Uttanlands

Norska Equinor stríðist við havvindorku í USA

Felagið kann rokna við milliarda undirskoti av fleiri havvindorkuverkætlanum í USA

Anders Opedal, samtaksstjóri í Equinor sigur, at útbygging av havvindi setir stór krøv.

Anders Opedal, samtaksstjóri í Equinor sigur, at útbygging av havvindi setir stór krøv.

2023-11-06 09:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Í gjár frættu vit, at danski orkurisin Ørsted er í hørðum mótvindi í USA í sambandi við útbyggingar av havvindmyllum til havs. Nú raka vánaligu umstøðurnar til havvind eisini norsku orkufyritøkuna Equinor skrivar E24.

Equinor stendur til at fáa ein dyggan framá uppá fleiri milliardir kr., sum úrslit av hækkandi kostnaði fyri fleiri havvindmylnulundir í USA.

-Hetta er krevjandi sigur Anders Opedal, samtaksstjóri í felagnum. Equinor, sum er eitt av teimum gomlu oljufeløgunum, ið hevur gjørt av at brúka stórar upphæddir til grønar orkuloysnir, hevur seinastu árini verið partur av fleiri havvindverkætlanum í USA, Empire Wind 1 og 2 og Beacon Wind 1. Vaksandi kostnaðurin hevur fingið Equinor til at niðurskriva virðið við stórum upphæddum.

[object Object]

Orsøkin til hækkandi útreiðslurnar er m.a. hægri inflatión og avmarkingar í virðisketuni sigur Equinor. Opedal stjóri, sum leingi hevur havt stórar vónir til eitt nú havvind, viðgongur, at støðan í løtuni er sera krevjandi. Bæði Equinor og onnur feløg hava roynt at fáa myndugleikarnar í New York at ganga við til eina príshækking vegna nýggju útreiðslurnar men fingu ikki viðhald. Tað hevur nú fingið Equinor at meta um avleiðingarnar og vil felagið nú endurskoða verkætlaninar. 

Stjórin í Equinor er varin at úttala seg um íløgurnar, sum felagið hevur gjørt í grøna orkaskiftið her serstakliga innan havvind. Hann sigur, at nú fyritøkan hevur fingið at vita frá amerikonskum myndugleikum, at felagið sleppur ikki at hækka prísin fyri minka um útreiðsluvøksturin, so krevur tað eisini, at felagið hyggur eftir, hvat er skilabest at gera.

Fyrrverandi Statoil fekk ein dyggan frammaná, tá tað gjørdi íløgur í oljusand í USA og Kanada nøkur ár herfyri. Nú verður so spurt, um søgan er við at endurtaka seg, hesaferð bara innan grøna orku. 

Opedal sigur, at Equinor hevur gingið á odda við ma. at byggja heimsins størstu havvindmylnulund, Dogger Bank í Bretlandi. Henda ætlan hevur gingið væl og fer at framleiða 5% av samlaðu streymnýtsluni í Bretlandi. Opedal sigur víðari, at nýggja tíðin við grønari orku fer at krevja nógv av bestu høvdunum hjá Equinor. Tað fer at seta stór krøv til samstarv við framleiðarar og myndugleikar sum jú allir hava sama mál innan grøna orkuskiftið.  

Tað hava verið trupulleikar innan havvindmylnuídnaðin í eina tíð og herfyri var eingin umsókn til stóra havvindorkuútbjóðing í Bretlandi. Stjórin í Equinor sigur, at hann hevur vónir um havvind uppá sikt og vísir á,at tað er ikki bara Equinor, sum stríðist við høgu kostnaðarhækkingarnar. Skjótt verður ein havvindorku útbjóðing í Norra eisini og onkur ber ótta fyri, at tað fer at ganga sum í Bretlandi. Kortini heldur Equinorstjórin, at havvindur fer at vera ein týðandi partur av orkusamansetingini eftir 2030. 

Støðan við havvindi er sera krevjandi fyri tíðina globalt. Hetta fyrst og fremst orsakað av kostnaðarvøkstri, sum rakar øll sløg av orkuframleiðslu - saman við sera stórum trýsti á framleiðarar til havvindverkætlanir sigur Jon Evang í “Forbybar Norge” í eini viðmerking til E24. Hann vísir tó á, at møguleiki er fyri, at kostnaðurin fyri týðandi rávørur fer at minka og viðurskiftini fara at gerast meira vanlig aftur miðskeiðis í 20-unum.

Hann sigur víðari, at tað er avgerandi fyri norskan havvind, at Equinor og onnur feløg klára seg globalt. Hann vónar, at ein loysn verður funnin fyri stóru verkætlaninar við havvindi í USA.

Equinor hevur dugað væl at menna havvindorku á Dogger Bank í Bretlandi og á Hywind Tampen á norska landgrunninum. Equinor hevur so eisini fleiri aðrar havvindorkuverkætlanir á tekniborðinum bæði í Brasil og Pólandi eins og í USA.

Anders Opedal hjá Equinor sigur, at teir nú fyrireika seg til at elektrifisera framleiðsluna av LNG á Melkøya eins og elektrifisering av Gina Krog oljuleiðini úr landi. Hetta fer at minka munandi um útlátið. 

Stórur spenningur er annars um støðuna hjá donsku fyritøkuni Ørsted, sum leggur roknskap fram fyri triðja ársfjórðing í dag. Roknað verður við stórum niðurskrivingum og spennandi verður at frætta, hvussu fyritøkan sær framtíðar útlitini fyri havvindorkuverkætlanum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder