Nú tað nærkast endanum á veðurlagsráðstevnuni í Dubai - seinasti dagur er í morgin 12. desember - verður roynt at finna orðingar, sum flest øll lond í heiminum kunnu góðtaka í royndini at koma veðurlagsbroytingum til lívs ella í hvussu er minka munandi um tær.
Ein av høvuðsspurningunum á ráðstevnuni er, hvussu til ber at fáa eina avtalu um stigvíst at minka um og/ella heilt steðga útlátinum frá lívrunnum, fossilum brennievnum tvs. framleiðsluni og nýtsluni av olju, gassi og koli.
Bæði ST aðalskrivarin, stjórin í Altjóða Orkustovninum, IEA eins og ein av oddamonnunum innan grøna orkuskiftið í heiminum, fyrrv. amerikanski varaforsetin Al Gore hava gjørt púra greitt á COP28 ráðstevnuni, at tey umleið 200 luttakaralondini eiga at raðfesta at samtykkja heilt at steðga framleiðsluni av fossilum brennievnum, tó at hetta skal gerast stigvíst og skipað og yvir eina tíð.
Al Gore segði við amerikonsku sjónvarpsrásina CNN sunnudagin, at alt eigur at verða gjørt fyri at steðga oljufeløgunum at halda fram við sínum skaðiliga virksemi, tí tey eru høvuðsorsøkin til veðurlagsbroytingarnar. Hann hartar eisini ST fyri at hava góðtikið, at eitt oljuland sum Sameindu Arabisku Emiratini sleppa at standa fyri veðurlagsráðstevnuni og heldur tað vera heilt burturvið, at verturin fyri ráðstevnuna er stjórin í einum av heimsins størstu oljufeløgum.
Hann sigur samtíðis, at tað er einki annað enn undandráttur, tá oljufeløgini siga seg kunna minka um útlátið við eitt nú at fanga og goyma CO2. -Hetta er bara ein máti at sleppa undan at minka um framleiðsluna, tí enn er nýggja tøknin til at fanga og goyma CO2 als ikki til steðar og fara at ganga mong ár, til hon er klár segði Al Gore við CNN.
Hann helt fyri, at olju- og gassfeløg hoyra als ikki heima á eini COP ráðstevnu og segði somuleiðis, at hann fór at leggja uppskot fram til komandi COP29 ráðstevnuna at fara burtur frá regulinum um, at øll lond skulu taka undir við avtalum til tess at gera tær til veruleika. Hetta skal broytast til 70% meiriluta, tí harvið ber til at sleppa undan “veto” rættinum hjá oljufeløgum og oljulondum, sum hann málber seg.
Umboð fyri oljufeløgini og oljuframleiðandi lond siga seg vilja vera partur av grøna orkuskiftinum - transition - uttan at skula binda seg til at áseta ein dag fyri heilt at steðga framleiðsluni. Tey halda, at møguleikar finnast fyri at minka um útlátið frá verandi framleiðslu eitt nú gjøgnum elektrifisering. Tey vísa eisini á, at tað er heilt veruleikafjart at hugsa sær, at heimurin bara kann kappa á stokkinum og steðga olju- og gassframleiðslu, soleiðis sum heimurin sær út í dag og fer at síggja út leingi aftrat. Her verður eisini víst til støðuna í heiminum, sum krevur nógv í sambandi við orkutrygdina. Og her kann eitt nú framleiðslan av gassi gerast ein týðandi framtíðar partur av loysnini.
António Guterres, ST aðalskrivari, sum hevur verið ein tann harðasta røddin ímóti olju- og gassfeløgunum, staðfestir nú móti endanum á ráðstevnuni sambært NRK, at ber tað ikki til at fáa øll heimsins lond at taka undir við eini avtalu um stigvíst at steðga nýtsluni av fossilum brennievnum, so er neyðugt at finna eina neyðsemju, ið røkkur so langt til ber. Hann leggur tó dent á, at tað verður ikki gjørd nøkur neyðsemja um tað vísindin sigur okkum. -Vit mugu fáa lond at standa fyri sínum størstu ambitiónum og samtíðis vísa fleksibiliet. Høvuðsmálið er at minka um útlátið, og her mugu øll lond bæði geva og taka segði Guterres í morgun.
Stjórin í IEA, altjóða orkustovninum Fatih Birol ávarar um, at sjálvt um lyftini og tilsøgnirnar, sum higartil eru givin á COP28, verða hildin, so verður kortini ikki gjørligt at røkka altjóða klimamálinum um í mesta lagi -1,5 stigum í hitavøkstri. Lond mugu taka heilt víðgongd stig til tess at minka um útlátið skulu klimamálini røkkast.
IEA ger, eftir at hava greinað lyfti og tilsøgnir á COP28 um broytingar higartil, greitt, at hóast tað eru gjørd jalig framstig á ráðstevnuni, so er tað ikki nær námind nóg mikið til at røkka klimamálunum: “the commitments will “not be nearly enough to move the world onto a path to reaching international climate targets, in particular the goal of limiting global warming to 1.5 °C” sigur IEA í viðmerkingunum til úrslitið av ráðstevnuni higartil.
Størstu framstigini higartil á ráðstevnuni er annars semjan um at stovna ein grunn, har tey ríkaru londini skulu játta pengar til fátøkk lond, sum longu eru rakt av veðurlagsbroytingum. Hesin peningur skal brúkast til at byggja uppaftur londini eftir herviligar náttúruvanlukkur, sum eru komnar í kjalarvørrinum á veðurlagsbroytingum. Og til at gera tað lættari hjá londunum at vera partur av grøna orkuskiftinum.
Enn eitt framstig er semjan um heilt at steðga útlátinum av metan innan 2030 eins og at trífalda framleiðsluna av varandi orku eins og gera orkuframleiðsluna sum heild meira effektiva.
Keldur: NRK, Energy Voice, DR, CNN
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald