Fyri fyrstu ferð nakrantíð verða fossil brennievni, olja, gass og kol nevnd í eini avtalu á veðurlagsráðstevnu hjá ST. Hóast tað varð sáddur ivi um lívrunnu brennievnini yvirhøvur fóru at vera vera partur av eini avtalu, endaði ráðstevnan COP28 loksins við eini semju millum øll heimsins lond um tørvin á einum orkuskifti burtur frá olju og gassi. Hetta er ein av mest týðandi niðurstøðunum í semju, sum nú skal endaliga skrivast undir.
Júst orkuskiftið hevur verið ein av mest týðandi spurningunum á veðurlagsráðstevnuni. Í hesum sambandi er semja eisini um at trýfalda íløgurnar í varandi orku fram til 2030. Tað var ein fegin Sultan al-Jaber, vertur fyri ráðstevnuni, sum tíðliga í morgun kundi kunngera úrslitið at rokkið varð fram til eina semju.
Sambært tekstinum í avtaluni skulu heimsins lond minka um nýtsluna og framleiðsluna av olju, gassi og koli. Al-Jaber segði, at nú er upp til heimin at taka týðandi stig rætta vegin fyri at røkka málunum.
-Ein avtala er bara góð, um hon verður sett í verk. Vit eru tað vit gera og ikki tað vit siga segði hann.
Hóast semjan fyrst og fremst snýr seg um at sleppa av við fossilu brennievnini yvir eitt tíðarskeið, so vórðu krøvini frá eitt nú ES um, at orðingar sum “útfasan” tvs. stigvísa minking og steðg í framleiðsluni av olju, gassi og koli, ikki partur av endaligu avtaluni men haraftímóti veikari orðingar. Hóast tað so meta fleiri av luttakaralondunum og veðurlagsstovnum endaliga uppskotið til avtaluna at vera ein sigur fyri veðurlagið, nú fossilu brennievnini verða nevnd í tekstinum og harvið ein gongd leið at røkka málinum um ein hitavøkstur uppá í mesta lagið 1,5 stig.
Upprunaligi teksturin, sum mong lond vildu hava í avtaluna um, at framleiðslan av olju, gassi og koli so líðandi og stigvíst skal minkast, varð tikin av borðinum og ístaðin var orðingin, at lond skulu flyta seg burtur frá fossilum brennievnum “transition away from oil, gas and coal” partur av tekstinum.
Kortini eru fleiri av umhvørvisfelagsskapunum, sum hava verið partur av ráðstevnini ikki nøgdir við úrslitið. Teir halda, at talan er um eina tunna suppu, har møguleikar eru hjá fossila ídnaðinum at halda fram við at koyra bensin á bálið sigur umboð fyri Greenpeace.
Tað er ikki fallið í góða jørð, at oljufeløgini kunnu gera brúk av slíkum sum fangan og goymslu av CO2 í orkuskiftinum til tess at minka um útlátið. Hetta halda fleiri bara vera eina undanstøkking fyri at kunna halda fram við framleiðsluni.
Spurningurin um hvørja avleiðing avtalan fær fyri eitt nú framleiðandi olju- og gasslond er enn óviss men taka vit eitt land sum Norra so hevur m.a. talsmaðurin fyri norska flokkin SV eina greiða støðu til tað. Semjan eigur at fáa stórar avleiðingar fyri norska olju- og gassframleiðslu heldur hann.
Norski uttanríkisráðharrin hevur annars tikið undir við avtaluni og gjørt greitt, at Norra fer at vera týðandi partur av bæði fígging av tiltøkum í menningarlondum eins og vaksandi íløgum í grøna orkuskiftið.
Her partur av endaligu orðingunum sambært E24.no:
- Triple fornybar energi globalt og doble energieffektivisering innen 2030
- Akselerere handling for å fase ned urenset kull
- Omstille seg bort fra fossile brensler i energisystemet på en rettferdig, balansert og metodisk måte
- Akselerere handling for å nå målene om nullutslipp innen 2050 ved å følge vitenskap
- Akselerere null- og lavutslippsteknologi, inkludert fornybar energi, atomkraft, og renseteknologi som karbonfangst og -lagring
- Sistnevnte kan brukes til sektorer som er vanskelige å omstille, som for eksempel sementproduksjon og avfallshåndtering
Keldur: NRK, DR, Energy Voice, E24.no
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald