Nærum galloperandi orkuprísirnir nú í longri tíð hava elvt til rættiliga hart orðaskifti í Bretlandi, um hvør eigur at gjalda fyri hesar. Serliga er tað andstøðuflokkurin Labour, sum vil hava stjórnina at áleggja orkufeløgunum, her serstakliga olju- og gassfeløgum, ið hava havt sera stóra inntøkuøking vegna høgu prísirnar, ein eyka skatt, nevndur “Windfall tax”. Hesin hevur til endamál at minka um høgu útreiðslurnar vanlig húsarhald í Bretlandi hava vegna høga orkuprísin her ikki minst á gassi.
Herfyri var drúgvt orðaskifti í bretska parlamentinum um eyka skattin. Tá atkvøtt varð um uppskot frá Labour fall tað, tí meiriluti av teimum konservativu vóru ímóti. Grundgevingin hjá teimum, sum eru ímóti eyka skattinum á olju- og gassvinnuna, er fyrst og fremst tann, at ein slíkur eyka skattur kann skaða møguleikarnar hjá Bretlandi at gerast minni heft at innfluttari orku úr eitt nú londum sum Russlandi og Saudi Arabia. Tí ein nýggjur skattur omaná verandi skatt kann nevniliga hava við sær, at orkufeløgini fara at hava meira ilt við at gera tær ovurstóru íløgurnar í m.a. olju og gass virksemi, sum stjórnin hjá Boris Johnson hevur sett sær fyri í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Stjórnin hevur rætt og slætt heitt á orkufeløgini um at gera størri íløgur í bæði leiting og útbyggingar í bæði olju og gass eins og grønar orkukeldur. Hesar kunnu koma í vanda, um ein nýggjur eyka skattur verður lagdur á somu feløg, sum skulu standa fyri vaksandi íløgunum, sum aftur skulu gera landið minni hevt at innfluttari orku.
Støðan, skilst, er vorðin meira og meira spent, tí nú tykist eftir øllum at døma at vera íkomin ósemja í sjálvari stjórnini. Meðan fleiri ráðharrar siga seg vera ímóti nýggja skattinum, so ivast eftir øllum at døma fíggjarmálaráðharrin, Sunak, sum verður tann, sum hevur avgerandi orðið, nú nærkast einum nýggjum budgetti í oktober. Hann sigur við bretskar miðlar, at tað framvegis ikki er givið, at uppskot til eyka skattin ikki verður partur av framtíðar fíggjarlógarpakkanum hjá stjórnini.
Fíggjarmálaráðharrin Sunak hevur tvinnar kostir í at velja, har hvørkin er mjúkur. Antin letur hann orkufeløgini rinda fyri høgu orkuprísirnar, so tað kann lætta um hjá húsarhaldunum, ella má hann finna pengarnar aðrataðni og harvið sleppa undan, at orkuvinnan gevst at gera týðandi íløgur í varandi orkukeldur og grøna skiftið eins og í nýtt olju- og gassvirksemi.
Um sama mundið heitir felagið hjá bretsku orkuvinnuni, “Offshore Energies UK”, fyrr “Oil and Gas UK” á politikararnar um ikki at leypa framav og biðir teir staðiliga ikki leggja fótonglar fyri limirnar, sum nú skulu til at gera stórar íløgur. Felagið óttast, at ein eyka skattur kann taka grundarlagið undan fleiri av hesum so týðandi útbyggingum. Fleiri teirra eru beint eystan fyri føroyska markið. Felagið sigur, at ein eyka skattur fer eisini at skerja møguleikan at røkka null-útláti, tí nettupp íløgur hjá orkufeløgum skulu tryggja, at Bretland røkkur null útláti innan eitt ávíst áramál.
Stjórin í stóra orkuvinnufelagnum Offshore Energies UK, Deirdre Michie, heitir á bretsku stjórnina um ikki at seta í verk ein nýggjan eyka skatt á teirra limir. Hon heldur hann kann koma at skaða bæði grøna orkuskiftið fyri at røkka null-útláti eins og íløgum í nýtt olju- og gassvirksemi við lágum útláti.
Felagið vísir í skrivi á, at oljufeløgini hava longu goldið sera stórar upphæddir í skatti og ein nýggjur skattur kann fara at raka arbeiðspláss í tí annars stóru veitingarvinnuni, sum í dag hýsir meira enn 200.000 fólkum, ið arbeiða bæði á sjógvi og á landi. Eisini fleiri av stóru orkufeløgunum, sum arbeiða í Norðsjónum, teirra millum BP og Harbour Energy, sum eru mest týðandi leikararnir innan olju- og gassframleiðslu í Norðsjónum, hava ávarað um avleiðingarnar av einum nýggjum orkuskatti.
Bernard Looney, stjóri í BP sigur, heitir á myndugleikarnar um ikki at áleggja orkuvinnuni eyka skatt
Nú um dagarnar gjørdi stjórin í BP, Bernard Looney viðmerking til málið um eyka skatt á orkufeløg. Hann vísti á, at BP longu hevur gjørt av at økja munandi um íløgurnar í orkumenning í Norðsjónum við 18 mia. pundum fram til 2030. Ein nýggjur eyka skattur kann hava avleiðingar fyri framtíðar íløguætlanir. Eisini Shell hevur avgjørt at gera stórar íløgur í olju og gass í Norðsjónum, heilar 22 mia. pund komandi 10 árini. Í báðum hesum førum er m.a. talan um útbyggingar eystan fyri Føroyar. Bæði feløgini saman við øðrum meðalstórum feløgunum halda, at bretska stjórnin eigur at virða tess sera høgu íløguætlanir í Norðsjónum og ikki áleggja teimum ein nýggja eyka skatt.
Seinastu tíðindini frá Downing Street 10 í London, sum Financial Times ger nógv burtur úr í morgun, eru tey, at Sunak fríggjarmálaráðharri nú ikki útilokar, at eyka skatturin fer nú møguliga eisini at fevna um allar fyritøkur, sum framleiða streym og her ikki minst mongu vindorkuframleiðararnar. Enn er tó framvegis óvist, um stjórnin ger álvara av ætlanunum at seta í verk eyka orkuskattin. Roknað verður við at hetta verður avgjørt longu fyrst í juni.
Ein nýggjur orkuskattur á oljufeløgini, sum eru virkin eitt nú eystan fyri føroyska markið, kann eisini hava við sær, at feløgini tá fara at hava ilt við ella vera meira afturhaldandi at gera stórar nýggjar íløgur í bæði leiting og útbyggingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald