Hetta verður ein tann størsti stuðulin, sum Norra hevur latið nakrantíð heldur menningarráðharrin í norsku stjórnini sambært e24. Tíðindini vóru kunngjørd á ST veðurlagsfundinum í New York nú um dagarnar.
Norra hevur annars ikki verið høgt í metum millum fleiri luttakarar á ST aðalfundinum, nú Norra verður mett at gera ov lítið fyri at minka um CO2 útláitð. ST aðalskrivarin hevur funnist harðliga at Norra fyri ikki at gera nokk til tess at minka um útlátið.
Við tíðindunum um norska stuðulin til menningarlond roynir norska stjórnin at broyta støðutakanina til norska stuðulin til grøna orkuskiftið. Nú skulu fimm mia. kr. hjálpa fyritøkum í menningarlondunum til at fremja grøna orkuskiftið. Tað fegnast norska stjórnin um. Pengarnir eru settir av á fíggjarlógunum fyri 2024 og 2025.
Ein av høvuðsniðurstøðunum á ST aðalfundinum í farnu viku var manglandi áhugin hjá ríku londunum at gera íløgur í varandi orku í Afrika. Bert 2% av árligu altjóða íløgunum í varandi orku fara til Afrika. Um somu tíð ynskja fleiri afrikonsk lond at útvinna meira olju og gass.
Bæði norski forsætisráðharrin og onnur í stjórnini halda, at lond í Afrika skulu gloyma alt um olju og gass men heldur gera íløgur í varandi orkukeldur.
Um somu tíð sum Norra ræður afrikonskum londum til at gloyma olju og gass, er Norra í ferð við at geva loyvi til risastórar íløgur í nettupp olju og gass. Íløgur uppá 200 mia. vórðu herfyri góðkendar av norskum myndugleikum. Tað hendir um somu tíð sum norska Equinor ger stórar íløgur í olju- og gassverkætlanir í Tanzania, Brasil og Argentina.
Norski uttanríkisráðharrin Tvinnereim sigur, at tað sjálvandi er avgerðin hjá afrikonskum stjórnum, um tær ynskja at gera brúk av egnum tilfeingi so sum olju, gassi og koli. Norski uttanríkisráðharrin heldur ikki, at Norra hevur mótstríðandi áhugamál tá talan er um veðurlag og oljupolitikk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald