Hetta sigur hann sambært NRK. Hann heldur ráðstevnan er væl løgd til rættis og hevur byrjanin verið góð. Komandi dagarnar vera tó meira avbjóðandi. -Nú skulu samráðingar til um mál, sum luttakaralondini koma at taka støðu til og plikta seg til.
Støre, sum umboðar eitt av mest týðandi olju- og gassframleiðandi londunum í Evropa, segði í síni røðu á ráðstevnuni, at Norra fer at lata 270 mió. kr. til nýggja grunnin, sum er við at verða settur á stovn. Talan er um ein grunn, sum skal rinda fyri náttúruskaðar í fátækum londum orsakað av veðurlagsbroytingunum. Stovnan av hesum grunninum varð eitt av stóru málunum á ráðstevnuni í Glasgow, tó at londini higartil ikki hava rokkið til eina avtalu. Hon kemur nú.
Støre vísti á, at talan er ikki um eingangsupphæddir, men nakað, sum tey ríkaru londini skulu binda seg til at gjalda fast í grunnin.
Nýggi skaðagrunnurin verður mettur at vera eitt av mest týðandi málunum á COP28. Støre sigur við NRK, at nýggi grunnurin vísir, at vertirnir fyri ráðstevnuna hava gjørt sítt heimaarbeiði.
Hann heldur eisini, at tað hevur stóran týdning fyri víðari gongdina á ráðstevnuni, at man hevur fingið eina avtalu um ein so týðandi grunn, ið skal hjálpa serliga menningarlondum, ið eru og verða rakt av herviligum náttúruvanlukkum í kjalarvørrinum á veðurlagsbroytingunum.
Fleiri týðandi avtalur er annars gjørdar á ráðstevnuni. Eitt nú hava 50 olju- og gassfeløg bundið seg til at røkka null útláti av metan í 2030. Metan er ein nógv størri hóttan móti veðurlagsbroytingum enn CO2.
Eisini eru avtalur gjørdar um at trýfalda íløgur í varandi orku, her m.a. at økja um íløgurnar í kjarnorku. Avtalur fara eisini at verða gjørdar um at steðga so líðandi við kolaorku. Spurningurin um at stegða við olju- og gassframleiðslu er eisini at skránni fyri ráðstevnuna og hevur ST aðalskrivarin heitt á luttakaralondini at taka stig til eina stigvísa minking av olju og gassi í orkuskipanini.
Umboð fyri eitt nú olju- og gassframleiðandi lond í Miðeystri hava víst á, at olju- og gassvinnan er ein týðandi partur av grøna orkuskiftinum, tí hesi eru við til at menna nýggja grøna tøkni og at fíggja grøna orkuskiftið.
Keldur: NRK, Sky News, BBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald