Einaferð um mánaðin er fundur í Opec+ londunum um framtíðar oljuframleiðsluna. Higartil hava londini atkvøtt fyri at økja framleiðsluna við 432.000 tunnum um dagin hvønn mánað.
Á fundinum í dag gjørdu londini av at økja framleiðsluna væl meira enn higartil, til 648.000 tunnur um dagin í juli og august. Eftir tíðindini hækkaði oljuprísurin úr 112 dollarum til 117 dollarar fyri tunnuna. Fyri nøkrum døgum síðani var prísurin 126 dollarar fyri tunnuna.
Sambært Reuters kemur hækkingin eftir hóttanum frá londum í Vesturheiminum.
Oljuprísurin er hækkaður nógv eftir russisku innrásina í Ukraina og eftir, at ES er vorðið samt um at minka innflutningin av russiskari olju við 90%. Amerikanski forsetin Joe Biden hevur fleiri ferðir heitt á Opec og her serliga Saudi Arabia um at økja framleiðsluna meira enn higartil, men hesum hevur Opec víst aftur. Nú ljóðar, at Saudi Arabia hevur lurtað eftir Biden, sum kemur á almenna vitjan í Miðeystri seinni í ár. Amerikanskir diplomatar bjóða annars hækkingini av framleiðsluloftinum vælkomnari.
Ein orsøk til at Saudi Arabia játtar at økja sína framleiðlsu verður mett, kann vera tí, at fleiri av hinum londunum í Opec ikki eru før fyri at fylla út sínar kvotur, soleiðis at eitt land sum Saudi Arabia við sínum stórum goymslum frá degi til dags kann hækka framleiðsluna. Tað kann so aftur merkja, at samlaða økingin kortini ikki verður nógv størri enn upprunaliga ætlað. Tað vil so tíðin vísa.
Financial Times vil vera við, at fellur russiska framleiðslan uppaftur meira, so er Saudi Arabia sinnað til at økja sína framleiðslu enn meira, men fer kortini at ansa eftir, at henda øking ikki fer at minka um egnar goymslur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald