Hóast semjuna ella neyðsemjuna um nýggja veðurlagsavtalu í Dubai í hesum døgum eru viðmerkingarnar og móttøkan av henni sera ymisk. Flestu av kendastu stats- og stjórnarleiðarunum við António Guterres, ST aðalskrivara, Joe Biden, amerikanska forsetanum, Ursula von der Leyen, ES forkvinnu eins og danska altjóða veðurlagsráðharranum Dan Jørgensen á odda hava róst avtaluni, tí hetta er fyrstu ferð í 28 ára søguni hjá COP ráðstevnunum, at ein minkan og steðgur í fossilum brennievnum verður sett á blað í eini avtalu samtykt av 200 londum.
Staðfest verður, at hóast ynskið og kravið um at fáa eina meira bindandi orðing um stigvíst heilt at steðga framleiðsluni av olju, gassi og koli ikki gjørdist veruleiki, so verður kortini mett, at talan er um eitt gjøgnumbrot og ein sigur í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum. Gamaní verður hetta millum vísindafólk tó mett at vera langt frá nokk til at røkka málinum um ein hitavøkstur uppá í mesta lagi 1,5 stig, og tey siga, at tørvurin í løtuni er at minka útlátið við 43 prosentum fram til 2030 til tess at røkka málinum, nakað, sum fáur heldur er møguligt. Útlit eru til, at hitavøksturin uttan hesa kollveltandi minking í útlátinum fer at liggja um ein hitavøkstur uppá 2,9 stig.
Mett verður at einasti háttur at røkka á mál er at gera bindandi avtalur, sum fevna um fosssilu brennievnini eins og í aðrar mátar at fremja kollveltandi tiltøk á øðrum økjum til tess at minka um útlátið.
Kring allan heim hevur heimspressan viðgjørt úrslitið av COP28, og meiningarnar eru nógvar og fjølbroyttar. Men fleiri av mest týðandi miðlunum so sum bretsku bløðini The Guardian og The Financial Times skýra avtaluna sum slóðbrótandi, tí hon fyri fyrstu ferð nevnir fossilu brennievnini. Teirra fyrivarni er tó, at uttan ítøkilig tiltøk er hon lítið verd.
Millum tey londini, sum ikki eru heilt so nøgd við avtaluna, hóast tey hava skrivað undir hana, eru smærri oyggjalondini kring heimin, ið longu merkja broytingarnar í veðurlagnum og verða tey fyrstu, sum koma at merkja komandi broytingar, nú ísurin bæði í Grønlandi og á Antarktis bráðnar. Tey vísa á, at tey hava onga trygd fyri framtíðini hjá tess íbúgvum, um ikki útlátið frá fossilu brennievnunum minkar ella heilt steðgar. Tey halda eins og flestu av umhvørvisfelagsskapunum og vísindafólkunum á COP28, at avtalan um fossilu brennievnini átti at verið meira bindandi og ítøkilig.
Hóast avtalan ber í sær, at nýtslan og framleiðslan av fossilum brennievnum skal minka og til endans steðgast heilt, so verður tó einki nevnt um tíðartilgondina. Tað verður upp til tey einstøku londini og fyritøkurnar sjálvi at finna útvegir fyri at minka um útlátið. Júst hetta hevur fingið aktivistar kring heimin at tala at avtaluni, tí tey halda tað er ov lætt at snúgva sær undan at taka tey røttu og neyðugu stigini til tess at minka um útlátið.
M.a. hevur India fingið við í avtaluna eina lagaligari støðu til kolanýtsluna. Eisini støðan við gassinum er sera jalig fyri tey lond og fyritøkur, sum framleiða gass, tí tað verður mett at vera ein týðandi partur av sjálvum orkuskiftinum. Hesum vilja so gassframleiðandi lond og fyritøkur gera sær dælt av. Her kemur eisini spurningurin um orkutrygdina í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina inn í myndina.
Hyggja vit at okkara næstu grannalondum Norra og Bretlandi, so meta tey einki nýtt vera í nýggju avtaluni, sum tey longu royna at liva upp til. Tey hava m.a. longu sett í verk tiltøk og fara at víðka um hesi, ið hava til endamál at minka um útlátið, eitt nú gjøgnum fangan og goymslu av CO2 eins og útbygging av varandi orkukeldum sum vind og sól. Í Bretlandi t.d. varð í 2021 gjørd avtala millum orkuvinnuna og myndugleikarnar, nevnd “North Sea Transition Deal”, sum ger greitt, hvussu orkufelag skulu minka um útlátið eitt nú við elektrifisering av olju- og gasspallum.
Enn hava bert fá oljufeløg gjørt viðmerkingar til avtaluna, men tað skilst, at flestu teirra eru nøgd við avtaluna, tí hon staðfestir, at broytingarnar, soleiðis sum tær eru orðaðar í avtaluni, skulu gerast skipaðar og við javnvág eins og við skili. Tey vísa á, at tað, sum nú verður fest á blað er júst tað tey longu hava sett sær fyri, nevniliga at vera partur av grøna orkuskiftinum og harvið minka um útlátið, tó at hetta ikki verður gjørt eftir einum degi.
Eitt, sum hevur merkt COP28 ráðstevnuna er tann sannroynd, at vertslandið UEA er eitt av heimsins fremstu olju- og gassframleiðandi londum, og at sjálvur forsetin fyri ráðstevnuna hevur verið stjórin í tí almenna oljufelagnum í UEA.
Hyggja vit aftur til ráðstevnuna í Glasgow nøkur ár herfyri, so fingu oljufeløg als ikki innivist. Nú er so vent í holuni og hevur UEA seinasta mánaðin fingið bæði rís og rós fyri sín leiklut. Ein tann heitasti talsmaðurin fyri at verja og rósa vertslandinum hevur verið danski altjóða veðurlagsráðharrin Dan Jørgensen, sum bæði á ráðstevnuni og eftir hana hevur takkað al-Jaber frá vertslandinum fyri væl útint arbeiði. Hesum varð serstaki amerikanski sendimaðurin Al Gore tó ikki samdur við honum í undir ráðstevnuni. Nú semja ella ein neyðsemja loksins fekst undirskrivað av øllum luttakaralondunum, hava nógvir eygleiðarar og luttakarar umrøtt vertslandið og ráðstevnuforsetan við sera jaligum orðum. Tað hava tó eisini verið atfinningar móti stigtakarunum til ráðstevnurnar, at tað var skeivt at lata eitt oljuland standa fyri COP28.
Sjálvur hevur Ali Jaber eftir at avtalan varð samtykt sagt, at nú er upp til heimsins lond at seta hana í verk. Hann mælir øllum til nú at fara til verka til frama fyri at steðga veðurlagsbroytingunum.
Eisini úr Føroyum hava verið fleiri luttakarar á veðurlagsráðstevnuni í Dubai, teirra millum Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvis- og orkumálum. Hon sigur við útvarpið á middegi, at úrslitið av ráðstevnuni má metast at vera bæði gott og ringt, tí hon nevnir fossilu brennievnini men er tó ikki nóg mikið til at kunna røkka útlátsmálunum, sum vórðu samtykt í París í 2015.
Hon vísir á, at vit í Føroyum mugu eisini gera meira fyri at røkka veðurlagsmálunum, nú vit útfrá íbúgvaratalinum eru tey, sum hava størsta útlátið í heiminum. Hon sigur, at arbeitt verður við einum lógaruppskoti um at seta bindandi mál fyri framtíðar útlátinum.
Keldur: NRK, DR, Energy Voice, Financial Times, Guardian, E24, Washington Post, CNN og ÚF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald