Níggju evropeisk lond teirra millum Danmark eru vorðin samd um at tvífalda nøgdina av streymi frá havvindi í Norðsjónum.
Hetta er niðurstøðan á fundi millum fleiri av fremstu londunum í Evropa, sum júst hava luttikið á orkuráðstevnu í í Ostende Belgia.
Belgiski forsætisráðharrin Alexander De Croo segði eftir fundin, at tað ber til at gera nakað við veðurlagskreppuna.
-Vit fara at útvega bíligari orku til brúkararnar og fyritøkur segði hann. Endamálið er, at tey niggju londini fara undir at menna 130 gigawatt av havvindorku fram til 2020. Og 300 gigawatt í 2050. Talan er um eina tvífaldan av orkuframleiðsluni, sum fýra lond - Danmark, Týskland, Háland og Belgia - settu sær sum mál á Norðsjóvartoppfundi í Esbjerg í fjør.
Á fundinum nú um dagarnar varð eisini orkutrygdin í Evropa umrødd og komu londini eftir, at alt má gerast fyri at tryggja Evropa orku í framtíðini. Eisini varð staðfest, at Russland er ein hóttan móti trygdini í Evropa, nú tað er komið fram, at russisk skip í longri tíð loyniliga hava kortlagt stórar partar av undirstøðukervinum í Evropa og her ikki minst í Norðsjónum. Tvs. samskiftissamband, olju- og gass framleiðslu, havvindframleiðslu eins og rørleiðingar á havbotninum.
Fatih Birol, stjórin í altjóða orkustovninum “ International Energy Agency “(IEA), segði eftir fundin, at møguleikarnir at troyta havvindorku í Norðsjónum eru ómetaliga stórir.
-Norðsjógvurin er best egnaða økið í heiminum fyri 1. floks havvindi. Og møgleikarnir her eru nokk til at nøkta evropeiska eftirspurningin eftir streymi sjey ferðir, legði Birol aftrat.
Meira enn 100 fyritøkur og ráðharrar úr Týsklandi, Fraklandi, Bretlandi, Írlandi, Danmark, Norra, Íslandi, Hálandi og Luxemburg luttøku á ráðstevnuni.
Russiska innrásin og kríggið í Ukraina hava gjørt tað tvingandi neyðugt, at Evropa framleiðir meira orku til egið brúk, segði danski forsætisráðharrin Mette Fredriksen á einum tíðindafundi eftir ráðstevnuna.
Hon legði aftrat, at havvindur fer eisini at seta ferð á grøna orkuskiftið. Írski ráðharrin Leo Varadkar segði, at luttøkan av so nógvum ráðharrum úr ES londum saman við Bretlandi vísir, at hesi londini veruliga vilja samstarva um felags málið, sum er at koma longur á grønu orkuleiðini og her m.a. troyta stóru møguleikarnar innan havvindorku.
-Heimurin verður heitari og veðrið broytist alsamt, og vit hava ikki ráð til at bíða við grøna orkuskiftinum. Vit mugu vera tað ættarliðið, sum fær vent gongdini á veðurlagsøkinum segði hann.
Á ráðstevnuni varð víst á, at orsøkin til, at vit mugu raðfesta havvindorku er tann, at hon er meira støðug enn vindorka á landi. Og henda menning má gerast í so mikið stóran stíl, at hon verður før fyri at avloysa fossilu brennievnini í m.a. tungídnaðinum, sum krevur nógva orku.
Stórur dentur varð lagdur á tørvin á nýggjum íløgum í grøna orku og her ikki minst vindorku eins og eitt undirstøðukervi, sum kann herberga hesa orku. Verandi politikkur røkkur ov stutt á hesum øki, og tí er neyðugt við íløgum í elnetið eins og havnir.
Í løtuni megnar Evropa at framleiða 7 GW frá offshore vindi um árið vísa tøl frá WindEurope, sum er felagsskapurin, ið umboðar evorpeiska vindídnaðin. Skulu vit røkka málinum er neyðugt at økja um vindorkuna við 20 GW um árið seinnu helvt av hesum tíggju ára skeiðnum.
Keldur: Euronews og Ritzau
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald