Skiftandi veðrið seinastu vikuna við bæði vindi og mjørka hevur eisini merkt arbeiðið at seta vindmyllurnar upp, tó at tað verður staðiliga hildið fram við arbeiðinum at seta upp tær seks nýggju Vestas vindmyllurnar á Gellingarkletti. Teir eru í ferð við at seta triðju vindmylluna upp nú, og í løtuni verður gjørt klárt at montera bløðini.
Hóast veðrið í páskavikuni hevur verið gott, so hevur mjørki darvað arbeiðinum nakað.
Tá ið vindmyllur verða reistar er neyðugt at hava sýni millum lendið og montagustaðið á vindmylluni. Tá ið frástøðan nærkast 100 metrum, er skjótt,at mjørkin byrjar at avmarka sýnið so mikið, at ikki er møguligt at installera vindmylnulutir, hóast vindurin annars er væl innan fyri markvirðið.
Men roynt hevur verið at fylgja við veðrinum og brúka tær løturnar, tá ið mjørkin lættir so mikið, at sýnið er nøktandi til at halda á fram við installatiónini av vindmyllunum.
Nógvi mjørkin hevur tarnað arbeiðinum nakað
Sum skilst er hetta er sjálvandi krevjandi, men Vindrøkt hevur sera góð feløg, ið taka sær av uppsetingini og eru tey sera fleksibul til at arbeiða undir skiftandi umstøðum og arbeiðstíðum skilur orkan.fo.
Meginparturin av allari útgerðini, torn, sellur, gearkassar ol. er flutt av Oyrareingjum og niðan á Gellingarklett. Bløðini koma niðan sohvørt sum vindmyllurnar verða settar upp. Avbjóðingar hava verið við veðrinum og tí hevur eisini verið neyðugt av og á at steðga á og bíða eftir betri líkindum.
Johan í Niðristovu, ein av oddamonnunum aftanfyri hesa risastóru verkætlanina:
-Okkara metan er, at henda tíðin er kanska líka fræg sum summarið og várið at seta upp vindmyllurnar. Er ikki vindur so er mjørki, og hesi tarna sjálvsagt arbeiðinum. Starvsfólkini skulu hava ein frídag um vikuna, og hann var Langafríggjadag, og so fór arbeiðið í gongd aftur leygardagin og hildið er síðani fram. Vónin hevur verið at fáa ta triðju mylluna upp og lidna tíðliga hesa vikuna. So er komið hálva leið, og eftir tað verður farið at flyta til fjórða vindmylnuplássið, og tað tekur ein dag. Verður veðrið til vildar verður farið undir fjórðu mylluna týsdagin.
Johan í Niðristovu sigur víðari, at tey hava tilrættalagt so og so nógvar arbeiðsdagar og fingu teir ongan bíðidag, so hevði alt verið fingið upp 20. apríl. Men tað hava verið nakrir bakkdagar, og tí væntar hann ikki, at alt stendur uppi fyrr enn í viku 17.
Gongst eftir hesi ætlan verður farið undir at royndarkoyra myllurnar í mai og síðani at kunna lata orku í juni.
Johan í Niðristovu sigur, at SEV arbeiðir við fullari ferð at fáa gjørt klárt til at kunna taka ímóti, og tá vil tað so vísa seg, hvussu nógv teir kunnu taka ímóti. Móti summarinum væntar hann, at man kann taka ímóti tí allarmesta. At fáa vindmyllurnar upp hesa tíðina og so fáa tær tilkoyrdar inn á netið gjøgnum summarið er ein stórur fyrimunur.
Johan í Niðristovu, sum nú í skjótt 20 ár hevur havt ein dreym um at menna vindorkuna í Føroyum, fegnast um, at tað nú er komið so mikið langt. Tað hevur verið ein langur vegur frá fyrstu verkætlanini í 2003 við teimum trimum myllunum á Mýrunum í Vestmanna og so hertil, men tá allar myllurnar koyra, má man siga, at ein dreymur er gingin út.
Hann vísir á, at teir hava eisini arbeitt við eini pumpuskipan nú í nógv ár. Hon er ótrúliga áhugaverd og vónar hann, at Vindrøkt so ella so kann gerast partar í eini slíkari verkætlan – vælvitandi, at SEV hevur fingið at vita, at tað fer at fáa loyvi til eina pumpuskipan. Kortini vónar hann, at tað fer at bera til at fáa eitt samstarv á hesum øki eisini.
Orkan.fo spurdi Johan í Niðristovu, hvønn týdning hann heldur komandi vindmylnulundin á Gellingarkletti fer at hava í royndunum at gera Føroyar grønari.
-Tað hevur heilt stóran týdning, um tú bara hugsar um, hvussu stórt potentialið er. Saman við øðrum vindmyllum kring landið kann Gellingarklettur koma at gera stóran mun til gagns fyri Føroyar. Og at vit kunnu troyta egið tilfeingi eisini er mín størsti dreymur. At tað so kann blíva grønt omaná, ger tað bara uppaftur betur, ístaðin fyri at verða heftur at útlandinum.
Johan í Niðristovu dylur ikki fyri, at Vindrøkt eisini hevur aðrar ætlanir sum frálíður. Verða teir ikki uppi í pumpuskipanini, so gevast teir ikki fyri tað, eitt nú við eini ætlan at framleiða vetni. Tað heldur hann vera sera áhugavert. Men skal tað gerast veruleiki, so er tað eins og við vindmylnulundum í dag, nevniliga, at tað skal vera nóg stórt fyri at kunna svara seg.
Hann heldur eisini rætta leiðin at ganga er at seta upp stórar vindmyllur, tvs. at tær skulu vera bæði hægri og størri, soleiðis at tú harvið betri fær troytt lendið til vindorku.
-Vit hava ikki so nógv øki, sum hóska seg til vindmyllur, so okkara hugburður hevur verið, at tú skal hava so stórar vindmyllur sum møguligt. Tess longur upp tú kemur, tess betri vindviðurskifti fær tú. Tú fær bæði meira og javnari vind.
Vit spurdu eisini stjóran í Røkt, hvat hann heldur um mongu royndirnar hjá eitt nú okkara grannum í bæði Bretlandi, Norra og Danmark at seta upp vindmyllur til havs. Er hetta nakað vit í Føroyum eisini eiga at leggja okkum eftir í framtíðini?
-Tað rokni eg við fer at koma av sær sjálvum. Vit hava ikki óavmarkað tilfeingi á landi, og tí rokni eg við, at havvindmyllurnar fara at koma eisini. Eisini tí okkara streymnýtsla fer at vaksa rættiliga nógv. Bara streymurin vit skulu brúka á landi krevur so nógv, at helst verður einki eftir til skipaferðsluna, sum eisini fer at koma.
Johan í Niðristovu sær eisini fyri sær, at tá vit fara at framleiða meira streym fra vindmyllum enn vit brúka sjálvi, tá kann tað eisini vera eitt hugskot at útflyta streym. Tað er nakað, sum ikki er so fjart heldur.
-Vit teimum myllum, sum finnast í dag við eitt nú flótandi eindum, verður tað uttan iva ein møguleiki, sum fer at koma. Men her má ein gera sær greitt, at tá man fer á sjógv við vindmyllum, so er tað væl dýrari orka enn á landi, men soleiðis sum orkuprísirnir eru í dag, verður tað eisini áhugavert kortini.
Her kann tað so eisini gerast aktuelt at taka upp samstarv við okkara grannar eitt nú í Hetlandi, har eg skilji tað eru stórar ætlanir við vindmylnulundum bæði á landi og á sjógvi. Á landi í Hetlandi eru teir m.a. í ferð við at seta upp eina risastóra vindmylnulund við umleið 110 vindmyllum av júst sama slag sum Vestas vindmyllurnar á Gellingarkletti. Eitt samstarv kundi m.a. fevnt um, hvussu avbjóðingar verða loystar.
Í Hetlandi eru stórar ætlanir um at menna vindorkuna bæði á sjógvi og landi og brúka streymin til nógv ymisk endamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald