Uttanlands

Opec lond ilt við at hækka framleiðsluna

Bæði spenta støðan millum Russland og Vesturheimin um Ukraina og marknaðarstøðan í Miðeysturi kunnu gera sítt til, at oljuprísurin fer at hækka enn meira.

2022-01-24 23:54 Author image
Jan Müller
placeholder

Mánamorgun var oljuprísurin tætt við 90 dollarar. So høgur hevur hann ikki verið seinastu sjey árini. Sambært Finansavisen var hann 88,48 dollarar fyri tunnuna, og greinarar útiloka ikki, at hann fer at hækka enn meira, tá virkisemið kring heimin fer at vaksa aftur, eftir ringastu avleiðingarnar av korona hava lagt seg, og eftirspurningurin tí fer at hækka aftur. 

Tað er fyrst og fremst geopolitiska støðan í sambandi við vandan fyri einum kríggi millum Russland og Ukraina, sum er orsøkin til stóra órógvið á oljumarknaðinum. Men marknaðarstøðan í Miðeystri er eisini vorðin ein hóttan, nú Opec eftir øllum at døma ikki megnar at røkka sínum framleiðslumálum tvs. at hækka framleiðsluna við umleið 400.000 tunnum um mánaðin, nakað, sum londini hava gjørt nú í eina tíð.  Hetta sigur oddagreinarin hjá Fujitomi Securities, Kazuhiko Saito við Reuters.

Lond sum Angola, Nigeria, Malaysia og Aserbajdsjan hava ilt við at økja um framleiðsluna.

Væntað verður, at eftirspurningurin eftir olju til upphiting í USA, nú kalda veðrið ger um seg, fer at økjast munandi.  

Tað eru tí fleiri greinarar, sum meta, at tað verður  ikki nóg mikið til av olju, tá eftirspurningurin veruliga fer at økjast aftur eftir korona. Støðan kann gerast rættiliga álvarslig, tá eisini goymslurnar av álvara fara at minka. Tá kann oljuprísurin hækka enn meira, sigur oljugreinarin Helge André Martinsen í DNB Markets við Finansavisen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder