Hann hækkar og hækkar, og eingin veit, nær oljuprísurin veruliga kemur í hæddina. Tað er russiska innrásin í Ukraina, sum hevur fingið oljuprísin at hækka so nógv, men tað, sum nú skundar undir uppaftur størri hækkingar, er ætlanin hjá USA at steðga øllum olju- og gassinnflutningi úr Russlandi sum ein part av sanktiónspolitikkinum móti landinum. Hetta hevur havt við sær, at óvissan á oljumarknaðinum ávirkar prísin, sum í løtuni liggur um teir 130 dollararnar fyri tunnuna. Hetta merkir, at prísurin nú er líka høgur sum í 2008, tá fíggjarkreppa gjørdi um seg í Evropa. Eisini gassprísurin er hækkaður sum ongantíð áður.
Støðan gerst ikki betri av, at Týskaland er als ikki samt við USA um, at bann móti russiskari olju og gassi ger nakran mun. Týskir ráðharrar siga bart út, at landið kann ikki vera olju og aðra orku úr Russlandi fyriuttan. Eitt bann nú fer ikki at halda leingi, tí tørvurin á russiskari orku er so stórur.
Støðan hjá USA er rættiliga nógv øðrvísi, tí USA innflytur bara ein lítlan part av orku úr Russlandi. Týskaland fær 55% av gassinum og 42% av oljuni og kolinum frá russum. Meira enn 27% av allari innfluttari orku til Evropa kemur úr Russlandi. Verður boykott sett í verk, sum USA ynskir, so er greitt, at brúkararnir í evropeiskum londum verða nógv harðari raktir enn teir í USA, sum ikki fara at merkja so nógv til eitt bann av innflutningi úr Russlandi.
Støðan hjá einstøku londunum í Evropa er tí eisini ein heilt onnur enn tann í USA. Eitt land sum Póland kann illa vera kol úr Russlandi fyriuttan. Taka vit so eitt annað evropeiskt land so sum Bretland, so innflytur tað einans 4% av síni orkunýtslu úr Russlandi. Henda myndin vísir, hvussu trupult tað kann vera at fáa allan Vesturheimin at standa saman um at banna innflutningin av orku úr Russlandi, soleiðis sum tað í løtuni verður strongt á frá amerikanskari síðu. Her er bæði talan um olju, gass og kol.
Fleiri av stóru altjóða miðlunum so sum Bloomberg og Financial Times tengja stóru príshækkingina og óvissuna um framtíðar oljuprísin við samrøður, sum eru millum USA og tess sameindu um at seta í verk møguligt bann móti russiskari olju - um somu tíð sum mong av londunum als ikki kunnu vera russisku oljuna fyriuttan. Hesar samrøður snúgva seg eisini um at kunna varðveita ein sunnan marknað hevur amerikanski uttanríkisráðharrin sagt.
Millum teirra, sum heita á Vesturheimin um at boykotta russisku olju- og gassvinnuna er forsetin í Ukraina, Zelenskyj. Russland telist í dag millum heimsins størstu oljuframleiðarar eftir Kanada, Mexico og Saudi Arabia.
Keldur: Energy Voice, Financial Times, Bloomberg, E24, NTB, Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald