Felagið verður størsti óhefti olju- og gassframleiðarin á bretska landgrunninum. Talan er um fleiri olju- og gassleiðir í Norðsjónum. Samanleggingin verður gjørd fyri at varðveita framleiðsluna og fyri at verja orkutrygdina í Bretlandi. Tá avtalan er gjørd liðug fara tey bæði feløgini at eiga 50% hvør í nýggja samanlagda felagnum. Ein avleiðing av hesi samanlegging er, at olju- og gassleiðirnar fara at vera meira lønandi enn í dag og fara tær eisini at fáa størri týdning fyri framtíðar olju- og gassframleiðslu á tí stóra bretska landgrunninum. Hetta skriva miðlar í bæði Norra og Bretlandi í morgun.
Equinor sigur í eini fráboðan í morgun, at nýggja felagið fer at gera nýggjar íløgur til tess at tryggja langtíðar raksturin av teimum einstøku leiðunum og pallunum og fer harvið at vera við til at longja um livitíðina hjá hesum so týðandi ídnaðinum í Bretlandi. Felagið fer at hava heimstað í Aberdeen og fer at fevna um Mariner, Rosebank og Buzzard olju- og gassleiðirnar hjá Equinor umframt Shearwater, Penguins, Gannet, Nelson, Pierce, Jackdaw, Victory, Clair og Schiehallion leiðirnar hjá Shell. Fleiri leitiloyvi verða eisini partur av nýggja samstarvinum.
Her millum Føroyar og Hetland fer stóra framleiðsluskipið hjá Equinor at liggja komandi 20 árini og framleiða olju og gass.
Tey bæði feløgini siga í einum tíðindaskrivi, at tey eru errin av at kunna halda fram við at menna tilgongdina í Norðsjónum men nú eisini sum íløgupartnarar heldur enn sum fyristøðufelag hvør sær. Hetta fer at lata upp fyri nýggjum møguleikum, har feløgini fara at vera týðandi leikarar innan bretska orkuídnaðin. Tá avtalan er klár fer nýggja felagið at vera sjálvsfíggjandi. Equinor hevur arbeitt við olju og gassi í bretskum øki í meira enn 40 ár og hevur verið við til at seta gongd á havvindorku eins og miðvísa ætlan at minka um CO2 útlátið.
Samanleggingin fer so eisini at fáa stóran týdning fyri at tryggja orkuveitingina í Bretlandi sum heild sigur samtaksstjórin fyri altjóða leiting og framleiðslu hjá Equinor, Phlippe Mathieu. Eisini stjórin fyri gassvirksemið hjá Shell, Zoe Yujnovich fegnast um avtaluna. Hon sigur, at hon fer at hava sera stóran týdnining fyri bretsku orkuskipanina í framtíðini. Nýggja felagið fer at hava ein týðandi leiklut til tess at veita hita til milliónir av bretskum heimum, orku til ídnaðin og eina trygga veiting av brennievnum, sum fólk hava tørv á.
Tey bæði feløgini framleiða í dag umleið 140.000 tunnur av olju og gassi. Equinor stendur fyri 38.000 tunnum og Shell fyri 100.000 tunnum.
Partur av virkseminum hjá Equinor og Shell liggur tætt við Føroyar, har feløgini eru við at útbyggja olju- og gassleiðirnar Rosebank og Victory. Haraftrat hava feløgini fleiri leitiloyvi, sum liggja tætt við føroyska markið. Nýggja avtalan um samanlegging kundi bent á, at feløgini fara at raðfesta økið eystan fyri Føroyar, nakað, sum kann fáa alstóran týdning fyri royndirnar hjá Føroyum at fáa leiting í gongd her eins og at veita tænastur til útbyggingarnar hinumegin markið.
Tíðindini um samanleggingina verða uttan iva væl móttikin í Føroyum, har bæði løgting, landsstýri og vinnan hava vónir um menning av olju- og gassvirkseminum báðumegin markið. Samanleggingin fevnir eisini um olju- og gassleiðir eins og um leitiloyvi eystan fyri føroyska markið. Hetta at tvey stór orkufeløg við so drúgvum royndum í nettupp Norðsjónum nú leggja sínar ognir á bretska landgrunninum saman kundi bent á, at feløgini heldur enn at minka um sítt virksemi í kjalarvørrinum á stóru skattahækkingunum vilja gera tað møguligt at kunna halda fram og menna virksemið.
Keldur: E24, Finacial Times, The Herald, Energy Voice, Equinor og Shell
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald