Uttanlands

Nú er elkaðalsamband millum Hetland og Skotland

Elkaðalin er nú komin leiðina fram og verður tikin í nýtslu í juli næsta ár

Nú er loksins áfast millum Hetland og Skotland. Streymkaðal er nú lagdur á havbotnin, sum skal kunna flyta streym báðar vegir.

Nú er loksins áfast millum Hetland og Skotland. Streymkaðal er nú lagdur á havbotnin, sum skal kunna flyta streym báðar vegir.

2023-11-01 16:59 Author image
Jan Müller
placeholder

Hjá okkara grannum fyri sunnan, Hetlandi, hava tey rokkið einum týðandi vegamóti í tí grøna orkuskiftinum, nú elkaðal fyri fyrstu ferð er liðugt lagdur á havbotnin millum Skotland og Hetland. Hetta skrivar Shetland News. Kaðalin fer at fáa alstóran týdning fyri hetlendska samfelagið, tí í framtíðini fer at bera til at flyta streym úr Hetlandi inn á skotska meginlandið og øvugt.

[object Object]

Ætlanin er at tendra fyri elsambandinum í juli komandi ár. Tá verður eisini risastóra vindmylnulundin í Hetlandi, The Viking Energy Wind Farm tikin í nýtslu. Hesi bæði kolveltandi orkuframbrotini fara heilt at broyta orkuframtíðina hjá oyggjasamfelagnum, sum higartil hevur dúvað uppá olju- og gass í tess orkuskipan.

[object Object]

Nú kann samfelagið umframt at fáa grønan streym frá egnari vindorkuframleiðslu, eisini útflyta streym til Skotlands gjøgnum nýggja elkaðalin, nevndur “Shetland HVDC link project”.  Hesin er 260 kilometrar og gongur millum  Weisdale Voe í Hetlandi og Noss Head í Cairhness í Skotlandi. Nú er bert eftir at fjala kaðalin undir við gróti tann seinasta teinin. Stjórin fyri verkætlanina, John Scott sigur sambært Shetland News, at kaðalin og vindorkulundin í Hetlandi eru týðandi varðar í hetlendsku orkusøguni.

[object Object]John Scott, stjóri fyri risastóru verkætlanini at leggja elkaðal millum Hetland og Skotland her við staðið, har streymurin fer til Skotlands. Mynd Dave Donaldson


Tann 600MW HVDC kaðalin fer at gera tað møguligt hjá Viking vindorkulundini eins og komandi varandi orkuverkætlanum sum sjóvarfalsorkuturbinur í Yell – at útflyta streym til Skotlands og somuleiðis  innflyta streym úr Skotlandi. Til tess at hetta skal lata seg gera er bygd ein stór umformarastøð í Hetlandi nærhendis vindorkulundina í Upper Kergord. Kostnaðurin fyri elkaðalin er 660 mió. pund. Avleidda virksemið hevur givið 30 mió. pund til lokalsamfelagið.

[object Object]Umformarastøðin í Kergord í Hetlandi, har streymurin kemur inn og fer út. 

Í Hetlandi eru eisini fleiri aðrar ætlanir um útbygging av vindorkuni. Ikki færri enn tríggjar vindmylnulundir aftrat á landi eru á tekniborðinum. Tað er norska fyritøkan Statkraft, sum stendur fyri teimum. Tvær eru á oynni Yell og ein nærhendis Lerwick.  

Umframt at lata streym til húsarhald í Hetlandi eins og útflyta hann til Skotlands, er eisini ætlanin at brúka hana til framleiðslu av vetni (hydrogen).

[object Object]Risastóra Viking vindmylnulundin í Hetlandi, sum fer at framleiða streym í 2024.

Longu nú verður tosað um møguleikan fyri at leggja enn ein elkaðal millum Hetland og Skotland. Hann skal taka ímóti streymi frá komandi vindmylnulundum til havs eystan fyri Hetland.  Væntandi verður greitt í 2024, hvussu møgulig streymframleiðsla frá vindmylnulundum til havs eystan fyri Hetland kann fáast inn á høvuðselnetið í Skotlandi.

Ein ein møguleiki til tess at gera brúk av nógva streyminum frá bæði land og havvindmylnulundum eru ætlanir um at elektrifisera verandi og komandi olju- og gasspallar bæði vestan og eystan fyri Hetland. 

[object Object]


Kelda: Shetland News

Myndir Dave Donaldson

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder