Umfevnandi Smart-Fisk verkætlanin, sum fór av bakkastokki í vikuni, fer at nágreina oljunýtsluna hjá fiskiførunum, og hvat kann gerast fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiskapinum.
Á fundinum vóru oljugreiningar, sum eru gjørdar seinastu árini lagdar fram, og við støði í teimum varð staðfest, at fiskiskapur er ein av matvøruframleiðslunum, ið hevur minst CO2 útlát. Fyribils greiningar vísa, at oljunýtslan í føroyska fiskiskapurin er millum tær lægstu í Evropa. Hóast hetta, er endamálið í verkætlanini at eyðmerkja átøk, ið kunnu gera fiskiskapin enn meira effektivan.
Á fundinum vóru m.a starvsfólk frá reiðaríum, skiparar, stýrimenn, maskinmeistarar og granskarar í Sjókovanum savnaði fyri at skipa arbeiðið. Serliga var kjakast um, hvat ávirkar oljunýtsluna í fiskiskapinum, hvørji møgulig átøk kunnu gerast, og hvat skal skrásetast fyri at kunna staðfesta, um átøkini gera mun.
Í kjakinum varð eisini staðfest, at reiðaríini kunnu við ávísum tiltøkum ávirka oljunýtsluna sjálvi, t.d. við at skifta reiðskap, siglingarferð o.a., meðan aðrir møguleikar at minka um oljunýtsluna eru tengdir at broytingum í umsitingarreglum. Verkætlanin fer at viðgerða bæði tiltøk umborð og hvørjar broytingar í skipanini av fiskiskapinum kundu havt lægri oljunýtslu við sær.
Í næstum verður farið undir at skráseta oljunýtsluna umborð á fiskiførunum. Samstundis verður eisini kanna, hvørji átøk eru gjørd í fiskivinnuni í øðrum londum. Í novembur hittast allir luttakarnir aftur á fundi, tá støða skal takast til, hvørji átøk ymisku fiskiførini fara at royna í verki.
Fundurin endaði við einum góðum miðmála, har prátað varð dúgliga um leiðina fram siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald