Fyrsti-ráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon heldur tað er neyðugt at seta ferð á grøna orkuskiftið við varandi orku, nú bretska stjórnin hevur latið upp fyri nýggjari oljuleiting í Norðsjónum. Hon heldur tað vera besta háttin at sleppa av við kolvetni.
Fríggjadagin frættist, at bretskir orkumyndugleikar hava latið upp fyri tí 33. leitiútbjóðingini á bretska landgrunninum. Tilsamans 898 teigar verða nú tøkir til leiting hjá orkufeløgum. Útbjóðingin letur aftur 12. januar og verða loyvi latin í apríl. Ætlanin er at lata upp til 100 loyvi hevur Liz Truss, forsætisráðharri boðað frá.
Spurningurin um nýggja olju-og gassleiting í Bretlandi hevur leingi sett kílar í framtíðar orkupolitikkin og harvið skapt spenning millum leiðslurnar í London og Edinburgh.
Um somu tíð sum stjórnin í London gongur inn fyri nýggjari leiting, er skotska stjórnin við SNP og teimum grønu ímóti at loyva leiting eftir olju og gassi. Í síðsta enda er tað tó bretska stjórnin, sum varar av orkupolitikkinum í øllum Bretlandi og harvið eisini Skotlandi.
Tað má sigast, at skotski stjórnarflokkurin SNP við Sturgeon á odda hevur flutt seg nógv, tí tað eru bert fá ár síðani, at SNP veitraði við herrópinum "This is Scotlands Oil", hetta er oljan hjá Skotlandi, tá royndir vórðu gjørdar at loysa Skotland frá Bretlandi. Síðani hevur fyrrverandi leiðarin av SNP, Salmond funnist harðliga at politikkinum hjá SNP, sum er nógv ávirkaður av teimum Grønu, ið krevja forboð móti øllum, sum hevur við olju og gass at gera.
Sturgeon segði við BBC í gjár, sambært Energy Voice, at hon gongur inn fyri at beina Skotland á grønu kósina við at menna varandi orkukeldur. Men hon legði aftrat, at hetta mátti gerast á ein rættvísan og reiðiligan hátt, “fair and just way”, sum hon málbar seg.
-Vit gera longu íløgur í at menna varandi orkuframleiðsluna, og tað fara vit at halda fram við í Skotlandi.
Hon vísti á, at Skotland í dag er netto útflytari av streymi. -Vit framleiða longu varandi elorku til at nøkta nærum 100% av okkara tørvi, tí vilja vit økja um varandi orkuna til tess at stuðla uppundir grøna orkuskiftið fyri at røkka net-null málinum, sum øll lond hava eina moralska skyldu til at liva upp til.
-Olja og gass er ein stórur partur av okkara verandi orkunýtslu. Tað er eisini ein stórur partur av skotska búskapinum. Tey eiga stóran part av arbeiðsplássunum, og vit mugu tí skunda undir eina gongd burtur frá olju og gassi, kulu vit røkka grønu málunum, sigur skotski fyrstiráðharrin.
-Vit mugu fremja hetta sum part av okkara moralsku skyldu, men vit mugu gera tað rætt og skilagott.
Sturgeon sigur víðari, at øll framtíðar olju- og gassleiting eins og framleiðsla eigur bara at verða loyvd, um tær halda seg til strangastu veðurlagskrøvini ella sum hon málber seg, “most stringent climate checks”. Og hon heldur fram:
-Eg beri ótta fyri, at tað vit hoyra frá bretsku stjórnini er bert eitt framhald av teirra tilvildarligu og hissini orkutilrættalegging, og uppá sikt er stjórnin við at undirgrava orkutrygdina heldur enn at styrkja hana. Leiðin til orkutrygd er torfør og avbjóðandi.
Men leiðin til orkutrygd er at tryggja grøna orkuskiftið burtur frá fossilum brennievnum til varandi orku og orkukeldur við lítlum útláti leggur hon aftrat.
Tá BBC spyr hana um grøna orkuskiftið frá olju og gassi til varandi orku svarar Sturgeon: -Vit kunnu ikki skrúva fyri olju og gassi knappliga eftir eina nátt av ymiskum orsøkum, harímillum orkutrygd, men eisini serstakliga orsakað av búskaparligu avleiðingunum eins og arbeiðsplássum.
Vit mugu gera tað á ein skilagóðan hátt - reiðiliga og rætt. Eg vaks upp í 1980-unum, tá táverandi Tory stjórnin als ikki tók hædd fyri avleiðingunum av avindustrialiseringini og slepti bæði einstaklingum og samfeløgum uppá fjall. Ta tíðina hava vit ikki gloymt, og vit mugu fyri alt í verðini ikki endurtaka tey mistøkini.
Men orsakað av tí vit skylda komandi ættarliðum, mugu vit seta ferð á grøna orkuskiftið burtur frá fossilum brennievnum so nógv tað ber til. Framtíðin hjá jørðini byggir rætt og slætt á tað.
Sturgeon var aftur í BBC í morgun og fekk sama spurning, um hon kundi góðtaka nýggja oljuleiting. Hon svaraði ikki heilt spurninginum men segði tó, at hon einans fór at gera tað, um leitingin livdi upp til tey strangastu krøvini í grøna skiftinum. Og sjálv ivaðist hon stórliga í, at feløgini megnaðu at liva upp til hesi.
Herfyri var annars gjørdur sáttmáli millum bretsku orkuvinnuna og myndugleikarnar um nettupp at seta strong krøv til vinnuna í sambandi við framtíðar virksemi, eisini nevndur "The North Sea Transition Deal". Tað er so henda sáttmála, sum vinnan sigur seg vilja og megna at liva upp til, eitt nú við eini umfevnandi elektrifisering av bæði verandi og komandi olju- og gasspallum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald