Uttanlands

Ódn og eldibrandar tikið mong mannalív í Hawaii

Higartil hava 56 fólk latið lív í herviliga veðrinum í amerikanska statinum Hawaii. Roknað verður við, at deyðstalið fer at vaksa nógv.

2023-08-11 15:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Hesar seinastu dagarnar hava ein hervilig og oyðileggjandi ódn umframt eldibrandar herjað oyggjabólkin Hawaii í Kyrrahavinum. Amerikanski forsetin Joe Biden hevur lýst statin í undantaksstøðu og hevur sagt, at stjórnin í Washington fer at hjálpa íbúgvunum. Talan er serstakliga um oynna Maui, sum er serliga hart rakt.

[object Object]

Myndir Reuters/BBC

Hóast slíkt ódnarveður ikki er óvanligt í Hawai, so verður tað kortini mett at vera tað ringasta í søguni hjá oyggjabólkinum. Heilir býarpartar eru fullkomiliga lagdir í oyði, og mong fólk eru ikki afturíafturkomin. Nógvi vindurin hevur verið við til at fáa eldin at breiða seg.

Veðrið fleiri staðni kring heimin hevur verið verri enn menn duga at siga frá. Eitt nú í Grikkalandi og Kanada hevur eldur lagt stór landaøki í oyði. Sama skil hevur verið fyri stuttum í bæði Chile og Australia.

[object Object]

Hóast eldibrandar og ódnir koma við jøvnum millumbilum í hesum og øðrum londum, so siga veðurserfrøðingar, at talan er um “ekstremt” ringt veður, sum man ikki hevur sæð makan til áður. Og tí verður mett, at veðurlagsbroytingar orsakað av CO2 útláti eru ein orsøkin til ógvusliga veðrið og skaðarnar. Eisini í Norra hava tey merkt tað ringa veðrið og fleiri øki liggja undir í vatni. Í suðurspania er hitin upp í 47 stig. Og soleiðis kundi verið hildið fram.

ST aðalskrivarin Antonio Guterres hevur ávarað ímóti avleiðingunum, um ikki heimsins lond gera nakað ítøkiligt fyri at minka um útlátið. Hann sigur broytingarnar í veðurlagnum eru mannaskaptar og stava frá m.a. brenning av olju, gassi og koli. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder