Uttanlands

Leggja nú elkaðal millum Hetland og Skotland

 Ein av fortreytunum fyri menning av grønari orku í Hetlandi eins og framtíðar elveitingartrygd fyri fólkið í Hetlandi er elkaðalsamband við skotska meginlandið. Tað gerst skjótt veruleiki, nú arbeiðið at leggja kaðal á havbotnin millum Skotland og Hetland er farið í gongd. 

So fór arbeiðið at leggja elkaðal millum Skotland og Hetland loksins í gongd.

So fór arbeiðið at leggja elkaðal millum Skotland og Hetland loksins í gongd.

2022-07-18 13:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um ein dreym hjá hetlendska fólkinum, sum nú gongur út. Ein streymkaðal, sum verður umleið  267 kilometrar, hevur leingi verið eitt ynski hjá hetlendingum. Hann skal vera við til at tryggja oyggjunum støðugan streym til egna nýtslu men eisini til at kunna útflyta streym frá teimum stóru vindmylnuverkætlanunum, sum eru í gongd og verða lagdar til rættis í hesi løtu. Arbeiðið  at leggja kaðalin er nú farið í gongd í Caithness í Skotlandi. Tað er SSEN Transmission, sum stendur fyri arbeiðinum. Væntandi verður áfast millum Hetland og meginlandið í seinnu helvt í 2023. 

[object Object]

Streymkaðalin, sum verður uppá 600 MW,  er ein av fyritreytunum fyri teimum stóru útbyggingunum av vindorku, sum verða gjørdar í løtuni á landi og sum um nøkur ár eisini fara at síggjast til havs kring Hetland. Kostnaðurin fyri kaðalin, millumstøðir og útbúnað er 660 mió. pund ella umleið góðar 6 mia. kr.

[object Object]

Talan er um eina sonevnda HVDC streym-sambindingarskipan. Arbeiðið byrjaði í farnu viku í Noss Head nærhendis Wick, har kaðalskipið NKT Victoria fór undir leggingina av kaðalinum. Verkætlanarleiðarin hjá SSEN Transmission, Chris Finnigan sigur við Shetland Times, at tey eru sera fegin um, at Victoria nú er farið undir eitt arbeiði, sum er ein varði í bretskari orkusøgu, nú hann fer at knýta Hetland og Skotland nærri samanumframt at eiga týðandi leiklut í grøna orkuskiftinum.

[object Object]

Tá ætlaninar at menna vindorkuna til havs kring Hetland gerast veruleiki eins og kaðalsambandið millum Hetland og Skotlland verður tikið í brúk,kann Hetland gerast ein týðandi útflytari av streymi til Bretlands umframt ein viðspælari í grøna orkuskiftinum, sum bæði stjórnirnar í Skotlandi og Bretlandi raðfesta høgt. 

[object Object]

Bretskur orkuserfrøðingur vitjaði í Føroyum

[object Object]

Undir vitjan síni í Føroyum herfyri greiddi  bretski orkuserfrøðingurin, Gunther Newcombe frá ætlanunum hjá Hetlandi at menna vindorku bæði á landi og til havs.  Í løtuni er bygging av Viking vindmylnulundini á landi í gongd, sum fevnir um 103 vindmyllur, ið skulu framleiða 0,75 GW millum 2024 og 2026. Streymurin skal brúkast til privata nýtslu í oyggjunum bæði til húsarhald og vinnuvirki men skal so eisini útflytast til Skotlands, tá komandi streymkaðalin millum Hetland og Skotland verður klárur at taka í brúk um gott og væl eitt ár.

[object Object]

Vindorkan skal so eisini brúkast til at veita streym til verandi og komandi olju- og gasspallar nærhendis Hetlandi, eitt nú eystan fyri føroyska markið. Hetta sum partur av grøna orkuskiftinum. Roknað verður við at útlátið frá olju- og gassframleiðslu gjøgnum elektrifisering kann minkast við 80%. Eisini skal streymurin brúkast í sambandi við framleiðslu av vetni (hydrogen). Henda reina orkan kann so m.a. vera framtíðar brennievnið í skipaferðsluni, greiddi  Gunther Newcombe frá, tá hann vitjaði SEV, Umhvørvisstovuna og landsstýrismannin í orkumálum, tá hann kunnaði føroyskar myndugleikar um menningina av vindorkuni í Hetlandi og ætlanunum at fara undir framleiðslu av reinari orku sum vetni.

[object Object]

Ætlanin at knýta fast elkaðalsamband millum Hetland og Skotland er eisini nakað, sum hevur áhuga í Føroyum, nú framleiðslan av vindorku eftir øllum at døma fer at vaksa munandi komandi árini. Tá er spurningurin, hvussu kann sleppast av við avlopsstreymin. Hvat er møguligt her og hvat kunnu vit læra av hetlendingum. Í hvussu er ber væl til at umhugsa vetnisframleiðslu burtur úr tí nógva avlopsstreyminum, sum helst gerst veruleiki, tá fleiri og fleiri vindmyllur koma og her ikki minst, tá tað einaferð í framtíðini eisini fer at verða bygt út við vindmyllum til havs, nakað, sum vindur nógv uppá seg í okkara grannalondum, Bretlandi, Norra og Danmark.

[object Object]

Einaferð var nógv tosað um at leggja ein elkaðal úr Íslandi til Føroya og víðari inn á skotska meginlandið. Tað er so ikki aktuelt í løtuni. Men gongdin er so tann aðrastaðni, at elkaðalar í størri og størri mun verða lagdir millum lond. Feskasta dømið er so tann millum Skotland og Hetland, sum kann fáa stóran samfelags- og búskaparligan týdning fyri grannaoyggjar okkara.  

[object Object]

Í 2016 gjørdi journalistur á skotskum blað sær hesar framtíðar tankar um elkaðalsamband millum londini í Norðuratlantshavi til Noregs umvegis Hetland. 

Sí leinkju til grein: 

Shetland could be northern supergrid hub


https://www.google.com/search?q=Shetland+could+be+northern+supergrid+hub&sxsrf=ALiCzsb9Yc4gkN0WuyD-MsJ7pH5i0iyOvA:1658142713429&tbm=isch&source=iu&ictx=1&vet=1&fir=GDTD6FxhvOE6XM%252CBUq5vqA1TL9RfM%252C_%253BtyNila_Txli9PM%252C-lIvVqQLKM5YwM%252C_%253BMuv7rujgqaKJBM%252C0ZK7-7jCk5FAOM%252C_%253BIMGdhFtiv8xY6M%252Cy2xyHeCQKwJz4M%252C_%253Bh_Ql9y3SL1GhgM%252CS62DNs8yKrAsGM%252C_%253BA8eLw-eEyl-k3M%252C-rl_HaPGN5YQ9M%252C_%253BM7xkYMYL8oRiUM%252CVamwOAD-zyQrSM%252C_%253BLJ7bvphR-fWXhM%252Ckz2H07GX4ENEOM%252C_%253BJH5qTC0obpwMhM%252CUN2yItHwwKDyrM%252C_%253BKj5I58rjInyLRM%252Ctuw7eoKIz5zBgM%252C_&usg=AI4_-kToKdMpS_yybcBqkhb-sGycFqvZuA&sa=X&ved=2ahUKEwi4xq77poL5AhULZMAKHWpYA0UQ9QF6BAgOEAE#imgrc=tyNila_Txli9PM

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder