Uttanlands

Lægsti gassprísurin í tvey ár

Prísurin á gassi er lækkaður til tað lægsta í tvey ár. 

2023-05-30 22:48 Author image
Jan Müller
placeholder
Hóast russiska innrásin í Ukraina hevði við sær ovurhøgar olju- og gassprísir, so vísa hagtøl nú, at prísurin á gassi hevur ikki verið so lágur seinastu tvey árini.

Eftirspurningurin eftir gassi hevur verið stórur eftir innrásina. Nú er spurningurin, hvussu ein kaldur komandi vetur fer at ávirka støðuna.

Í Týsklandi, sum brúkar stórar nøgdir av gassi m.a. til at halda stórídnaðinum í gongd eins og til upphiting av húsarhaldum, er spurningurin, um innflutningin av gassi er nóg stórur til at halda hjólunum gangandi.  Ein mildur vetur eins og fyltar gassgoymslur kunnu gera, at hetta verður ikki nakar trupulleiki. Eisini er Týskland farið undir at innflyta stórar nøgdir av LNG gassi úr USA og Miðeystri, sum skulu avloysa mista gassið úr Russlandi.  

Spurningurin er so, um hetta kann viga upp ímóti missinum av orku úr Russlandi serliga, nú Týskland hevur avgjørt at stongja bæði kolaorkuverk og kjarnorkuverk. 

Um somu tíð roynir landið saman við grannalondunum at menna grønu orkuna við m.a. at útbyggja flótandi havvindmylnulundir í Norðsjónum. 

Í kvøld samtykti ein meiriluti í danska fólkatinginum eina ætlan at útbyggja havvindorkuna í Norðsjónum við 100 mia. kr. innan 2030. Tað nýggja við hesi ætlan er, at danska stjórnin og politisku flokkarnir eru samdir um, at tað almenna Danmark skal taka ein váða í hesi útbygging við 20% av íløgunum. 




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder