Nú um dagarnar fingu Føroyar forkunnuga vitjan. Talan var um leiðandi fólk frá norska orkufelagnum Equinor (fyrrv. Statoil), ið høvdu tikið av innbjóðan frá FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur) og Sjóvinnufelagnum. Endamálið við vitjanini var at kunna Equinor um Føroyar og føroyska veitaravinnu, nú grønt ljós er givið til eina stóra útbygging av olju- og gasskelduni Rosebank nær við føroyska markið.
Nú talan er um eina útbygging, sum liggur nærri Føroyum enn nøkur útbygging áður, verður hildið, at Føroyar kunnu bjóða seg fram at veita vørur og tænastur til Rosebank verkætlanina komandi mongu árini. Rosebank liggur einans 6 fjóðringar frá føroyska markinum.
Í tráð við vinnupolitikkin hjá bæði undanfarnum og núverandi landsstýri um at gera Føroyar til ein tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi, varð farið undir at kanna møguleikan fyri at fáa orkufeløg, sum hava funnið olju og gass í stórum nøgdum skamt frá markinum, at vitja í Føroyum og her við egnum eygum síggja, hvat føroyskar fyritøkur eins og havnir og myndugleikar hava at bjóða fram til menning av virkseminum á Atlantsmótinum (økið millum Føroyar og Hetland).
FOÍB og Sjóvinnufelag draga eina línu
FOÍB, sum í fleiri ár hevur ment sítt netverk í útlandinum, hevur verið atlimur í tí stóra bretska orkuvinnufelagsskapinum “Offshore Energies UK”, OEUK, har eisini norska Equinor er limur eins og Arne Gürtner, stjóri í Equinor er nevndarlimur í hesum stórorkufelagnum.
Í fjør fekk FOÍB høvi til at støkka inn á gólvið á høvuðsskrivstovuni hjá Equinor í Aberdeen og hitti har stjóran Arne Gürtner, ið hevur ábyrgdina av stóru Rosebank útbyggingini við markið.
Louis Wilson frá FOÍB á fundi við stjóran í Equinor í Bretlandi, Arne Gürtner og Jákup Øregaard, boristjóra í Equinor. Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base í Runavík var við á fundinum og kunnaði m.a. um leitingina við Føroyar. Eli er eisini næstformaður í Sjóvinnufelagnum. Mynd Jan Müller.
Eftir stutta kunning um Føroyar og veitaraumhvørvið her var hann straks sinnaður at taka av innbjóðing at koma til Føroya, sum hann ikki hevur vitjað áður. Hann hevði tá júst verið á vitjan í Hetlandi fyri har at síggja, hvørjar tænastur veitarafyritøkur har kunnu bjóða fram. Tí kendi hann tað sum eina náttúrliga uppfylging eisini at síggja og hoyra, hvat enn eitt oyggjaland í Norðuratlantshavi, nærhendis komandi Rosebank keldu, hevur at bjóða fram av tænastum.
Frá fyrsta fundinum við Equinor í Aberdeen. Fv. Jákup Øregaard, Arne Gürtner frá Equinor og Jan Müller og Louis Wilson frá FOÍB.
Fyri Sjóvinnufelagið í Vinnuhúsinum varð hetta eisini ein upplagdur møguleiki og uppgáva, nú tess limir nettupp eru teir, ið bjóða fram vørur og tænastur til eitt nú sjó- og offshorevinnuna. Nakað hesir eisini hava drúgvar royndir við frá tíðini, tá oljufeløg leitaðu í føroyskum øki. Tað var tí ein skilagóð og nærliggjandi samanseting hjá hesum báðum feløgunum at standa fyri og skipa fyri vitjanini.
Frá væleydnaða kunningartiltakinum á Hilton.
Jan Müller, stjóri í FOÍB sigur í eini viðmerking til vitjanina, at royndirnar hjá FOÍB, tá felagið hevur luttikið á ráðstevnum og messum í útlandinum fyri bæði at kunna um leiting og veitingarvinnu, hava verið, at fólk og fyritøkur sum heild kenna sera lítið til Føroyar og hvat vit kunnu og hava at bjóða fram. Tí hevur besta svarið til hetta verið at fáa fólk henda vegin. Og vitjanin av Equinor er eitt gott dømi í so máta.
Mouritz Mohr, formaður í Sjóvinnufelagnum, sum sær stórar møguleikar fyri samvinnu millum føroyskar veitarar og útlendsk vinnufeløg.
Eisini fyri Sjóvinnufelagið er vitjanin sera kærkomin. Formaðurin Mouritz Mohr fegnast um, at tað eydnaðist at fáa Equinor henda vegin og vónar, at hetta bara er byrjanin til nakað meiri og størri. Hann er eisini sera væl nøgdur við stóru undirtøkuna á kunnandi fundinum í Havn herfyri, har meira enn 100 fólk frá 50 fyritøkum úr øllum landinum eins og umboð fyri myndugleikar og politikarar møttu at hoyra um Rosebank og Equinor.
Á fundinum hevði Richard Mortensen frá Mest eina sera áhugaverda framløgu um føroyska veitaraumhvørvið eins og Louis Wilson frá FOÍB kunnaði um upprunan til vitjanina eins og samstarvið við Sjóvinnufelagið. Frá Equinor høvdu Arne Gürtner og Jákup Øregaard framløgur um Rosebank eins og annað virksemi hjá felagnum.
Vitjaðu fleiri fyritøkur
Umframt stóra kunningarfundin í snotuligu og rúmligu ráðstevnuhølunum á Hotel Hilton Garden Inn, vitjaðu Equinor umboðini eisini sjey ymiskar veitarafyritøkur á Føroya-ferðini, allar fyritøkur, sum áður og ella framhaldandi veita tænastur til offshorevinnuna.
SEV: Haraftrat varð vitjað í vindmylnuhásætinum hjá SEV á Húsareyni, har umboð fyri Effo, Magn og Umhvørvisstovuna eisini vórðu tilsteðar. Meira um ta vitjanina í komandi grein.
JARÐFEINGI: Loksins gekk leiðin so eisini inn á gólvið hjá Jarðfeingi, har kunnað varð um arbeiðið hjá stovninum m.a. í sambandi við framtíðar leiting. Nú Rosebank leiðin liggur so tætt upp at føroysku undirgrundini var møguleikin fyri at finna líknandi olju- og gassberandi løg føroysku megin markið eisini havdur á lofti.
LØGTINGIÐ: Áðrenn gestirnir frá Equinor fór avstað aftur lat Johan Dahl, tingmaður og næstformaður í Løgtininum dyrnar upp í heimsins elsta tingi og greiddi frá søguni hjá tinginum og politisku gongdini annars í Føroyum.
Frá vitjanini í Løgtinginum, har Johan Dahl, næstformaður var vertur. Á myndini eisini umboð fyri Equinor og FOÍB.
HEIMAFTUR: Equinor fólkini kundu eftir eina strævna men væleydnaða Føroyavitjan fara heimaftur til at lata tær mongu upplivingarnar og uppdagingarnar sodna. Livst so spyrst.
Eitt seinasta - fyribils - farvæl við kavaklædda føroyska høvuðsstaðin. Fv. Jákup Øregaard, Arne Gürtner, David Cairn og Lucinda Layfield.
FØROYA TELE: Føroya Tele var fyrsta fyritøkan, sum tók ímóti útlendsku orkugestunum. Fyritøkan er ein av teimum fyritøkunum í Føroyum, sum nú í fleiri ár hevur veitt tænastur til offshorevinnuna í grannalagnum. Talan er um fjarskiftistænastur til olju- og gasspallar hjá BP og TotalEnergies bæði á Atlantsmótinum og í Norðsjónum.
Í løtuni er Føroya Tele í samráðingum við Equinor um at veita líknandi fjarskiftistænastur frá Shefa 2 kaðalinum til komandi Rosebank leiðina. Ta uppgávuna fingu umboðini fyri Equinor og Føroya Tele høvi til at umrøða á fundinum eins og kunnað eisini varð um aðrar tænastur, sum føroyska stórfyritøkan er før fyri at veita.
Gestirnir vóru ikki sørt hugtiknir av hesum arbeiðinum eitt nú breiðbandsdekninginum í Føroyum umframt stórbara bygninginum hjá hesi eini tí størstu føroysku fyritøkuni yvirhøvur.
VITJAN HJÁ FØROYSKUM FYRITØKUM: Hinar fyritøkurnar, sum vórðu vitjaðar, vóru PM Heilsøla, MEST, Atlantic Airways, Skansi Offshore, Atlantic Supply Base og Runavíkar havn. Allar hava tær verið við til at veita tænastur til offshorevirksemi við Føroyar og í útlandinum. Myndirnar niðanfyri eru frá ymsu vitjanunum hjá føroyskum veitarum.
PM HEILSØLA:
"The grand old man í føroyskari vinnu - still going strong". Poul Michelsen tekur saman við leiðsluni í PM ímóti gestunum frá Equinor, sum eisini síggja nýggju stóru frystihøllina.
ATLANTIC AIRWAYS: Hans Erik Jakobsen frá Atlantic Airways greiðir frá um nógva offshorevirksemið, ið felagið hevur verið partur av og fegið vil halda fram við.
MEST: Vitjað varð hjá Mest bæði í Havn og á Skála, har m.a. komandi turrdokkin hevði stóran áhuga, og har Mouritz Mohr og Richard Mortensen greiddu frá virkseminum.
SKANSI: Skansi Offshore hevur tætt samstarv við Equinor í Norra. Stjórin Jens Meinhard Rasmussen vónar, at hetta samstarv í framtíðini eisini kann fevna um virksemi nærhendis Føroyum.
RUNAVIKAR HAVN OG ASB: Seinasta vitjanin var til Runavíkar havn og Atlantic Supply Base og varð høvið at síggja stóru havnina.
Myndir: Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald