Fleiri av stóru oljufeløgunum kappast um at ganga á odda í grøna orkuskiftinum. Millum hesi eru tey trý evropeisku feløgini BP, Shell og Total. Øll feløgini, hvørs fíggjarliga grundarlag er framleiðsla og søla av olju og gassi, hava sett sær mál um at minka um C02 útlátið og heilt at sleppa av við útlátið innan 2050. Feløgini hava so ymsar tilgongdir at røkka hesum málum. Øll royna tey at gera íløgur í varandi orku so sum vind og sól. Til tess at røkka sínum málum at vera partur av orkuskiftinum hava tey fyri neyðini at fáa framhaldandi inntøkur frá sínum olju- og gassvirksemi. So ein kann siga, at tað her m.a. eru inntøkurnar frá olju- og gassframleiðslu, sum rinda fyri grøna orkuskiftið.
Samanbera við tey evropeisku oljufeløgini við tey stóru í USA, so eru tilgongdirnar ymiskar. Amerikonsku oljufeløgini er meira trek at gerast partur av orkuskiftinum. Tey flestu av teimum hava selt sínar ognir í Evropa ella eru um at selja tær fyri at fokusera uppá USA og onnur øki í heiminum. Hesi eru m.a. Chevron, ConocoPhillips, Hess og ExxonMobil. Nú Biden boðar frá stórum broytingum á orkuøkinum, kann hetta koma at raka amerikonsku oljufeløgini meint.
BP, sum var fyrsta stóra oljufelagið til at seta sær “net zero target” fyri einum ári síðani, hevur keypt seg inn eina útbygging við 2,2 gigawatt frá havvindorku fyri 1,1 mia. dollarar frá Equinor. Her er talan um stóra verkætlan í amerikanska statinum New York. Felagið er eisini við í eini ætlan at menna sólorkuverk við 16 gigawatt.
Shell er einasta av teimum trimum feløgunum, sum enn ikki hevur gjørt milliardalíknandi avtalur um varandi orku, eftir at hava sett sær null útlát sum mál. Felagið hevur tó gjørt avtalur um brintinfrastruktur í Kalifornina til eina fyritøku til burturkast í Kanada. Shell hevur eisini júst kunngjørt, at tað hevur keypt upp størstu fyritøkuna í Bretlandi, sum arbeiðir við at seta upp løðistøðir til elbilar.
Hóast stóru oljufeløgini standa ovast á breddanum, tá orkuskiftið verður umrøtt í miðlunum, so arbeiða eisini onnur oljufeløg so sum Equinor, Lundin og Repsol - fyri bert at nevna nøkur - miðvíst fyri at vera við í tilgongdini.
Hóast royndirnar hjá fleiri av oljufeløgunum at vera størri partur av orkuskiftinum, so verður hetta ikki bara væl móttikið av íleggjarum. Teirra millum eru íleggjarar, sum bera ótta fyri, at vinningurin frá íløgum í varandi orku fer ikki at vera eins høgur sum frá olju- og gassverkætlanum. Gongdin tykist tó at vera tann, at fleiri og fleiri stórir íleggjarar venda sær burtur frá olju og gassi til varandi orkukeldur ístaðin. Hetta kann koma aftur um brekku meta summir greinarar, tá eftirspurningurin eftir olju og gassi av álvara helst fer at vaksa aftur, eitt nú aftaná korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald