Uttanlands

Norra vil vera meira grønt

Norska stjórnin hevur lagt fram ein tiltakspakka, sum skal gera norska ídnaðin meira grønan

Norski vinnumálaráðharrin Jan Christian Vestre við nýggjum tilskotspakka, nevndur

Norski vinnumálaráðharrin Jan Christian Vestre við nýggjum tilskotspakka, nevndur "Grønt industriløft".

2023-07-02 17:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Fíggjadagin legði norski vinnulívsráðharrin Jan Christian Vestre úr Arbeiðaraflokkinum fram ein pakka, sum fevnir um fleiri víðgongd  tiltøk á grønu leiðini. Hann er eitt svar til tiltøk hjá amerikonsku stjórnini at skunda undir grøna orkuskiftið gjøgnum stuðul til fyritøkur, sum vilja gera grønar íløgur í USA, eisini nevndur “Inflation Reduction ACT (IRA).

Hetta stigið hjá Biden forseta hevur skapt stóra ónøgd í ES londum eins og í Norra, tí tað kann hava við sær eina ójavna kapping, nú evropeiskar fyritøkur kunnu fáa almennan stuðul fyri at fremja teirra grønu loysnir í USA heldur enn í Evropa. 

Millum norsku fyritøkurnar, sum koma at merkja ójøvnu kappingina, er ætlanin at byggja eina risastóra battarífyritøku í Mo í Rana. Amerikanska skipanin hevur fingið norskar fyritøkur sum Corvus og Freyr at krevja meira stuðul frá norsku stjórnini og hava annars hótt við at fara til USA við sínum íløgum orsakað av teirra stuðulsskipanum. Sama er galdandi fyri hydrogenfyritøkuna Hydrogenpro skrivar E24. Alt fyritøkur, sum hava ætlanir um at gera stórar nýggjar íløgur í grøna orkuskiftið. 

Fyri at ganga hesum fyritøkunum og øðrum við á møti hevur norska stjórnin lagt fram eitt uppskot nevnt “Grønt industriløft”, sum skal taka kappingina upp við nýggja politikkin hjá Biden forseta. Hetta fer tó at leggja dent á aðrar og øðrvísi leiðir í framtíðar orkuídnaðarpolitikkinum.

Stjórnin leggur seg eftir at raðfesta níggju øki innan grøna orkuskiftið. Hesi eru havvindur, hydrogen, battaríir, maritima ídnaðin, CO2 handfaring, skógir og biobúskap og loksins sólorku og framleiðsluídnað. Uppskotið hjá stjórnini, sum fyrstu ferð varð lagt fram í fjør, er mett at kosta statinum 60 mia. kr., sum skulu seta ferð á grønu vinnuna. 

Høvuðsendamálið við nýggju tiltøkunum hjá stjórnini er at skunda undir áhugan hjá privatum íleggjarum at gera íløgur í grøna orkuskiftið, har staturin eisini tekur lut við ávísari upphædd. Síðani uppskotið varð lagt fram í fjør eru útreiðslurnar til grønar orkuloysnir farnar til “himmals” skrivar E24 og hetta fevnir serstakliga um havvind og fangan og goymslu av CO2. Og hetta fyllur sum vera man nógv í grøna orkukjakinum í Norra. 

Tá vinnuráðharrin hevði tíðindafund fríggjadagin legði hann fram einstøku lutirnar í nýggja uppskotspakkanum og  lovaði hann m.a. at lata eina mia. kr. í stuðuli til stórar battaríverkætlanir. Slíkur stuðul skal vera klárur  til fíggjarlógina í heyst. 

Norsk vinna, sum ynskir at fylgja grønu bylgjuni í øðrum londum so sum Bretlandi, Týsklandi, Danmark og nú eisini USA, hevur leingi bíðað eftir einum útspæli frá  stjórnini, eftir at amerikanska stjórnin í fjør samtykti eitt uppskot, sum skal kollvelta íløguhugin í grøna orkuskiftið - har staturin við at lata fyritøkum stuðul til grønar orkuloysnir gevur privatu fyritøkunum eina góða orsøk til at menna sítt virksemi í USA heldur enn aðrastaðni. Tað hevur so eisini fingið fyritøkur í Evropa at flyta sínar íløguætlanir á grøna økinum til USA fyri á tann hátt at vera partur av amerikanska stuðulspolitikkinum. 

Norska stjórnin lovar við sínum nýggja tilskotspakka at vera við til at lánifíggja grønar verkætlanir longu frá byrjan út frá marknaðartreytum eisini nevnt “Grønt industriløft”.

Sambært E24 og NRK fer vinnuráðharrin at koma við einum lista yvir fyritøkur, sum skulu fáa sonevnd innovatiónstilskot. Hann vil tó ikki siga, hvørjar fyritøkur talan er um. Tvs. at norska skipanin verður øðrvísi enn tann amerikanska, sum letur beinleiðis stuðul til verktætlanir. Í Norra fer man eftir grøngóðskufyritøkum, sum hava innovativar ætlanir og loysnir fyri at liva upp til grøna orkuskiftið.

Endamálið við hesum er at raðfesta tær fyritøkur við teimum bestu verkætlanunum, tær, sum hava víst hegni til nýhugsan á grøna orkuøkinum og sum kunnu menna slóðbrótandi tøkni sigur Vestre og vísir á, at effektivitetur stendur ovarliga í hesum ætlanunum. 

Nýggja battaríverksmiðjan hjá Giga Arctic í Mo í Runa er eitt gott dømi um, hvørjar verkætlanir staturin helst fer inn og stuðlar, tí slík kann fáa grundleggjandi týdning fyri alt tað norska samfelagið og heimin fyri tað.

Higartil hava umboð fyri vinnuna sagt seg vera ónøgd við uppskotið frá stjórnini, tí tað røkkur ikki so langt sum tað í USA. Vestre ger tó greitt, at man ynskir at velja aðrar fíggingarloysnir enn tær í USA, sum geva fyritøkunum skattakredittir til tess at koma í gongd.

Vestre sigur bart út, at skattakredittir og framleiðslustuðul er ikki vegurin Norra skal ganga. Stjórnin hevur aðrar betri loysnir, sum hon fer at kunngera í sambandi við komandi fíggjarlóg. Hann sigur, at orkustórveldið í heiminum Norra, skal halda fram á somu leið sum higartil, nevniliga at vera tað landið í hekminum, sum er skjótast og best til at umleggja búskapin, til tann dagurin kemur, tá heimurin ikki longur eitur olja og gass. -Eg haldi tað eru nógvar góðar orsøkir til, at vit kunnu fáa lønsemi í íløgur í grønar virðisketur í Norra. 

Ráðharrin vísir á, at talan má vera um at samskipa íløgurnar í tær bestu grønu orkuloysnirnar, og her eigur tað privata Norra at ganga undan - við stuðuli frá statinum so ella so. Hann sipar her til, at staturin hevur goldið 1 mia. kr. í tilskoti til battaríframleiðsluni, har tey privatu hava brúkt 17 mia. 

Hann staðfestir, at tað er nógv, sum 5,5 mió. íbúgvar í Norra kunnu gera, men Norra kann ikki átaka sær ábygdina av øllum heimsins grøna orkuskifti. 

Vinnumálaráðið hevur gjørt eina útrokning, um Norra skal liva upp til grøna orkuskiftið í USA. Tað fer at kosta 5,5 mia. kr. um árið komandi 10 árini. Og tað er munandi minni enn tað Norra ger í dag. Í 2023 hevur staturin játtað 5,6 mia. til Enova, 3,6 mia. til langskip og tilsamans 2,5 mia. til veðurlagstøkni og grønt orkuskifti. 

Umboð fyri andstøðuna halda lítið um uppskotið frá stjórnini, tí fleiri nýggj arbeiðspláss síggjast ikki eiheldur virðisøking í Norra verður sagt. Hetta er einki annað enn grønur retorikkur, uttan hald í veruleikanum siga andstøðuflokkar. Stjórnin hevur við sínum skattapolitikki í veruleikanum roynt at ræða íleggjarar burtur.

Nú skal stjórnin so til at samráðast við stuðulsflokkin SV, sum er avgerandi fyri meirilutan hjá minnilutastjórnini. 

Hetta hendir um somu tíð, sum stjórnin hevur givið grønt ljós til 19 stórar útbyggingar í olju- og gassvinnuni, og har umhvørvisfelagsskapir eru farnir í rættin við norsku stjórnini fyri at steðga menningini av olju- og gassvirksemi. Líknandi sak hevur áður verið víst aftur av dómstólinum. Men saksøkararnir halda støðan er broytt so mikið við veðurlagsbroytingum, at rætturin eigur at kunna taka eina nýggja og øðrvísi støðu nú. Teir siga, at norski staturin hevur  skyldu til við atliti at veðurlagi og umhvørvi at nokta nýggjum oljuøkjum.

Harafturat hevur staturin skyldu at kanna globalu veðurlagsávirkanina av nýggjum oljuøkjum, áðrenn tey verða góðkend.

Greenpeace og Natur og Ungdom siga, at norska stjórnin eigur at hugsa um komandi ættarlið í avgerðum, sum snúgva seg um at útvinna meira fossila orku.

Keldur: E24 og NRK

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder