Hetta skrivar Jarðfeingi á heimasíðu síni.
Grundvatnið situr í poknum og flytir seg í rivum og løgum við gjøgnumstroymi, trýsti og hitadrivnum evnisnøgdarmuni. Fjallalendið í Føroyum hevur møguliga stóran týdning fyri flutningin av grundvatninum, við tað at rivur í hæddini geva ein trýstmun, sum drívir streymin. Tað eru prógv fyri, at grundvatn í nøkrum førum kann trýstast langt niður í undirgrundina og kemur tá uppaftur sum heitt grundvatn.
Dømi eru um heitt vatn, ið rennur upp úr jarðhitaboringum, artesisk heit hol, sum á Lygnnesi í Kollafirði og við Glyvra skúla. Her eru verkætlanir í gongd, sum miðja ímóti at útvinna hitan beinleiðis úr rennandi vatninum. Á Lygnnesi er tað Tórshavnar kommuna, og við Glyvra skúla er tað Runavíkar kommuna, sum saman við Jarðfeingi standa fyri verkætlanunum, har ætlanin er at nýta heita vatnið til upphiting av kommunalum bygningum.
Hitanøgdin í vatni, ið rennur upp úr jarðhitaholum, kann vera stór. Sum dømi kann nevnast, at holið við Glyvra skúla kann geva eina hitanøgd svarandi til á leið 50 vanlig jarðhitahol.
Í Tórshavn eru greið tekin um, at vatn rennur í løgum umleið 50 – 100 metrar undir yvirflatuni í stórum parti av býnum. Í sambandi við jarðhitanýtslu er rennandi grundvatn av sera stórun týdningi. Vanligt er, at hitaflutningurin í undirgrundini fer fram við varmaleiðing í grótinum. Hitaorkan, ið kann takast úr einum øki, er tá avmarkað av orkunøgdini, ið kann flytast við varmaleiðing. Flutningur av hita við vatnrensli kann flyta orku úr einum nógv størri øki (Mynd 2). Tí kann roknast við, at til ber at taka størri orkunøgd úr undirgrundini, har grundvatn rennur.
Við 3D-modellering kann týdningurin av, hvussu jarðhitahol vera staðsett, lýsast. Hetta kann serliga hava týdning í tættbygdum økjum. 3D-modellering vísir, at um hol eru innibyrgd av øðrum holum, so fara hesi yvir langa tíð at missa sín virkna. Í staðin kann sama orkunøgd fáast úr undirgrundini við færri, djúpri holum, staðsett soleiðis, at einki hol verður innibyrgt.
Jarðhitaskipanir hava verið í nýtslu síðani 2008, og í dag eru upp í móti 2.000 jarðhitaskipanir. Hesar geva gott grundarlag fyri eftirmetingar av jarðhitanýtslu, og hetta eigur at vera sett í verk sum skjótast. Eftirmetingarnar kunnu gerast eitt gott grundarlag fyri víðarimenning av jarðhita í Føroyum.
Serliga um jarðhiti skal brúkast í tættbygdum økjum, eigur ein lýsing av hitaflutninginum í undirgrundini á staðnum at gerast. Við 3D-modellering er síðani møguligt at finna fram til bestu staðseting og longd av jarðhitaholum til tess at nøkta hitatørvin í økinum.
3D-modelleringin gevur ítøkiliga vitan um hitaflutningin í sambandi við nýtslu av jarðhita, og hetta kann nýtast til at svara ymiskum truplum spurningum. Ein slíkur spurningur er, í hvønn mun jarðhitanýtsla við lodrøttum jarðhitaholum fær hita frá sólini. 3D-modelleringin fyri hitaflutning vísir, at jarðhitahol bert í sera lítlan mun fáa hitan úr erva, og at tað tí má sigast at vera uttan hald í veruleikanum at siga, at jarðhitahol fáa hita frá sólini (Mynd 1).
Frágreiðingar, ið Jarðfeingi hevur gjørt í sambandi við jarðhita:
- Framløga á vísindavøku 2022 (https://kvf.fo/sending/visindavoka-fyrilestrar?sid=151105)
- Modelling of the heat dynamics of geothermal well at Umhvørvisstovan (JF-J-2022-07) (https://dx.doi.org/10.13140/rg.2.2.31023.41129)
- Kanningar av orkumøguleikum úr undirgrundini á fossum (JF-J-2022-13)
- Útvinning av orku úr undirgrundini á glyvrum (JF-J-2022-14)
- Jarðhiti – Hitaætlan fyri Tórshavnar kommunu (JF-J-2022-15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald