Uttanlands

Shell varpar ljós á undirgrund nær Føroyum

Bretskir myndugleikar góvu í gjár oljufeløgum 30 nýggj loyvi til at leita eftir og framleiða kolvetni, fleiri teirra eystan fyri Føroyar.

Eitt av heimsins størstu orkufeløgum, Shell hevur fingið tillutað fleiri loyviloyvi í nýggjastu útbjóðingini á bretska landgrunninum, har av tey flestu liggja eystan fyri føroyska markið. Kort Jarðfeingi

Eitt av heimsins størstu orkufeløgum, Shell hevur fingið tillutað fleiri loyviloyvi í nýggjastu útbjóðingini á bretska landgrunninum, har av tey flestu liggja eystan fyri føroyska markið. Kort Jarðfeingi

2023-10-31 17:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Dagurin í gjár var eitt vegamót fyri kolvetnisvinnuna í Bretlandi, tá bretskir myndugleikar gjørdu greitt, at teir hava givið grønt ljós til umleið 30 nýggj loyvi at leita eftir og framleiða kolvetni á bretska landgrunninum. Loyvini eru partur av 33. útbjóðingini, har úrslitið gjørdist tað besta síðani 2016, tá 76 feløg lótu inn 115 umsóknir. Talan er um ein part av umsóknunum, sum eru liðugt viðgjørdar. Væntandi fara myndugleikarnir í næstum at lata enn fleiri loyvi.

[object Object]Her síggja vit loyvi, sum hava verið latin á føroyska landgrunninum og møguligar kolvetnisberandi strukturar har eysturi og norðaliga á føroyska landgrunninum. Fara vit eystur um markið síggja vit, hvar Shell hevur fingið tillutað nýggj leitiloyvi. Sunnanfyri eru Rosebank, sum nú verður útbygt og Cambo, sum helst fær loyvi til útbygging í 2024. Vit síggja eisini teir 9 brunnarnar, sum eru boraðir á føroyska landgrunninum eins og mongu olju- og gassleiðirnar vestan fyri Hetland/eystan fyri Føroyar. Kort Jarðfeingi.

Millum loyvini eru eisini fleiri á Atlantsmótinum, økið millum Hetland og Føroyar. Har er tað  fyrst og fremst er eitt av heimsins størstu orkufeløgum, Shell, sum hevur fingið tillutað fitt av leititeigum eystan fyri Føroyar. At eitt felag sum Shell vísir so stóran áhuga fyri økjum tætt við Føroyar, fer uttan iva at vekja ans hjá føroyska Jarðfeingi og føroyskari vinnu.  Tað er eisini vert at bíta merki í, at Shell hevur søkt um øki, ið liggja longur norðari á Atlantsmótinum, har lítið er leitað fyrr.

[object Object]

[object Object]Shell hevur fingið fleiri loyvi, sum liggja eystan fyri føroyska markið (myrku teigarnir). 

Tað er annars ikki so langt síðani, at Shell tók seg úr Cambo oljukelduni longur syðri á Atlantsmótinum. Tí hevur verið gitt, at felagið neyvan fór at vísa áhuga fyri øðrum økjum í hesum heldur fjarskotna partinum av bretska landgrunninum. Men sjón fyri søgn, so hevur felagið eftir øllum at døma ikki slept Atlantsmótinum men hevur  tvørturímóti sett sær fyri at fara undir seismiskar kanningar við tí fyri eygað at kunna fara undir at bora seinni.

Nú bert ein partur av umsóknunum frá útbjóðingini eru liðugt viðgjørdur, kann roknast við, at tað møguliga eisini verða onnur feløg enn Shell, sum hava varpað ljós á økið millum Føroyar og Hetland. Tað fara komandi mánaðirnir so at vísa.

Økini, sum Shell hevur fingið tillutað, liggja ikki so langt frá teimum báðum stóru keldunum, Rosebank og Cambo. Equinor fekk herfyri grønt ljós til at fara undir útbygging av oljukelduni Rosebank í sama umhvørvi.

Tað hevur vakt bæði gleði og harm, at bretskir myndugleikar nú  hava gjørt álvara av at lata nýggj loyvi til leiting og framleiðslu av kolvetnum. Fyri orkuvinnuna, sum umboðar fleiri enn 200.000 arbeiðspláss, kemur avgerðin sera væl við. Nýggj leiting og útbyggingar fara at halda hjólunum gangandi og eisini skapa nýggj arbeiðspláss. Hetta hevur ikki minst týdning fyri veitingarvinnuna.

Hinvegin finnast umhvørvisfeløg oo. at avgerðini, sum tey siga stríðir ímóti altjóða veðurlagspolitikkinum. Tey krevja, at loyvini verða tikin aftur og hótta nú við at leggja sak móti bretsku stjórnini.

[object Object]

Bretska stjórnin við Rishi Sunak, forsætisráðharra á odda hevur tó gjørt greitt, at loyvini eru ein týðandi partur av bretska orkupolitikkinum, sum m.a. hevur til endamál at verja orkutrygdina. Hetta  skal  m.a. gerast við at leita eftir nýggjum olju- og gassgoymslum í bretsku undirgrundini, heldur enn at skula vera heft at innflutningi úr Russlandi og øðrum einaræðislondum.

Sunak hevur nýliga kunngjørt, at Bretland fer at hava eina nýggja útbjóðing hvørt ár eins og tað hevur verið galdandi mongu seinastu árini, tó við undantaki av tíðini við og eftir korona. 

Bretski Arbeiðaraflokkurin hevur kunngjørt, at hann ynskir ikki fleiri nýggjar útbjóðingar men fer ikki at taka aftur tey loyvi, sum longu eru givin  til bæði leiting og útbyggingar. 





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder