Uttanlands

ST-aðalskrivarin: Heimsins leiðarar mugu taka seg um reiggj nú

Hitavøksturin í heiminum er væl ávegis móti 2,9 stigum. Tað er nógv hægri enn tað vísindin metir vera ráðiligt. Aðalskrivarin í ST, António Guterres hartar heimsins leiðarar fyri at venda bakið til síni lyfti um at halda globalu upphitingini undir 1,5 stigum.

2023-11-21 11:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast flest øll heimsins lond í Parísavtaluni í 2015 samtyktu at halda hitavøkstrinum undir 1,5 stig, eru vit nú á veg móti eini hitahækking uppá 2,9 stig í 2100. Hetta er niðurstøðan í eini spildurnýggjari ST frágreiðing, sum hvørt ár samanber meðalhitan kring heimin í mun til tað, sum heimsins lond hava lovað at halda seg til.

[object Object]Ein avleiðing av veðurlagsbroytingum, sum vísindin sigur stava frá mannagivnum CO2 útláti eru herviligar ódnir, turkur og eldibrandar. 

Støðan er vorðin sera álvarslig sigur ST í frágreiðingini, nú flestu lond ikki hava hildið avtalurnar um útlátsmark. Skulu vit liva upp til lyftini um 1,5 stig hitavøkstur í 2030, má samlaða útlátið minka við 42% innan 2030, og tað verður nú mett at vera ómøguligt.

[object Object]

Sambært frágreiðingini fer hitavøksturin, sjálvt um heimsins lond halda seg til bindandi málini fyri útláti, at hava kós móti 2,9 stigum. Skal heimurin tó halda seg undir teimum 1,5 stigunum sum avtalað í  Parísavtaluni, skal útlátið minka við góðum 40 prosentum.  Parísavtalan nevnir annars eisini 2 stig sum hægstamark, um 1,5 stig markið ikki verður rokkið.

Hóast klimaavtalur, veðurlagstoppfundir og greiðum boðskapum frá vísindini um broytingar í veðurlagnum, so hava heimsins lond ikki megnað at røkka sínum egnu klimamálum, sum er ein hitavøkstur uppá í mesta lagi 1,5 stigum.

[object Object]

ST-aðalskrivarin er sum ikki einaferð sera avgjørdur, tá hann umrøður seinastu frágreiðingina um veðurlagsbroytingarnar. Hann gevur vánaligum leiðarum og leiðaraskapi alla ábyrgdina fyri íkomnu støðuna.

Nú eru bert fáir dagar til næstu veðurlagsráðstevnuna COP28 í Dubai. Tá skulu heimsins lond semjast um komandi veðurlagstiltøkini. Ein tann mest avgerandi spurningurin tá er, um útfasan av olju og gassi skal skrivast inn í komandi avtalur. Enn er tað ikki eydnast at semjast um eina felags orðing um at gevast við at brúka fossilu brennievnini, sum sambært hagtølum standa fyri størsta partinum av útlátinum.

-Vit vita, at tað enn ber til at røkka 1,5 stig málinum. Og vit vita, hvussu vit røkka hartil. Men tað krevur, at vit taka um rótina á orsøkini til veðurlagskreppuna, nevniliga fossilu brennievnini sigur ST aðalskrivarin.  

[object Object]

Kring heimin gera leiðarar, vísindafólk og umhvørvisfelagsskapir eins og umboð fyri orkuvinnuna seg klár til at fara til veðurlagsráðstevnuna, sum verður hildin í einum av teimum mest týðandi oljustatunum í Miðeystri, UAE, (United Arab Emerades) og har ein oljusjeikur er vertur. Mong hava funnist at hesi avgerðini, tó at undirtøka sum heild er fyri at halda ráðstevnuna í Miðeystri. Hyggja vit nøkur ár aftur í tíðina, tá ráðstevnan varð hildin í Glasgow í Skotlandi, varð støðan ein heilt onnur. Tá noktaðu fyrireikararnir eitt nú umboðum fyri olju- og gassvinnuna at luttaka. 

[object Object]

Millum luttakararnar á COP28 er eisini danski altjóða ráðharrin fyri veðurlag, Dan Jørgensen. Hann er varisliga bjartskygdur sambært DR men heldur, at verður einki ítøkiliga gjørt fyri at steðga útlátinum, fer heimurin rætt og slætt um koll. Dan Jørgensen heldur seinastu frágreiðingina  vera eina týðulig ávaring til heimsins lond. Ein heimur, sum er 2,9 stig heitari, fer at vera ein vanlukka fyri øll.

[object Object]

Veðurlagsnevndin, sum ráðgevur donsku stjórnini, hevur fyrr funnist at stjórnini fyri ikki at gera nokk fyri at minka um útlátið. Danska stjórnin hevur sett sær sum mál at minka um útlátið við 70% í 2030. Og í 2050 skal Danmark vera klimaneutralt.

Veðurlagsnevndin sigur, at Danmark hevur sett sær fyri at røkka nøkrum sera høgum og góðum málum, men heldur ikki, at nóg mikið er gjørt fyri at røkka teimum.

Hóast mongu ógvusligu og álvarsligu spádómarnar um framtíðar veðurlagið og avleiðingarnar fyri bæði menniskju og náttúru, so er tað kortini eisini ein sannroynd, at mong av heimsins londum taka ávaringarnar í størsta álvara.

Vit síggja, at Kina, sum er eitt tað landið, ið dálkar mest við sínum kolaorkuverkum, kortini liggur á odda, tá tað ræður um at menna varandi orkukeldur so sum sól og vind. USA hevur sett í verk eina tað mest víðgongdu grønu orkuætlanina í landsins søgu, og lond í Evropa ganga á odda, tá tað kemur til at menna tøkni til grøna orkuskiftið, herundir Danmark. Í fleiri førum hevur hetta givið úrslit men kortini er tað langt frá nokk siga granskarar í altjóða miðlum.

Og seinasta ST frágreiðingin ger hetta púra greitt. Tað, sum verður gjørt, er ikki nóg mikið fyri at venda ella steðga gongdini. Stóri spenningurin er nú um, hvat fer at koma burtur úr altjóða veðurlagsráðstevnuni í Dubai í næstum. Hon byrjar 30. november og heldur fram til 12. desember. 


Keldur: Energy Voice, Politiken, DR, Financial Times



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder