Oljuprísurin er hækkaður støðugt seinastu tíðina til 85 dollarar fyri tunnuna. Tað er hægsti prísur í tríggjar vikur. Bara í farnu viku hækkaði prísurin við 7%.
![]()
Orsøkirnar til hækkingina er støðan í Kina og USA. Í Kina hevur stjórnin linkað restriktiónirnar kring korona, sum fer at økja um oljunýtsluna aftur.
Frá 8. januar verða eisini karantenureglarnar fyri útlendingar, sum koma til Kina, settar úr gildi.
Í USA ávirkar ein óvanliga kaldur vetur eisini oljuprísin, nú fleiri av oljuraffinaríunum í Texas eru stongd. Tó verður roknað við minni kava komandi tíðina og fer tað at lata upp aftur fyri oljuframleiðsluni og harvið eisini ávirka oljuprísin aftur.
![]()
Óttin fyri at Russland fer at skerja oljuframleiðsluna við 5% til 7% tíðliga í nýggja árinum hevur eisini ávirkað oljuprísin. Hetta skriva bæði Bloomberg og Reuters í morgun.
Meðalprísurin á olju í 2022 hevur ligið um 100 dollarar fyri tunnuna. Hann var lægstur í byrjanini av árinum við 78 dollarum og hægstur í mars við 130 dollarum fyri tunnuna.
Oljugreinarar vilja vera við, at vit fáa ein oljuprís uppá 100 dollarar í 2023, hetta fyrst og fremst orsakað av, at búskapurin í Kina av álvara fer í gongd aftur m.a. vegna fækkandi koronarestriktiónir. Eisini tíðindini um nýggjar sanktiónir móti Russlandi í nýggja árinum kunnu ávirka oljuprísin.
Bank of America segði nú um dagarnar, at oljuprísurin fer helst at hækka til 90 dollarar í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald