Jan Müller, London
Nú tað stundar móti eini avgerð, hvør skal gerast komandi forsætisráðharri í Bretlandi, verður dúgliga gitt, og tykist tað í løtuni at benda á, at tað verður Liz Truss, sum fer at vinna hetta so týðandi valið. Hon tykist at hava besta møguleikan at taka yvir eftir Boris Johnson, tá úrslitið av innanhýsis valinum í konservativa flokkinum verður almannakunngjørt komandi mánadag.
Hóast nógvir spurningar enn standa ósvaraðir um framtíðina hjá Bretlandi, eru orkumál og høgi orkuprísurin tað, sum stendur ovast, tá bretar úttala seg um bæði støðuna í landinum og um, hvør skal standa á odda at fáa skútuna aftur á rættkjøl. Hóast vit ikki hava fingið svarið frá teimum báðum valevnunum, hvussu tey ítøkiliga vilja loysa herviligu orkuprískreppuna, sum eftir øllum at døma bara gerst verri fyri hvønn dag, er kvinnuliga valevnið rættiliga avgjørd, tá hon fær spurningin um framtíðar olju- og gassvirksemið í Norðsjónum.
Hon er nevniliga fyri, at meira verður borað eftir olju og gassi, nakað, sum umhvørvisfelagsskapirnir sjálvandi ikki eru fegnir um. Teir vilja steðga øllum nýggjum olju- og gassvirksemi, hóast stórur partur av politikarunum ynskja at gera Bretland óheft at innfluttari orku við m.a. at víðka um oljuleitingina.
Fyri at gera Bretland sjálvveitandi við orku er ikki bara nóg mikið at seta ferð á grøna orkuskiftið. tørvur verður eisini á olju og gassi í mong ár aftrat, eisini sjálvt um ein havvindmylnulund fyri og onnur eftir gerst veruleiki. Her verður tí lagt upp til eina blanding av fleiri ymsum orkumøguleikum frá olju og gassi til vind- og sólorku umframt at fanga og goyma CO2 eins og miðjað verður móti at framleiða vetni og ammoniak, sum kann koma stóru oljunýtsluni hjá flutningsvinnuni og sjóvinnuni til lívs, hvat tó fer at taka drúgva tíð.
Sambært fleiri av dagbløðunum her í Bretlandi, eitt nú The Guardian, hevur Liz Truss gjørt greitt, at hon er fyri, at upp til 130 brunnar verða boraðir komandi árini í sambandi við nýggjar útbjóðingar bæði í Norðsjónum og vestan fyri Hetland.
Times veit at siga frá, at bæði vinnuráðharrin Kwasi Kwarteng og týðandi Brexit ráðharrin Jacob Rees-Mogg hava havt fundir við oljufeløgini fyri at tosa um, hvussu Bretland kann tryggja sær veiting av orku í framtíðini, nú roynt verður at sleppa av við innflutningin úr Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald