Fyrst varð spátt, at oljuprísurin var á beinari kós móti 30 dollarum. Síðani 20 dollarum. Og í dag metir norska greinarafyritøkan Rystad, at oljuprísurin hevur beina kós móti 10 dollarum. Hann er í skrivandi løtu umleið 26 dollarar. Men mánaðarskiftið við tess avbjóðingum er bara eina viku burturi. Tá gongur út avtalan millum Opec og Russland um skerjing av framleiðsluni. Og tað er tá gitt verður, at olja uttan avmarking av nøkrum slag fer at floyma inn á marknaðin við tí úrsliti, at botnurin fer undan oljuprísinum.
”Við tí ferð, sum oljugoymslurnar í løtuni verða fyltar, eru prísirnir dømdir til at fylgja somu lagnu sum í 1998, tá Brent (Norðsjóvaroljan) fall til eitt søguliga lágt støði uppá undir 10 dollarar fyri tunnuna”, sigur Paola Rodrigueq-Masiu, oljugreinari hjá Rystad Energy. Rystad hevur júst gjørt eina frágreiðing um oljuprísin og støðuna á altjóða oljumarknaðinum.
Í frágreiðingini metir Rystad, at í løtuni eru meira enn 7,2 mia. tunnur av ráolju og oljuvørum á goymslu kring heimin, um man tekur við tær umleið 1,4 mia. tunnurnar, sum í løtuni verða flutt við skipum. Tað svarar til, at 76% av altjóða goymslunum verða troyttar.
Rystad metir samtíðis, at tað í 2020 verða framleiddar 6 mió. tunnur meira um dagin, enn tørvur er á, og við tí ferð fer tað at taka 9 mánaðir, áðrenn allar oljugoymslur eru á tremur. Helst verður tað væl fyrr.
Herfyri frættist, at Saudi Arabia varð í ferð við at leiga rúgvu av stórum tangaskipum til at goyma framleidda olju. Hetta er sera dýrur háttur at goyma olju uppá og er leiguprísurin himmarhøgur skilst.
Keldur: Søfart, Eneregy Voice, Rystad
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald