Lancaster oljuleiðin liggur í syðra partinum av Atlantsmótinum, sunnan fyri stóru oljukeldurnar Schiehallion og Foinaven, sum liggja tætt við føroyska markið.
Hóast tað fyri tað mesta hava verið jaligar søgur rundan um menningina av oljuvinnuni í okkara næsta grannalag, á Atlantsmótinum millum Føroyar og Hetland, so gongur tann skeiva vegin á nýggjastu oljuleiðini har suðuri á Atlantsmótinum, eisini nevnd Lancaster oljuleiðin.
Stórar vónir vóru annars til hesa nýggju oljuleiðina, tó at oljueygleiðarar eisini hava sátt iva um framtíðina har, nú nýggi framleiðsluhátturin “fractured basement” eftir øllum at døma kann vera sera svikaligur. Talan er um øðrvísi framleiðslu enn tað vit eru von við, nevniliga har oljan nú verður tikin upp úr sjálvum grundfjallinum. At byrja við riggaði framleiðslan væl, men eftir eini tíð hevur ivin um hetta slagið av framleiðslu tikið ræðið og framleiðslan minkað munandi.
Herfyri vóru tekin til eina minkandi framleiðslu orsakað av serligum umstøðum í undirgrundini. Tað fekk partabrævið at lækka munandi, og í dag verður tosað um, at henda nýggja oljuleiðin hongur í einum klønum tráð. Íleggjararnir kunnu rokna við at missa sínar pengar, nú verkætlanin minkar í virði og óvissan er vorðin so stór.
Oljufelagið Hurricane Energy, sum stendur fyri nýggju oljuleiðini, arbeiðir við eini nýggjari verkætlan, sum skal kunna økja um framleiðsluna aftur. Men hetta verður ein torfør uppgáva, nú álitið á Lancaster oljuleiðina millum íleggjarar er minkað so nógv.
At fara undir slíka nýggja framleiðslu í økinum vestan fyri Hetland hevur leingi av eygleiðarum verið mett at vera ein ov stórur váði. Tí hesin framleiðsluhátturin er so serstakur og hevur einans verið væleydnaður í ávísum økjum í heiminum eitt nú í Miðeysturi. Oljufeløg, sum arbeiða við øðrum verkætlanum á Atlantsmótinum, hava leingi sett spurnartekin við ætlaninar hjá Hurricane Energy. Ein av avleiðingunum av skeivu gondini á Lancaster leiðini varð, at fyrst fór nevndarforaðurin í Hurricane frá og síðani varð undangongumaðurin í allari hesar verkætlanini nú í fleiri ár, Robert Trice, sagdur upp.
Tó hava oljufeløg so sum Spirit Energy kortini mett hesa oljuleiðina at hava eina framtíð og hava tí sett nógvar pengar í leiting í grannalagnum í eitt nú Lincoln økinum. Hetta varð gjørt við tí í huga at finna uppaftur fleiri keldur av sama slag sum Lancaster og eftir møgulig fund binda tey í Lancaster orkukjarnuna, har framleiðsluskip longur liggur á leiðini og hevur framleitt í umleið eitt ár ella so.
Nú verður so áhugavert at fylgja við, hvat hendir í hesum nýggja oljuøkinum eystan fyri Føroyar, um hetta hevur fingið endaliga mønustingin. Tað vil nýggja árið helst geva okkum svar uppá. Partabrævið í Hurricane Energy fall annars við 30% nú um dagarnar, tó at leiðslan í felagnum heitir á partaeigararnar at hava tol, nú ein nýggja útbyggingarætlan verður løgd til rættis. So enn er seinasta orðið ikki sagt í hesi øðvísi oljuverkætlanini í tí partinum av bretska landgrunninum, har vónir annars eru til vaksandi virksemi komandi árini við fleiri komandi útbyggingum av eitt nú olju- og gassleiðunum Cambo, Rosebank, Clair South og Glendronach, alt oljuleiðir, sum fyribils enn eru í bíðistøðu orsakað av korona og lágum eftirspurningi og harvið lágum prísum.
PS: Orsakað av tøkniligum trupulleikum er hetta fyrsta greinin á oljan.fo í eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald