Eftir at hava bíðað í longri tíð eftir endaligari góðkenning frá bretskum myndugleikum eru nú útlit til, at myndugleikarnir fara at geva grønt ljós til fleiri útbyggingar av olju- og gasskeldum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar. Hetta kemur fram í eini fráboðan frá bretska loyvis- og eftirlitsstovninum NSTA, "North Sea Transition Authority.” Tað er hann, sum stendur fyri útbjóðingum og góðkenning av umsóknum til útbygging av olju- og gassfundum.
Framleiðsluskipið til Rosebank leiðina og framleiðslupallurin, ið skal brúkast til Cambo útbyggingina, báðar eystan fyri føroyska markið.
Stovnurin sigur, at hann í næstu framtíð fer at góðkenna fleiri útbyggingar, og millum hesar eru eisini tær báðar skamt frá føroyska markinum, Rosebank og Cambo. Hetta skrivar skotski orkumiðilin Energy Voice. Undir yvirskriftini “NSTA to greenlight projects to produce over a billion barrels from UK waters” verður víst á, at stovnurin júst hevur havt fund við meira enn 20 fyristøðufeløg, sum standa fyri olju- og gasskeldum á bretska landgrunninum. Tað snýr seg um útbyggingar av tilsamans 22 verkætlanum, ið tilsamans fara at økja bretsku framleiðsluna við 1,5 mia. tunnum. Endamálið við fundinum var at umrøða framtíðar møguleikar og varpa ljós týdningin av orkutrygd, at minka um útlátið og týdningin at skunda undir grøna orkuskiftið.
Rishi Sunak, forsætisráðharri í Bretlandi vil hava gongd á leiting og útbyggingar í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar.
Tað verður roknað við, at Rosebank og Cambo fara at verða góðkendar til útbygging, hóast umhvørvisfelagsskapir og politikarar hava mótmælt øllum nýggjum útbyggingum av olju- og gasskeldum í Norðsjónum. Hesir vilja vera við, at tað longu er nógv mikið til at olju og gassi í teimum keldum, sum longu eru í framleiðslu, til at nøkta framtíðar tørvin.
Í vikuni fingu vit eisini eina týðuliga ábending frá bretska forsætisráðharranum Rishi Sunak um, at tað fara at verða útbyggingar og teirra millum eisini Rosebank keldan. Hann úttalar, at “there is absolutely no sense to not invest in Rosebank”, at tað gevur onga meining ikki at gera íløgur í Rosebank, tá hann fær spurningin um júst hesa kelduna, sum er vorðin so umstrídd í grøna orkukjakinum. Hann grundar hetta á, at Bretlandi tørvar olju og gass fyri at verja orkutrygdina og fyri at kunna minka um innflutningin av orku.
Um somu tíð sigur fyrsti leiðarin í Skotlandi, Yousaf, sum annars hevur verið og er sera krittiskur móti nýggjum útbyggingum, at skulu slíkar útbyggingar gerast, so má tað bara vera gjørt, um tað er avgjørt neyðugt. “No new North Sea oil and gass unless there is a ´good reason´”, sum hann málber seg á orkustevnu í Glasgow nú um dagarnar. Greinarar halda, at skotski leiðarin við hesi útsøgnini hevur lorað í síni annars avgjørdu áskoðan um olju og gass. Hinvegin ger hann eisini greitt, at allar útbyggingar mugu fylgja strangastu reglum um útlát. Í síðsta enda liggur avgerðin í London.
Bretska stjórnin hevur annars aftur og aftur gjørt greitt, at hon raðfestir bretsku orkuveitingartrygdina ovast, og til tess at røkka hesi er avgjørt neyðugt við fleiri nýggjum útbyggingum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum.
Stjórin í NSTA, Stuart Payne, sum í næstum skal til at lata upp fyri nýggjum útbyggingum, er vísur í, at Norðsjógvurin kann gerast ein týðandi veitari av framtíðar orku, bæði tá talan er um olju og gass eins og vindorku og aðra varandi orku. Eisini egnar Norðsjógvurin seg eisini væl til at goyma CO2, og tað hevur alstóran týdning, nú tað er so avgerandi at minka um útlátið. -Vit fara at gera okkara besta til at vísa vegin fyri at røkka hesum málum, og eg eri samførdur um, at fundurin við umboð fyri oljufeløg oo. fer at hjálpa okkum at koma víðari.
Í løtuni verður bíðað eftir úrslitinum av 33. útbjóðingini á bretska landgrunninum og her eisini økjum framvið føroyska markinum. Sera stórur áhugi var fyri at søkja, tá loyvisútbjóðingin lat upp fyri tíð síðani, og nú gera myndugleikarnir av, hvørji feløg skulu fáa hvørji øki til leiting. Men eisini tá talan er um leiting er stór mótstøða frá eitt nú umhvørvisfeløgum. Hesi hava stevnt bretsku stjórnini og vilja hava dómstól at steðga útbjóðingini, tí hon stríðir ímóti royndunum at basa veðurlagskreppuni. Um hetta fer at seinka útbjóðingina er ilt at meta um. Tað ljóðar kortini, at loyvi fara at verða latin um ikki so langa tíð.
Í næstum verður greitt, hvørji feløg hava søkt um nýggj leitiøki (violettu teigarnir) og um hesi eisini verða við føroyska markið.
Týdning fyri Føroyar
Tað er greitt, at komandi avgerðir í Bretlandi um nýggja leiting og útbyggingar kunnu fáa stóran og fyri ikki at siga avgerandi týdning fyri føroysku orkuframtíðina. Tí verður sett á at útbyggja olju- og gasskeldur beint eystan fyri markið, tá verður nevniliga ment eitt nýtt undirstøðukervi við pallum og rørleiðingum Føroyar kunnu troyta, sum kunnu verða við til at lata upp fyri fyrst leiting og síðani framleiðslu føroysku megin markið eisini.
Nýtt virksemi so tætt við føroyskt øki fer uttan iva at varpa nýtt ljós á møguleikarnar fyri at finna olju og gass á føroyska landgrunninum eisini. Og hartil kemur so nýggja 33. útbjóðingin. Tá hon verður almannakunngjørd í næstum, fáa vit at vita, um orkufeløg hava søkt um og fingið tillutað leitiloyvi tætt upp at føroyska markinum. Tað vil so geva okkum eina góða ábending um, hvat feløgini vita og hugsa um leiðirnar við markið. Tískil kann 33. útbjóðingin í Bretland fáa ávirkan á framtíðar møguleikarnar á føroyska landgrunninum eisini.
Skálafjørðurin tilreiðar at taka ímóti nýggjum oljuvirksemi
Sæð við føroyskum eygum vil komandi gongdin hinumegin markið eisini kunna fáa stóran týdning fyri føroyska veitaravinnu, sum stendur klár til at bjóða vørur og tænastur fram í sambandi við komandi útbyggingar. Tá og um stórar útbyggingar skulu gerast so tætt við markið, gerast Føroyar brádliga ein týðandi veitari og viðspælari, nú teinurin millum Føroyar og nýggju keldurnar er væl stytri enn til havnir og harvið veitarar í bæði Hetlandi og Skotlandi. Føroysk vinna hevur eisini longu traðkað barnaskógvarnar í so máta í sambandi við tænastuveitingar undir boringum á landgrunninum.
Vitandi at serfrøðingarnir á Jarðfeingi arbeiða miðvíst at tulka data fyri at finna leitimið í føroysku undirgrundini og kunna altjóða oljufeløg um hesi, er ikki óhugsandi, at okkurt av hesum feløgum fer at banka uppá dyrnar í "Open Door" skipanina í framtíðini. Havandi í huga nógva avleidda virksemið av leitingini nøkur ár herfyri, ber til at ímynda sær nógvar nýggjar uppgávur hjá veitingarvinnuni, tá og um oljufeløgini leita henda vegin aftur.
Tað er greitt, at bæði á Jarðfeingi og í Sjóvinnufelagnum fylgja tey væl við í tí, sum fer at henda í bretskum øki í næstum.
Soleiðis ímynda hetlendingar sær eina møguliga orkuframtíð, har Hetland verður ein orkuhubbur í Norðuratlantshavi. Spurningurin er, hvat vit í Føroyum kunnu læra av hetlendingum og um møguleikar eisini eru fyri samstarvi, so Føroyar saman við Hetlandi kunnu gerast ein Orkuhubbur í hesum partinum av heiminum. Bæði oyggjalondini hava sera góðar umstøður til vindorku. Hetta vórðu spurningar Gunther Newcombe, leiðari fyri Orion verkætlanini greiddi frá undir Føroyavitjan í fjør.
Tað er eisini vert at merkja sær ætlaninar hjá oljufeløgunum í bretskum øki at fara undir at elektrifisera bæði komandi útbyggingar eins og verandi pallar í økinum. Hetta er eitt krav frá bretskum myndugleikum í royndunum at minka um útlátið. Stórur partur av útlátinum frá oljuvinnuni kemur nevniliga frá framleiðsluni á pallum til havs.
Her eru tvær loysnir á tekniborðinum. Ein er at leggja streymkaðal úr Hetlandi vestur til pallarnar. Ein onnur er at seta upp flótandi havvindmyllur, sum so kunnu lata streym til framleiðsluna á mongu pallunum.
Sæð í tí ljósi ber eisini til frá føroyskari síðu at ímynda sær møguleikan fyri - um álvari verður gjørdur av at byggja út streymveiting við flótandi havvindmyllum í Føroyum - at Føroyar ein dag kunnu vera við til at veita streym til virksemið hinumegin markið og entá eisini okkara megin, tá og um olja og gass verður funnið her.
Ein elkaðal millum Føroyar og Hetland ella Føroyar og pallarnar eystan fyri markið kann gerast ein týðandi viðspælari í framtíðini - bæði í royndunum at fremja grøna orkuskiftið eins og í royndunum at sameina grønt og svart til tess at røkka á mál á hesi leið. Men hetta er sjálvandi ein spurningur um tørv, fígging og hvat tøkniliga letur seg gera til ta tíð. Hetta kundi tó hóskandi verið ein partur av føroyska orkukjakinum komandi árini.
Arbeiðið at leggja ein streymkaðal millum Hetland og Skotland verður liðugt í 2024, og tá kann streymur fara báðar vegir. Hetta verður ein sonn kollvelting fyri Hetland, sum tá kann brúka og útflyta yvirskotsstreym frá vindmyllum á landi og til havs. Nakað, sum Føroyar møguliga kunnu læra av.
Fleiri av hesum spurningum vórðu umrøddir, tá Føroya Orkuídnaðarbólkur í fjør beyð kenda bretska serfrøðinginum Gunther Newcombe til Føroyar at greiða frá orkuframtíðini í Hetlandi, har vindorka eins og elektrifiserað olju- og gassframleiðsla varð á skránni á almennum fundum og undir vitjan hjá landsstýrismanni og almennum stovnum.
Günther Newcombe vitjar táverandi orku- og umhvørvismálaráðharra Magnus Rasmussen í Tinganesi, á myndini eisini Louis Wilson, talsmaður hjá FOÍB í Bretlandi. Mynd Jan Müller
Günther Newcombe undir vitjan síni í Føroyum í fjør, sum Føroya Orkuídnaðarbólkur stóð fyri.
Í Hetlandi royna tey at samskipa og sameina eina grøna og eina svarta framtíð, har menningin av útlátslágum olju- og gasskeldum og grøna orkuskiftið virka lið um lið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald