Uttanlands

Shell-stjórin: Vit fara at liva upp til dóm

-og fara at minka um CO2 útlátið skjótari enn higartil ætlað, men vit fara samtíðis eisini at kæra dómin

2021-06-10 15:19 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljufelagið Shell fer at minka um CO2 útlatið skjótari enn tað longu hevur sett sær fyri. Hetta sigur stjórin í felagnum eftir, at ein dómstólur í Hálandi herfyri tók avgerð um, at Shell skal minka um sítt útlát við 45% innan 2030. Tað er væl skjótari, enn oljufelagið higartil hevur havt ætlan um.

[object Object]

Ben van Beurden, stjóri skrivar á einum bloggi, at Shell fer at taka munandi men eisini hóvlig og vælumhugsað stig í spurninginum um at minka um útlátið. Hann leggur tó aftrat, at felagið fer kortini at halda fast við avgerðina at fara í hægri rætt við dóminum.

Tað vóru umhvørvisfelagskapir, sum í mai vunnu eitt sakarmál móti Shell í einum hálendskum rætti, har tað varð staðfest, at Shell gjørdi ikki nóg mikið og nóg skjótt til tess at minka um CO2 útlátið í tráð við Parísavtaluna frá 2015.

Umboð fyri eitt av umhvørvisfeløgunum, Friends of the Earth, sigur í einum úttalilsi, sambært BBC,  at um Shell tók málið í størri álvara, so hevði felagið ikki kært dómin.

Ben van Beurden sigur annars  á sínum bloggi, at hóast felagið hevur avgjørt at skjóta dómin inn fyri hægri rætt, so merkir tað ikki, at felagið ikki virðir avgerðina hjá undirrættinum. Tað ger shell og hevur tí heitt á leiðslurnar fyri virkseminum hjá felagnum kring heimin um at taka dómin til eftirtektar. Men hann ger samtíðis greitt, at íleggjarar skulu ikki rokna við, at hetta fer at leggja fót fyri framtíðar ætlanunum hjá felagnum.

“Fyri okkum í Shell merkir dómurin ikki eina broyting, men skal heldur skiljast sum at størri ferð verður sett á okkara strategi fyri at minka um útlátið”, skrivar stjórin. Hann er annars vónsvikin av, at Shell sum fyritøka verður tikin fram í einum dómi, sum hann sjálvur ikki heldur fer at gagna royndunum at  minka um globala útlátið av CO2. Men leggur so aftrat, at  felagið er tilreiðar at liva upp til avbjóðingina.

Ein umboðsmaður fyri Shell sigur í eini viðmerking, at úttalilsini hjá stjóranum skulu ikki skiljast sum, at felagið fer at broyta strategi, men heldur skulu tey skiljast sum, at felagið roynir at finna útvegir fyri at skunda undir verandi strategi, soleiðis at hon kann setast í verk skjótari. 

Ben van Beurden vísir á, at felagið arbeiðir fram ímóti at fremja munandi tiltøk til tess at minka um útlátið uppá stytri sikt við tí fyri eygað at røkka málinum um net null útlát í 2050. Felagið hevur lagt eina ætlan fyri, hvussu tað skal røkka hesum í tí grøna orkuskiftinum. Henda ætlan náddi kortini ikki at gerast partur av rættarmálinum. 

Van Burden sigur víðari, sambært BBC, at felagið fer í framtíðini at halda fram við at veita orku og vørur gjøgnum tess olju- og gassframleiðslur til tess at kunna nøkta eftirspurningin hjá kundunum og til tess at kunna varðveita eina fíggjarliga sterka fyritøku.

“Vit hava brúk fyri hesi fíggjarligu styrki, skulu vit fáa íleggjarar at gera íløgur í felagið. Soleiðis at vit kunnu veita ta orku, sum heimurin hevur tørv á, gera íløgur í orku við lægri útláti og eisini stuðla samfeløgunum, har vit arbeiða. Til tess at røkka orkuskiftinum burtur frá kolvetnum, mugu stig takast til  at viðgera og varpa ljós á  eftirspurningin og ikki einans framleiðsluna. Hugsið tykkum, hvat hendir, um Shell ggjørdi av at steðga søluni av bensini og diesel í dag. Tað hevði sjálvandi havt við sær, at útlátið hjá Shell minkaði. Men tað hevði ikki hjálpt heiminum nakað. Eftirspurningurin eftir orku hevði ikki steðgað av tí orsøk.  Fólk høvdu bara fylt tangarnar á øðrum sølustøðum.”

Umboð fyri Friends of the Earth, Rachel Kennerley, sigur í eini viðmerking, at hetta er bara nakað, sum Shell altíð fer at føra fram fyri at loyva virkseminum at halda fram ótarnað. Tað er, hvat tey gera, sum telur, og teirra lyfti røkka als ikki til. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder