má hann minka munandi skjótari til tess, at heimurin skal røkka veðurlagsmálunum frá Parísavtaluni.
Kina, India og suðureystur Asia standa í dag fyri 3/4 av kolaeftirspurninginum í heiminum, meðan tey í 1990 stóðu fyri einum fjórðingi. Einsamalt stendur Kina fyri meira enn helvtini av kolaeftirspurninginum í heiminum vísir IEA á. Um somu tíð stendur landið fyri meira enn helvtini av mettu útbggingini av varandi orku komandi trý árini. Sum eitt úrslit av hesum væntar IEA, at kinverski eftirspurningurin eftir koli fer at minka komandi ár og síðani verða støðugur fram til 2026.
Prísurin á koli rakk nýggj met undir orkukreppuni í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina í 2022. Síðani er hann lækkaður nakað men er framvegis hægri enn undan koronakreppuni í 2020.
Kostnaðirnir í kolaframleiðsluni eru eisini hækkaðir orsakað av størri avgjaldi til myndugleikarnar í pørtum av heiminum eins og størrikostnaðir til brennievni, speingievni, dekk og arbeiðsmegi. Høgu kolaprírnir hava eisini rakt brúkararnar, meðan kolafelgini hava havt góðar inntøkur. Mótstøða er móti nógvum nýggjum kolaverkætlanum, og tí eru nøkur kolafeløg farin at brúka pengarnar til at keypa upp verandi nám ella eru farin undir at framleiða aðrar rávørur sambært IEA.
KELDA: E24.no
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald