Fyrsta altjóða vatnráðstevan fyri oyggjar endaði fríggjadagin við hátíðarløtu, har skjal varð undirskrivað undir heitinum: “Memorandum of Understanding Establising Tórshavn Dialog on Sustainable Freshwater Management on Islands.”, tvs. eitt samstarv um burðardygga fyrisiting av feskum vatni í oyggjasamfeløgum.
Tað inniber samstarv millum oyggjasamfeløg um hesa tilgongdina við eitt nú ráðstevnum sum henni í Føroyum. Endamálið er m.a. at kunna læra av hvørjum øðrum, og út frá hesum málum at finna góðar verkætlanir til tess at gera hetta til veruleika.
Smærri oyggjar skapa loysnir fyri størri lond
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sum undirskrivaði skjalið vegna Føroyar, takkaði øllum, sum hesar seinastu dagarnar ahva verið saman og hava latið upp okkara eygu fyri hesum so týdningarmikla spurningi, sum vatn er fyri mannaætttina.
-Eg hoyrdi starvsfelaga mín frá Prince Edward Island tosa um uppgávuna hjá smærri oyggjasamfeløgum at skapa loysnir fyri stór lond eisini, ja allan heimin. Tað er ein góð og stór visión. At tey smærri samfeløgini kunnu leggja lunnar undir tað stórheimurin tørvar. Eg fari at gera mítt besta at fylgja upp uppá hetta týðandi skjalið, “Tórshavn Dialog”, og fáa aðrar oyggjar við í hetta arbeiðið. Mín uppgáva verður tí, at vit næstu ferð kunnu hava 10 til 20 nýggj oyggjalond, sum skriva undir skjalið eisini. Tøkk fyri hetta tiltakið. Vit í stjórnini í Føroyum fara eisini at taka fult undir við tí komandi arbeiðinum, segði landsstýrismaðurin.
Starvsfelagin úr Prince Edward Island, Steven Myers, takkaði eisini fyri vælfyriskipaðu ráðstevnuna og lovaði, at hansara stjórn somuleiðis fór at taka undir við skjalinum og geva sítt íkast til framtíðar arbeiðið. Høvuðsendamálið við ráðstevnuni var at fáa fólk at koma saman. Og tað hevði riggað einastandandi væl.
Mugu hjúkla um barnið so tað gerst vaksið
Francesco Sindico úr Skotlandi og Óluva Eidesgaard frá Jarðfeingi høvdu høvuðsábyrgdina av fyriskipan av ráðstevnu, ið tey megnaðu til eitt UG.
Annar av fyriskiparunum av ráðstevnuni, Francesco Sindico, professari innan altjóða umhvørvislóg við lærda háskúlan í Glasgow og partur av altjóða vatnfelagsskapinum, segði seg vóna og roknaði við, at Malta sum triðja landið skjótt eisini fer at skriva undir skjalið ella sum hann málbar seg: “Malta will join the family.”
-Hetta skal ikki bara vera nakað, sum verður skrivað á pappír. Nei tað liggur nú til londini at liva upp til innihaldið í hesi avtala. At seta nakað í verk. “We have to deliver on our vision”. Tað hevur gingið væl hesar dagarnar, men hjúklar tú ikki um hetta nýggja barnið, so gerst tað ikki vaksið. Og her er av stórum týdningi at hava skipanir, sum ger, at fólk koma saman at umrøða hesa álvarsligu spurningar.
Hann vísti á, at altjóða vatnfelagsskapurin “International Water Resources Association” ætlar nú at skipa ein arbeiðsbólk fyri smærri oyggjar. Og heitti á luttakararnar um at koma við uppskotum og byggja á momentum frá hesi ráðstevnuni í Føroyum.
-Gott um fleiri oyggjalond gjørdust partur av hesum og er hetta ein politisk uppgáva, sum eg vóni Føroyar og Prince Edward Island fara at liva upp til og vónandi eisini komandi luttøkan av Malta og seinni uppaftur øðrum oyggjum.
Næsta ár verður stóra vatnráðstevnan hildin, har túsundtala luttakarar verða og í 2026 enn ein oyggjaráðstevna.
Francesco vísti á, at avbjóðingarnar í oyggjasamfeløgum og á meginlandinum líkjast nógv. -Vatn er alt. Tað er orka, lív, mentan ol. Hann segði at enda, at skal man sóknast eftir nøkrum eftir slíka ráðstevnu, so er tað búskaparligi parturin, tvs. luttøka av vinnuni. -Eg síggi ikki nógv frá vinnuni her, og tað er nakað vit á framtíðar ráðstevnum eiga at arbeiða meira við.
Óluva takkaði øllum
Óluva Eidesgaard frá Jarðfeingi, sum saman við sínum starvsfeløgum, hevur staðið fyri tí stóra arbeiðinum at fyriskipa ráðstevnuna, fegnaðist um stóru undirtøkuna og úrslitið av ráðstevnuni og helt, at vit av røttum kundu kalla hetta fyri eitt nýtt vatn-forum.
Óluva Eidesgaard frá Jarðfeingi høvuðsfyriskipari av stóru vatnráðstevnuni.
-Vit hava fingið svar uppá nógvar spurningar, og vit hava savnað nógvar ymsar partar av samfelagnum til at viðgera vatnspurningar. Vit hava megnað at hækka raðfestingina av teimum. Hon takkaði Norðurlandahusinum, Tórshavnar kommunu, ymsu umhvørvisstovnarnar, Visit Faroe Island, sponsorunum og teimum mongu, sum høvdu gjørt hetta stóra tiltakið møguligt.
Ingilín D. Strøm heilsar uppá kinverska forsetan, Li í altjóða vatn-felagsskapinum.
Úr Kina til Føroya
Kinverski forsetin fyri altjóða vatntilfeingis-felagsskapinum, IWRA, Yuannyuam Li endaði ráðstevnuna og takkaði mongu luttakarunum, Jarðfeingi og Føroyum. -Tit hava ríkað okkara felagsskap og varpað nýtt ljós á vatnspurningin.
-Eg vóni, at hetta ikki er endin men byrjanin til at bøta um vatnviðurskiftini í oyggjasamfeløgum. Vit hava her fingið vitan og royndir frá okkara grannum. Vit hava ment hesa oyggja vatnfamiljuna, bygt upp netverk, og ætlanin er nú at fáa uppaftur fleiri oyggjasamfeløg við. Vit vilja við hesum koma við nøkrum nýggjum til heimsins borgarar, og vit vilja gera hetta fyri okkara børn. (Sí grein mánadag frá ráðstevnuni eisini.)
Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi, sum var vertur fyri ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Myndir Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald