Danska reiðaríið Mærsk, sum telist millum tey reiðarí í heiminum, ið ganga á odda í grøna orkuskiftinum, hevur gjørt sáttmála um veiting av grønum metanoli til komandi flotan av konteynaraskipum, sum skulu brúka nýggj grøn brennievni. Hetta skrivar Shipping Watch í morgun. Talan er um kinverska vindorkuframleiðaran Goldwind.
Goldwind skal veita eina hálva millión tons av grønum metanoli til Mærsk um árið frá 2026 sæst í einni fráboðan frá felagnum.
-Hetta er eitt týðandi vegamót fyri Mærsk, tí sáttmálin ger okkum før fyri at minka munandi um útlátið longu innan 2030 og hjálpir okkum at røkka 1,5 stig málinum, sum verður umrøtt í París-avtaluni sigur Rabab Raafat Boulos, stjórin fyri undirstøðukervið hjá Mærsk.
Mærsk hevur longu tikið ímóti tí fyrsta metanol skipinum, Laura Mærsk, sum skal sigla í Evropa. Fyrsta skipið, sum skal sigla millum heimspartar og brúka metanol, er longu ávegis. Tað verður latið av skipasmiðjuni í 2024, og tað seinasta av 25 líknandi skipum verður latið í 2027.
A.P. Møller Holding og Mærsk hava longu stovnað eitt nýtt felag, C2X, sum skal menna og reka metnol-støðir, sum skulu veita metanol til shippingídnaðin. Fyrstu av hesum slag verða bygd í Egyptalandi og Spania.
Føroyar og grøn brennievni á Hafnia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald