Í fjør varð líknandi avtala gjørd við SV um at útseta útbjóðingina í eitt ár til 2023. Nú fara so at ganga tvey ár til orkufeløg aftur kunnu bjóða uppá nýggj leitiøki á norska landgrunninum.
Tað merkir, at nýggj leiting verður ikki fyrr enn eftir komandi stórtingsval í 2025.
Útsetan av leitingini var ein av treytunum frá SV fyri at stuðla fíggjarlógaruppskotinum hjá stjórnini. SV ynskir, at Norra, sum er størsti veitari av gassi til ES og ein týðandi framleiðari av olju, skal gevast við at leita eftir nýggjum olju og gasskeldum í sonevndum "frontier" økjum fyri harvið at taka hædd fyri veðurlagsbroytingunum.
Hóast nýggju avtaluna um ikki at lata nýggj loyvi í útjaðaraøkjum, so kunnu oljufeløg framhaldandi søkja um leitiloyvi í sonevndum búnum økjum, tvs. nærhendis økjum, har framleiðsla longu fer fram.
SV tekur annars undir við stjórnini, at tað hevur stóran týdning fyri norsku orkuvinnuna, at virksemi kann halda fram nærhendis verandi framleiðsluøkjum.
Terji Aasland, oljuráðharri: "No drama" tí møguleikarnir at leita eftir olju og gassi í búnum økjum framvegis er tilsteðar.
Norski oljumálaráðharrin Terji Aasland sigur við Reuters, at eingin orsøk til panikk og brúkar orðingina "no drama”, tí myndugleikarnir framvegis lata loyvi til nýggja leiting eftir olju og gassi í longu kendum leitiøkjum, nevnd APA.
Norra hevur vanliga tvær útbjóðingar annaðhvørt ár, eina í kendum økjum og eina í økjum, har tað als ikki hevur verið leitað áður. Tað er henda seinasta, sum nú er útsett.
Hóast avtaluna bera umboð fyri vinnuna ótta fyri tær avleiðingar henda kann fáa fyri vinnuna og tess virksemi. M.a. sigur stjórin í Equinor seg bera ótta fyri broytingunum, sum verða gjørdar í loyviskørmunum.
Hann sigur eisini, at vinnan átti at verið tikin við uppá ráð, áðrenn stjórnin gjørdi umrøddu avtaluna um at avmarka virksemið.
Umboð fyri SV sigur, at nýggja avtalan er eitt tekin um eina “nýggja kós” í norska orkupolitikkinum og vísir á, at tað er ein avmarking av oljuleiting.
Stjórnin við Jonas Gahr Støre á odda hevur hafturímóti sagt, at málið er at menna og ikki fasa út olju- og gassframleiðsluna, sum er størsta einstaka vinnan í Norra. Men tað er so ein sannroynd, at stjórnin er bundin av at fáa stuðul frá andstøðuni eisini. Tað er tó einki dulsmál, at stjórnarflokkarnir og SV sum heild eru ikki samdir um orkupolitikkin.
Hóast leitivirksemið í nýggjum økjum so sum Barentshavinum verður lagt á ís í nøkur ár, so hava orkufeløg og vinnan tó úr at gera, nú virksemið á landgrunninum er sera stórt eins og ætlanir eru um at fara undir nógvar nýggjar útbyggingar av olju- og gassleiðum. Roknað verður við at talan er um millum 20 og 30 verkætlanir, sum verða til veruleika komandi árini.
Hildegunn Blindheim, frá Offshore Norge ávarar um at gera karmarnar kring norska oljuvinnu minni tryggar.
Stjórin í Offshore Norge, Hildegunn Blindheim, sum umboðar olju- og gassvinnuna í Norra, ber ótta fyri tær óhepnu avleiðingar, sum útsetan av útbjóðing í nýggjum økjum kann fáa fyri vinnuna.
Hon vísir sambært NRK og E24 á, at Norra higartil hevur verið eyðkent fyri at hava tryggar karmar kring vinnuna. Við hesi nýggju avgerðini er ivi sáddur um, hvussu tryggir karmarnir vera í framtíðina, og tað kann hava ávirkan á áhugan hjá orku- og íløgufeløgum at gera íløgur í norskum øki í framtíðini. Og tað vil so aftur skapa órógv í tí so týðandi veitaravinnuni.
Hon vísir á, at Norra higartil hevur skattað orkufeløg hart, men talan hevur kortini verið um tryggar karmar og eina skipan, sum ikki er broytt alt eftir hvør hevur sitið í stjórn.
Við hesi seinastu avtaluni birtir stjórnin uppundir eina ótrygga framtíð í vinnuni. Avleiðingin er tann, at feløg nú mugu taka við í sínar metingar, tá tey gera íløgur í Norra, ein politiskan váða, sigur Blindheim.
Hon vísir á, at vinnan er greið yvir, at CO2 prísurin verður hækkaður og leggur hon dent á, at vinnan arbeiðir miðvíst fyri at minka um útlátið frá egnari framleiðslu. Hon vísir eisini á, at Evropa hevur tørv á norskari olju og gassi. Hesum ber hon ótta fyri við eini avmarking í nýggjari leiting.
Umboð fyri umhvørvisfeløg í Norra eru ikki samd við vinnuna. M.a. tekur Sigrun Aasland frá umhvørvisfelagsskapinum Zero, sera væl ímóti nýggju avtaluni. Hon vísir til frágreiðingar frá bæði ST og IEA, sum siga, at pláss er ikki fyri nýggjum oljuleiðum, um altjóða veðurlagsmálini skulu røkkast. Hon heldur Norra eigur at raðfesta íløgur í varandi orkukeldur heldur enn í fossilu vinnuna.
Leiðarin í umhvørvisfelagsskapinum Bellona, Frederic Hauge fegnast um, at SV hevur megnað at fáa stjórnina at halda aftur við leiting í nýggjum økjum. Hann heldur eisini, at hetta hevur týdning fyri kjakið um øki, har olja og gass als ikki eiga at vera partur av framtíðini. Hann vísir eisini á, at tað seinastu árini longu eru tillutað stórt tal av leitiloyvum.
Kenda bretska blaðið Financial Times er rættiliga avgjørt í síni greining av avgerðini hjá norsku stjórnini. Undir yvirskriftini "Domestic budget deal goes against Oslo’s promises to help Europe through energy crisis” skrivar blaðið, at avgerðin at útseta næstu útbjóðing til olju- og gassleiting við heilum trimum árum gongur beint ímóti lyftunum hjá norsku stjórnini at hjálpa Evropa gjøgnum orkukreppuna.
-Norra gevur seg út fyri at vera ein álítandi og demokratiskur veitari til Evropa. Landið hevur avloyst Russland sum størsti evropeiski veitari av gassi, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. Men avtalan, sum varð gjørd í Oslo týsdagin, talar beint ímóti tí retorikkinum, skrivar blaðið, sum tó vísir á, at Norra kortini framvegis fer at loyva orkufeløgum at leita eftir olju og gassi í nærøkjum, har framleiðslan kann fara í gongd rímuliga skjótt. Blaðið skrivar víðari, at tað er fyrst og fremst í Arktis, at leiting verður útsett. Her er váðin størri men møguleikar eru eisini at gera størri fund.
Blaðið skrivar víðari, at hóast norski forsætisráðharrin sigur, at Norra framvegis fer at leggja dent at menna orkuvinnuna, so finst andstøðan at stjórnini. Terje Halleland, orkutalsmaður fyri ein av høgraflokkunum sigur, at hetta er ein avgerð, sum verður sera væl móttikin í Moskva. Tað kann bara gagna Putin, at leitingin nú verður avmarkað. Formaðurin í Felagsskapinum av norskum ídnaði, Ståle Kyllingstad sigur sambært Financial Times, at avgerðin er eitt stórt afturstig. -Eg eri vónsvikin av, at stjórnin nú letur seg draga av SV. Heimurin og Evropa tørva orku, og vit mugu leita eftir meira olju og gassi til tess at nøkta henda tørv.
Norska minnilutastjórnin við Arbeiðaraflokkinum á odda fær støðugt minni undirtøku millum veljararnar. Seinasta veljarakanningin gevur Arbeiðaraflokkinum 17.1% undirtøku. Tað er lægsta undirtøkan nakrantíð. Harafturímóti fær størsti andstøðuflokkurin Høgra undirtøku frá 30% av veljarunum. Støre formaður í Arbeiðaraflokkinum og forsætisráðharri sigur orsøkina til afturgongdina vera kríggið í Evropa og høgu orku- og matprísirnir. Andstøðupolitikarar siga, at stjórnin hevur ikki tikið nóg stór sosial atlit í verandi prískreppu veit NRK at siga frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald