Uttanlands

Oljuprísur 70 dollarar - eftirspurningurin vaksandi

Altjóða búskaparvøksturin 9,7% í ár - og oljuframleiðslan aftur 100 mió. tunnur um dagin

2021-06-02 11:05 Author image
Jan Müller
placeholder

So hevur hann togað seg uppaftur á 70 dollarar, oljuprísurin. Tað var mánamorgun, og seinnapartin í gjár nærkaðist hann 72 dollarum. Hetta er hægsti prísurin síðani í mars.


Príshækkingin hendur samtíðis sum felagsskapurin OPEC+ hevur havt fund í dag um framleiðsluskerjingarnar. Ein av orsøkunum til hækkingina í morgun vóru m.a. metingar um, at oljugoymslurnar í heiminum fara at minka skjótari enn hildið í seinnu helvt av 2021. Síðani eisini gitingarnar um, hvørja støðu Opec londini fóru at hava á fundinum í dag, antin nýggjar  broytingar skuldu gerast í sambandi við skerjingar av framleiðsluni, ella um londini fóru at halda seg til ætlanina spakuliga at vaksa aftur framleiðsluna við 700.000 tunnum um dagin í juni og 840.000 tunnum um dagin í juli.

Víst hevur verið á,  at Opec+ londini hava rúm fyri at vaksa aftur um framleiðsluna seinni í ár, sjálvt um møguleiki er fyri, at Iran fer at økja um sítt útboð, nú landið aftur er í samráðingum um kjarnorkuavtaluna.

Metingarnar um at hesin oljuprísurin fer at halda sær stavar eisini frá, at marknaðurin vónar, at eftirspurningurin fer at vaksa í hesum ári, sohvørt búskapirnir koma fyri seg aftur. Tøl frá USA vísa, at seinastu fýra sunnudagarnir er eftirspurningurin  vaksin við nærum 10%.

Úrslitið av fundinum í dag var, at Opec+ londini samdust um at varðveita ætlaðu hækkingina í framleiðsluni fyri juni og juli, siga keldur við Reuters.  

Roknast kann við, at búskaparvøksturin í USA og Kina fer at halda fram, hóast nýggja koronabylgjan í India ger um seg. Væntandi fer heimsbúskapurin at vaksa við 9,7% sigur aðalstjórin í Opec, Mohammad  Barkindo.

Hann vísir á, at eftirspurningurin fer at vaksa við 6,6 %.  Og útlitini fyri marknaðinum seinni í ár síggja eisini bjørt út. Barkindo væntar, at eftirspurningurin fer at fara upp um 99 mió. tunnur um dagin í fjórða ársfjórðingi í ár og fer tá at vera á sama støði sum undan koronu. Opec londini fylgja væl við í samráðingunum, sum í løtuni fara fram millum Iran og fleiri heimsveldi í Wien. 

Annars er støðan hjá stóru altjóða oljufeløgunum tann, at partaeigararnir leggja trýst á leiðslurnar fyri at fáa tær at minka um borivirksemið, sum fer við nógvum pengum. Teir vilja heldur hava feløgini at rinda partaeigarunum størri útbýti.

Um somu tíð veksur mótstøðan móti somu feløgunum frá umhvørvisbólkum. Dómurin í Hálandi móti Shell um at minka munandi um útlátið kemur eisini dátt við, nú møguleiki er fyri, at líknandi dómar kunnu verða feldir í øðrum londum.

Henda gongdin hevur við sær, at fleiri av oljufeløgunum í Vesturheiminum minka um framleiðsluna, um somu tíð, sum vit síggja, at stóru oljufeløgini í Opec-londunum, har staturin oftast er høvuðseigari, økja um sína framleiðslu.

“Vit síggja eina broyting frá stigmatisering til kriminalisering av oljufeløgum fyri at gera íløgur í oljuframleiðslu", sigur Bob McNally, ráðgevi hjá Rapidan Energy Group við World Oil. Metingar vilja vera við, at oljuframleiðslan fer at vaksa eftir 2021 í londum sum USA, Brasil, Canada og nýggja oljulandinum Guyana. Harafturímóti fer hon at minka í Bretlandi, Columbia, Malaysia og Argentina.

Av tí at framleiðslan hjá londum uttanfyri Opec+ fer at vaksa minni, eftir at altjóða eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa, tá fer Opec+ at gera sær dælt av gongdini og hava avgerandi orðið á marknaðinum. Hetta er ein stór broyting í mun til fyrr, tá oljufeløg eftir príshækkingar fóru undir aftur at gera íløgur fyri harvið at økja munandi um framleiðsluna hjá londum uttan fyri Opec.

Oljugreinarar vilja vera við, at seinni í ár og í 2022, tá korona helst er minkað so mikið nógv, at eftirspurningurin fer at vaksa aftur, tá fer heimurin at hava tørv á meiri olju. Hugt verður eisini eftir støðuni í USA, har framleiðslan hevur staðið í stað síðani 2020 við 11 mió. tunnum um dagin. Broytingin er tann, at feløgini ístaðin fyri at brúka pengar uppá nýggja leiting og framleiðslu, lata meira  til partaeigararnar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder