Shell-stjórin heldur eisini, at orkuprísirnir kunnu hækka munandi, um Russland heldur fram við at avmarka veitingarnar. Hann er so tann seinasti í røðini av lyklapersónum í orkuvinnuni, sum stúrir fyri støðuni, sum hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina.
-Eg haldi vit fara at uppliva ein sera harðan vetur í Evropa og tí verður uttan iva neyðugt at skamta orkunýtsluna. Russiski forsetin hevur prógvað, at hann er førur fyri og klárur til at brúka orkuveiting sum vápn, og at ein fullkomin steðgur í útflutninginum av russiskum gassi til Evropa er møguligur sum Van Beurden.
Hann vísir á, at tað er ymiskt, hvussu russisku stigini kunnu ávirka ymisk lond í Evropa men hann heldur, at vit øll fara at uppliva sera høgar oljuprísir, soleiðis at tað verður stórt trýst á ídnaðin og harvið eisini á búskapin. Ringast hugsandi støðan kann gera, at vit mugu taka skamtan í størsta álvara.
Russar skrúvaðu fyri gassinum til Týskland vegna umvæling av rørleiðing nú um dagarnar, sum hevur fingið lond at bera ótta fyri, at latið verður ikki uppaftur í bræði.
Putin ávaraði í farnu viku við “catastrophic consequences”, katastrofalum avleiðingum fyri heimsins orkumarknaðir, um Vesturheimurin heldur fram við at seta í verk sanktiónir móti Moskva vegna russisku innrásina í Ukraina.
Eisini aðrir leiðandi persónar innan orkuheimin, eitt nú formaðurin í altjóða orkustovninum IEA, Fatih Birol hevur ávarað Evropa um at fyrireika seg til ein fullkomnan stegð í russisku veitingunum í vetur.
So mikið álvarslig kann støðan gerast í vetur, at sjálvt tey, sum standa á odda í grøna orkuskiftinum sum eitt nú IEA mæla til, at lond lata uppaftur kolaorkuverkini, sum eru tey mest dálkandi. So í løtuni hevur orkuveitingartrygdin hægri raðfesting enn avleiðingarnar á umhvørvið og veðurlagið viðgongur Byrol.
Eisini eiga lond í Evropa at kanna møguleikan fyri at lata upp aftur gomul kjarnorkuverk eins og samtíðis royna at minka um orkunýtsluna sigur IEA.
Van Beurden sigur sambært Financial Times, at slík tiltøk eru neyðug, sum eisini hava við sær, at Vesturheimurin má til at endurskoða grøna orkuskiftið, í hvussu er fyribils.
-Vit mugu taka nøkur fá fet aftur, áðrenn vit eru før fyri at taka nøkur fet framaftur. Russiska innrásin í Ukraina er eitt eitt “wake-up call” fyri politikarar um at taka evropeiska orkuskiftið í størri álvara, tá talan er um at vera minni bundin at innfluttari orku. Her sipar hann m.a. til at gevast við at forða fyri útbyggingum av verandi olju- og gassgoymslum.
Shell-stjórin hevur annars funnist at støðuni hjá londum í Evropa í sambandi við at gera Evropa meira sjálvsveitandi við orku, eitt nú Bretlandi, sum júst hevur sett í verk ein nýggja oljuskatt samtíðis sum landið eisini vil hava orkufeløgini at gera fleiri íløgur í bæði olju og gass, sum eftir øllum at døma verður mett sum eitt paradoks ella mótsetningur.
Eygleiðarar vilja nevniliga vera við, at nýggi oljuskatturin kann gera tað torførari hjá orkufeløgunum at fáa íleggjarar til nýtt olju- og gassvirksemi eins og íløgur í varandi orkukeldur, sum saman skulu vera við til at gera Evropa minni heft at orku úr Russlandi.
Umboð fyri oljuvinnuna í Norðsjónum eins og orkumyndugleikarnar á fundi við Sunak, táverandi fíggjarráðharra um at broyta nýggja oljuskattin. Nú stendur Sunak til at gerast møguligur bretskur forsætisráðharri og tí er oljuvinnan óviss um framtíðina.
Nú um dagarnar vóru umboð fyri oljufeløgini í Norðsjónum á fundi við táverandi fíggjarmálaráðharran Richi Sunak at fáa hann at gera broytingar í nýggja oljuskattinum. Nú ljóðar, at oljuskatturin verður ikki broyttur, og bíðað verður nú eftir, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri íløguhugin í eitt nú nýggjar framleiðslur í Norðsjónum og eisini eystan fyri Føroyar, har serliga tvær stórar oljuleiðir, Cambo og Rosebank standa til at verða útbygdar.
Bretska stjórnin hevur boðað frá, at hon hevur givið undantak fyri íløgum í nýggjar framleiðslur í skattaskipanini, men um hetta er nóg mikið til at lata upp fyri nýggjum oljuleiðum eins og leiting er enn óvist.
Keldur: Shell, Energy Voice, Financial Times
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald