Tað var í 27. september í fjør, at bretskir myndugleikar loksins góvu grønt ljós til at byggja út stóru olju- og gassleiðina Rosebank einans 15 kilometrar eystan fyri Føroyar. Hon er mett at goyma góðar 500 mió. tunnur av olju og gassi og fer útbyggingin at kosta umleið 60 mia. kr. Framleiðslan er mett at byrja longu í 2026-27 og fer at halda fram í 25 ár.
Hon fer at fáa stóran týdning fyri virksemið á Atlantsmótinum, økið millum Hetland og Føroyar, og fer m.a. at skapa arbeiði til fyritøkur, havnir oo. í Skotlandi, Hetlandi eins og í Norra. Men hon kann helst meira enn tað. Nú Rosebank keldan liggur so tætt við Føroyar, kunnu bæði útbygging eins og rakstur koma at gagna føroyskum veitarum, sum kunnu bjóða sínar tænastur fram til Equinor. Nakað, sum tær hava gjørt áður eisini, tá leitingin við Føroyar varð í hæddini.
Til tess at lata upp fyri hesum spildurnýggja møguleikanum hjá føroyskum fyritøkum at gerast veitarar til eina nýggja og stóra olju- og gassleið so tætt við Føroyar, hevur felagið FOÍB, “Føroya Orkuídnaðarbólkur” saman við Sjóvinnufelagnum tikið stig til at fáa nøkur av oddafólkunum hjá Equinor í Bretlandi og Norra at vitja í Føroyum. Eisini fer at verða høvi hjá føroyingum annars at hoyra meira um Rosebank og Equinor á tiltaki á Hotel Hilton Garden Inn týsdagin 16. januar.
Jan Müller, stjóri í FOÍB og Louis Wilson, umboðsmaður hjá FOÍB í Bretlandi her á vitjan á høvuðsskrivstovuni hjá Equinor í Aberdeen í Skotlandi fyrr í ár saman við Arne Gürtner, stjóra hjá Equinor og Jákup Øregaard, sum stendur á odda fyri boringum hjá felagnum uttan fyri Norra.
Arne Gürtner, stjóri í Equinor í Bretlandi, hevur tikið av innbjóðingini at vitja. Hetta bæði fyri at kunna um Rosebank og Equinor og fyri at vita, hvat fyritøkur her og Føroyar sum heild hava at bjóða fram ísambandi framtíðar virksmi í grannalagnum.
Einki av Equinor fólkunum, sum arbeiða í Aberdeen, hava verið í Føroyum fyrr. Og nú virksemið hjá fyritøkuni førkar seg longur vestur í hav og nærkast Føroyum, vilja tey fegin læra nýggja grannan betri at kenna.
M.a. hvørji stór framstig eru hend í lítla oyggjasamfelagnum úti í Norðuratlantshavi hvat flest øllum nútíðar hentleikum viðvíkur og her ikki minst einum vælútbygdum undirstøðukervi við m.a. 4 undirsjóvartunlum, einum nútímans altjóða flogvølli við ferðamøguleikum hvønn dag til útheimin, spildurnýggjum gistingarhúsum, væl útbygdum havnum, sjúkrahúsum osfr.
Nærhendis Rosebank og tætt við føroyska markið eru fleiri aðrar olju- og gasskeldur, sum møguliga eisini verða útbygdar til framleiðslu komandi árini. Ein teirra er Cambo.
Kunna um Rosebank og Equinor
Talan er um ovasta stjóran hjá Equinor í Bretlandi, Arne Gürtner við evstu ábyrgd av útbyggingini av Rosebank feltinum, ið nú kemur til Føroya. Hann er leiðari fyri øllum virksemi hjá Equinor í Bretlandi eins og Írlandi og eru Føroyar eisini hansara ábyrgdarøki. Tom Pirie, sum stendur á odda fyri sjálvari útbyggingini av Rosebank kelduni, er eisini partur av ferðalagnum.
Rosebank keldan liggur bert 15 kilometrar frá føroyska markinum
Teir báðir fara at hava framløgur á tiltakinum, har teir greiða frá komandi virkseminum á Rosebank og hvat fyri møguleikar hetta kann hava fyri føroyska sjóvinnu, veitarar til sjóvinnuna, eins og fyri aðrar tænastuveitarar í Føroyum. Eisini umrøða teir virksemið hjá Equinor annars. Haraftrat fer Richard Mortensen frá Mest at hava eina framløgu um veitaraumhvørvið í Føroyum.
David Cairns, ið hevur ábyrgdina av samskiftinum millum Equinor og bretskar myndugleikar og stjórninaer eisini við. Somuleiðis Lucinda Layfield, skrivari. Haraftrat er føroyingurin Jákup Øregaard, sum stendur á odda fyri boringum hjá Equinor uttan fyri Norra. Hann er búsitandi í Stavanger.
Undir vitjanini í Føroyum, sum er í døgunum frá 16. til 17. januar, fara Equinor fólkini at vitja fleiri føroyskar veitarafyritøkur eins og luttaka í einum stórum kunnandi tiltaki, ið Sjóvinnufelagið skipar fyri á Hotel Hilton Garden Inn. Tað verður týsdagin 16. januar kl. 9.30. Tiltakið er ætlað øllum, sum hava áhuga og tilknýti til føroyska sjóvinnu, og veitarar til sjóvinnuna í Føroyum.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding, sum fer fram við at senda teldupost til [email protected] í seinasta lagi 13. januar.
Nú Equinor, sum telist millum tey stóru orkufeløgini í Evropa, eisini er virkið innan bæði leiting og innan grøna orkuskiftið, verður eisini vitjað hjá Jarðfeingi eins og hjá SEV, har umboð fyri bæði EFFO, Magn og Umhvørvisstovuna eisini luttaka.
FOÍB og Sjóvinnufelagið fegnast
Í viðmerking til vitjanina sigur stjórin í FOÍB, Jan Müller, at felagið, sum eisini er umboðað av tess umboðsmanni í Bretlandi, Louis Wilson, hevur arbeitt við hesi verkætlan í longri tíð og hevur bert bíðað eftir, at bretskir myndugleikar góvu grønt ljós til hana. Nú tað er hent, ber til at siga, at lív fer at koma í økið nær føroyska markið, sum harvið eisini kann lata upp dyr inn til føroyska marknaðin. Hann fegnast um samstarvið við Sjóvinnufelagið, sum er grundarlagið undir hesi forkunnugu vitjan.
Stjórin í FOÍB vísir á, at nú bretska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon ynskir at skunda undir útbyggingar av olju- og gassleiðum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum eins og nýggja leiting, m.a. fyri at verja orkutrygdina, kunnu vit rokna við, at eisini aðrar longu funnar leiðir í grannalagnum fara at verða útbygdar til framleiðslu, eitt nú stóra keldan Cambo, sum liggur heilt tætt við føroyska markið.
“Slíkt nýtt virksemi so tætt við Føroyar kemur eisini væl við hjá føroyskum myndugleikum. Tað sampakkar m.a. við tann politikkin, sum bæði undanfarin landsstýri og tað núverandi vilja, nevniliga at gera Føroyar til ein tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi. Vitjanin av Equinor kann møguliga hugsast at gerast eitt týðandi stig á hesi leið.
Hon kann vónandi eisini vera við til at seta aðrar ringar í sjógvin, har ljós aftur fer at verða varpað á framtíðar leiting á føroyska landgrunninum. Og í tí høpi mugu vit heldur ikki gloyma teir mongu føroyingarnar, sum í dag arbeiða í altjóða offshore vinnuni, og sum fegnir høvdu viljað sæð framtíðar arbeiðsmøguleikar um okkara leiðir”, sigur Jan Müller.
Mouritz Mohr, formaður í Sjóvinnufelagnum. MEST hevði ein týðandi leiklut, tá ein risastórur boripallur í 2014 varð umvældur á Skálafjørðinum.Tá var tað Statoil, fyrrverandi Equinor, sum stóð fyri boring á landgrunninum.
Formaðurin í Sjóvinnufelagnum, Mouritz Mohr er eisini sera fegin um, at Equinor hevur tikið av innbjóðing at koma til Føroya at síggja umstøður og møguleikar her:
“Vit í Sjóvinnufelagnum meta hesa vitjanina vera sera umráðandi og viðkomandi fyri føroyska sjóvinnu og veitarar til sjóvinnuna, og síggja vit stórar møguleikar fyri veiting av tænastum o.a nú virksemi verður á Rosebank".
Stóra móttøku- og framleiðsluskipið Petrojarl Knarr, (FPSO), sum nú verður gjørt klárt til framleiðslu nær við Føroyar um trý ár ella so.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald