Innanlands

Pumpuskipan týðandi partur av framtíðar elskipanini

-í strembanini eftir at røkka einari 100% grønari elframleiðslu

Ingilín D. Strøm svarar Helga Abrahamsen á løgtingi um vindmyllur og vindorku

Ingilín D. Strøm svarar Helga Abrahamsen á løgtingi um vindmyllur og vindorku

2023-10-18 16:19 Author image
Jan Müller
placeholder

-Tá pumpuskipanin í Vestmanna fer at virka, kann hon í mesta lagi geva 40 MW inn á elnetið í umleið eitt samdøgur út í eitt. Pumpuskipanin klárar eyðsæð ikki einsamøll at bera føroysku elskipanina, heldur er hon at rokna sum ein máti at goyma vind- og sólorku í styttri tíðarskeið og at vera ein stabiliserandi eind á elkervinum. Á henda hátt er hon ein týðandi partur av framtíðar elskipanini í strembanini eftir at røkka einari 100% grønari elframleiðslu segði Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í orkumálum  m.a. í svari til tingmannin Helga Abrahamsen á løgtingi í dag.  

[object Object]

Tað var Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, sum setti landsstýriskvinnuni spurningar, ið allir snúgva seg um vindorku. Spurningarnir vóru hesir:


  1. Hví verður avlopsorkan frá vindmyllulundunum á Gellingarkletti og í Flatnahaga ikki brúkt til dømis til hitaskipanina hjá Fjarhitafelagnum?
  2. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera, fyri at tryggja, at øll hendan grøna orkan kemur til høldar?
  3. Hvussu leingi fer pumpuskipanin í Vestmanna at kunna tryggja neyðugu elorkuna í Føroyum, tá eingin vindur er, og vindmyllurnar tí ikki framleiða?
  4. Metir landsstýriskvinnan, at orkugoymslan í pumpuskipanini verður nøktandi, fyri at tryggja, at føroyingar kunnu fáa elorku, sum er framleidd úr varandi orkukeldum?
  5. Hvussu hevur umvælda vindmyllan hjá SEV í Neshaga virkað, síðani hon var sett í stand?


[object Object]

Ingilín Didriksen Strøm svaraði spurningunum:

Svar til spurning 1 og 2 :

Lutfallið av grønari orku í elskipanini veksur. Hetta er fyrst og fremst tí at fleiri vindorkulundir eru settar upp seinastu árini. Tað er tí vorðið alsamt meira vanligt at í stuttum tíðarbilum, tá nógvur vindur er, framleiða vindmyllurnar væl meiri, enn verandi elnýtsla í Føroyum klárar at lofta. Ein av mest týðandi uppgávunum, nú vit fara at útbyggja munandi meira vindorku, er tí at fáa hesa avlopsorku gagnnýtta á bestan hátt.

Mest effektivi mátin at brúka orkuna, er at fáa hana umvegis elnetið beint til hitapumpuna, elbilin ella líknandi hjá brúkaranum. Tí er neyðugt alla tíðina at skunda á grøna skiftið á brúkarasíðuni. Men av tí útbyggingar av varandi orku koma í lopum (t.d. ein stór vindmyllulund), og grøna umleggingin hendir so líðandi, ber tað ikki altíð til at senda orkuna til mest effektiva endamálið. Tí er eisini neyðugt at hava stórar ídnaðarbrúkarar, sum kunnu brúka avlopsorkuna, heldur enn at hon fer til spillis. Her verður talan um m.a. stór ídnaðarvirki á landi, orkunýtslu á sjónum og um hitaframleiðslu so sum fjarhita.

Men hesir nýggju brúkararnir skulu tó gera munandi íløgur fyri at kunna taka ímóti avlopsorkuni. Og fyri at hætta sær at gera hesar íløgur, mugu ídnaðarbrúkararnir hava eina ávísa trygd fyri fáa fatur á elorkuni, umframt at prísurin fyri hesa orku má vera nøkulunda støðugur fram í tíð. Við støði í semjuskjalinum millum landsstýrið og Kommunufelagið er ein serfrøðingabólkur settur at gera uppskot til, hvussu vit skipa ein dynamiskan marknað fyri hesa avloporku. Eftir ætlan verður tilmælið latið í november mánaði.

Men tað eru eisini fleiri ting, sum kunnu gerast í elskipanini sjálvari, so at hon betur klárar at taka ímóti tí óstøðugu vindorkuni. Her skal viðmerkjast, at munandi nøgdir av avlopsorku eru eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í Føroyum. Suðuroy, sum hevur egnu elskipan leys av restini av Føroyum, var fyrsta økið, har støðan við avlopsorku veruliga gjørdist átrokandi.

Í 2021 vóru einans umleið 45% av tøku vindorkuni í Suðuroy nýtt. Men fyri at fáa meira av hesi orku til høldar, tók SEV í 2022 nýggja tøkni í brúk í Suðuroy, nevniliga stór elbattarí og sokallaðan synkronkompensator. Hetta gjørdi stóran mun, so at nú verða umleið 70% av vindorkuni gagnnýtt.

Eftir seinastu útbyggingarnar av vindorku í meginøkinum er nú at samanlíkna við støðuna í Suðuroy í 2021, t.e. at umleið helvtin av vindorkuni ikki verður gagnnýtt. Men eisini í meginøkinum verða battarí og synkronkompensatorar væntandi sett upp longu í ár, sum fer at betra munandi um gagnnýtsluna av vindorkuni.

Skoytast kann uppí, at í hesum døgum verður arbeitt við broytingum í elveitingarlógini, sum í størri mun skulu gera tað møguligt og áhugavert hjá orkukrevjandi kundum og vanliga borgaranum at gera gagn av avlopsorku. Ein av hesum kundunum verður væntandi Fjarhitafelagið í Tórshavn.

 Svar til spurning 3 og 4

Endamálið við pumpuskipanini í Vestmanna er at gera tað møguligt at fáa nógv meira varandi orku inn á elnetið. Pumpuskipanin vil gera tað møguligt at seta upp meiri enn 200 MW av vindorku og meiri enn 50 MW av sólorku.

Leikluturin hjá pumpuskipanini er í avmarkaðum tíðarskeiðum (frá tímum til fá samdøgur) at pumpa vatn niðan á Mýrarnar, tá nógvur varandi orka er til taks, og at framleiða streym við at lata vatnið renna oman aftur í Heygadal, lítið av varandi orku er. Á hendan hátt kemur hon at framleiða umleið 55 GWh av elorku um árið – hetta merkir, at samlaða orkuframleiðslan í Vestmanna verður áleið tvífaldað.

Tá pumpuskipanin í Vestmanna fer at virka, kann hon í mesta lagi geva 40 MW inn á elnetið í umleið eitt samdøgur út í eitt. Pumpuskipanin klárar eyðsæð ikki einsamøll at bera føroysku elskipanina, heldur er hon at rokna sum ein máti at goyma vind- og sólorku í styttri tíðarskeið og at vera ein stabiliserandi eind á elkervinum. Á henda hátt er hon ein týðandi partur av framtíðar elskipanini í strembanini eftir at røkka einari 100% grønari elframleiðslu.

Svar til spurning 5

Vindmyllan, sum bleiv umvæld í Onglandi seinasta vetur, bleiv tikin í nýtslu aftur í juni í ár og virkaði væl, inntil ein feilur stóðst í elskipanini. SEV upplýsir, at vindmyllan verður væntandi aftur í rakstri í heyst. Hinar vindmyllurnar hjá Vindfelagnum í  Neshaga hava allar staðið stillar síðan februar 2023. Myllurnar hava avbrendar generatorar og fáa sostatt ikki framleitt streym.

SEV arbeiðir við eini loysn á málinum, og seinni í heyst verður endalig støða tikin til, hvat gerast skal við vindmyllurnar í Neshaga. Verður avgerð tikin um at umvæla vindmyllurnar, kunnu tær væntast at verða í rakstri aftur á sumri í 2024.

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder