Uttanlands

Menna gassframleiðslu eystan fyri Føroyar

Íløgufelagið Rebold Resources sær møguleikar fyri øktari gassframleiðslu á Atlantsmótinum

Victory gasskeldan liggur tætt við verandi gassframleiðslur á Atlantsmótinum og kann tí binda í verandi gassleiðing, ið gongur til Hetlands.

Victory gasskeldan liggur tætt við verandi gassframleiðslur á Atlantsmótinum og kann tí binda í verandi gassleiðing, ið gongur til Hetlands.

2021-04-28 16:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Bretska íløgufelagið Rebold Resources hevur keypt ein stóran bita av oljufelagnum Corallian Energy, sum m.a. arbeiðir í økinum eystan fyri Føroyar. Tað hevur keypt upp 13,2% aftrat í felagnum og eigur nú umleið helvtina av Corallian.

[object Object]

Hetta hendir um somu tíð, sum felagið er farið miðvíst undir at menna gasskelduna Victory til framleiðslu. Hon liggur á Atlantsmótinum miðskeiðis millum Føroyar og Hetland og varð upprunaliga funnin av Texaco í 1977. Síðani hevur hon skift hendur nakrar ferðir, og nú sær nýggjasti eigarin av kelduni, Corallian, stórar møguleikar at fáa lønsemi í framleiðsluna við at binda í verandi infrastruktur, sum longu er í økinum.

Higartil verður gass framleitt í fýra keldum, Laggan, Tormore, Glenlivet og Edradour, sum saman eru at meta sum ein nýggj gassprovins á Atlantsmótinum, í føroyska grannalagnum.  Victory fer so, tá hon er klár til framleiðslu í 2024, at flyta gassið gjøgnum somu gassleiðing sum hinar keldurnar, inn til Sullom Voe terminalin í Hetlandi.

[object Object]

Í økinum eru eisini fleiri aðrar smærri gasskeldur, sum kunnu hugsast at verða útbygdar í framtíðini við tilknýti til verandi infrastruktur. Ein av hesum er Laxford, har Corallian Energy eisini er eigari. Harumframt hevur franska Total, sum er høvuðsstigtakarin til gassframleiðslu í okkara grannalag, eisini funnið enn eina stóra gasskeldu í økinum, nevnd, Glendronach. Enn er ikki tikin avgerð um at byggja hesa út, men mangt bendir á tað.

Oljufelagið Corallion Energy, sum er ein nýggjur leikari á Atlantsmótinum, fekk í seinastu útbjóðing í Bretlandi fleiri nýggj loyvi til leiting, sum liggja rættiliga tætt upp at føroyska markinum.

Sohvørt sum felagið vísir serstakliga gasskeldum í økinum áhuga, er ikki óhugsandi, at tað eisini hyggur eftir møguleikum tætt við markið ella inni á føroyska landgrunninum, har feløg fyri nøkrum árum síðani raktu við gass.

[object Object]

Vit síggja Anne Marie brunnin TD 3901, har rakt varð við nógv gass, skamt frá markinum.

Tað var í sambandi við boringina av Anne Marie brunninum nær markið, at borurin rakti við nógv gass, júst um sama mundið, sum feløgini góvust við at bora. Sambært fyrireikingunum av brunninum skuldu tey ikki longur niður í undirgrundina, tó at royndir vórðu gjørdar at sannføra fyristøðufelagið ENI um at víðka um boriverkætlanina og bora longur niður. Hetta hendi tó ikki, og tí fingu vit ongantíð svarað spurninginum: um stórar gassgoymslur eru undir Anne Marie. Boringin varð so enn eitt dømi um, at nógvir av brunnunum, sum vórðu boraðir á føroyska landgrunninum, komu ikki nóg djúpt niður í undirgrundina.  So fyri feløg sum bæði Total og Corallian, ið hava og fara at gera íløgur í gassframleiðslu vestan fyri Hetland, kann tann dagur eisini koma, tá tey fara at hyggja nærri at møguleikum føroysku megin markið. Og hvør veit, kanska hyggja nærri at Anne Marie økinum. Tað vil tíðin vísa.

Eingin ivi er um heldur, at á Jarðfeingi royna teg at tulka tað nógva tilfarið, sum finst frá bæði boringum og seismikki og øðrum kanningum eitt nú í Anne Marie økinum og nærhendis - sum so kann vera við til at vekja áhugan hjá feløgum at hyggja henda vegin eisini.  Sum skilst hevur verið stórur áhugi hjá oljufeløgum at fáa rúgvusmikla datapakkan, sum Jarðfeingi hevur megnað at ment við áhugaverdum og týðandi upplýsingum um føroysku undirgrundina. Hetta er nakað, sum landsstýrismaðurin á økinum kann vera errin av, tí hann kann stuðla upp undir royndirnar  hjá landsstýrinum at fáa olju- og gassfeløg at koma henda vegin aftur. 

Meðan Corallian Energy nú fyrireikar eina umhvørviskanning av Victory økinum, har ætlanin er at framleiða gass um nøkur ár, so liggja fleiri aðrar spennandi útbyggingar av olju- og gassfeltum eystan fyri Føroyar í bíðistøðu, hetta ikki minst vegna korona og oljuprís. Hesar eru m.a. Cambo, Rosebank, Clair South og Glendronach, ið antin liggja tætt við føroyska markið ella eitt sindur eystari á Atlantsmótinum.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder