Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, var fyrstur at taka ímóti Thor Magna, tá hann kom av Afrikaleiðunum á Havnina mánamorgun. Mynd Jan Müller
Tíðliga í mánamorgun kom eitt av stásiligu frálandsskipunum hjá føroyska reiðarínum Thor á Havnina. Thor Magni kemur av leiðunum út fyri afrikanska landinum Angola og er ávegis til Kanada. Tað var tí lagamanni at leggja inn í Føroyum fyri at skifta manning og taka útgerð av ymsum slag. Við Thor Magni eru 10 mans, harav 4 føroyingar.
Skiparin, Fríði Danberg, setir fótin aftur á heimliga jørð. Hann fer í land henda túrin. (Mynd: Jan Müller)
Tað eru nú fimm ár síðani, at Thor Magni sum tað fyrsta av fýra nýmótans veitingarskipum til seismikskipa-vinnuna fór av bakkastokki og varð doypt í Turkalandi. Skipið hevur líka síðani saman við sínum trimum systurskipum verið til arbeiðis á flestu av heimsins høvum.
Hóast brotasjógvarnir hava verið nógvir innan altjóða oljuvinnuna hesi seinastu árini, hava vælaskipini hjá Thor hóðrað væl og virðiliga undan og eru í dag at meta sum skip í luksusklassa. Tað borgar eisini avtalan, sum Thor so hegnisliga hevur gjørt við eitt av fremstu seismikskipa-reiðarínum í heiminum, PGS, fyri. Einki minni enn eitt dømi um 1.floks handilsskap. Avtalan, sum fevnir um øll fýra skipini, er fyri eitt 10 ára skeið og gongur hon út um fimm ár.
Eisini 1. stýrimaður, Janus Berthelsen, fer í land henda túrin (Mynd Jan Müller)
Merkja avleiðingarnar
Oljan.fo hevur spurt stjóran á Thor, Hans Andrias Kelduberg, hvussu hevur hilnast hjá teimum fýra skipunum og annars hjá Thor flotanum sum heild. Hann sigur:
”Vit á THOR merkja eisini avleiðingarnar av, at heimsbúskapurin er í stórari afturgongd, og eftirspurningurin eftir olju á heimsbasis er lækkaður 30% síðstu mánaðarnar, nú Corona pandumiin herjar um allan heim.
Skipini hjá okkum arbeiða vanliga kring øll heimshøv. Um veturin vanliga sunnanfyri ekvador og um summarið koma tey oftani her í Norðuratlantshavið.
Vit hava verið í frálandsvinnuni í 22 ár og hava upplivað fleiri kreppur í oljuvinnuni. Tó so, vísir tað seg, at heimurin hevur brúk fyri olju, og eisini í teimum tíðum, tá partar av heimsbúskapunum ikki hava tað gott. So tað hevur víst seg, at oljuvinnan hevur haft lætt við at laga seg til umstøðunar. Og eg tori nokk at siga, at vit hava ikki upplivað, at heimsbúskapurin hevur verið so hart raktur áður sum nú, tá eftirspurningurin er minkaður so nógv uppá so stutta tíð.”
Hans Andreas Kelduberg vísir á, at tað hevur verið ein javnur vøkstur uppá 3% seinastu árini í eftirspurningi eftir olju. Sjálvur heldur hann, at eftirspurningurin fer at vaksa skjótt aftur, frá tí minking vit hava í dag, men hvussu nógv og hvussu skjótt heldur hann er ringt at spáa um.
Mest sum altíð á staðnum. Skiparin Fríði Danberg leggur teimum lag á (Mynd: Jan Müller)
Á veg norðureftir
Fleiri av skipunum hjá Thor eru ávegis norðureftir.
Thor Magni kom á Havnina í morgun ávegis til Kanada.
Thor Freyja arbeiðir í Suðurafrika, skal í Norðsjógvin til eitt stutt arbeiði, síðan skal hon til Canada.
Thor Alpha er ávegis í Norðsjógvin, har teir skulu arbeiða í summar og koma nokk eisini til Føroya at taka útgerð og gera manningarskifti.
Thor Assister verður uttan arbeiði einaferð í mai og skal leggjast við bryggju, fyribils í Esbjerg. Har er munandi bíligari at liggja enn í Føroyum skilst.
Thor Modi, sum hevur arbeitt í Papa New Gunea, skal arbeiða í Ísrael.
Thor Omega, sum arbeiðir í Brazil til endan av mai, skal til eitt nýtt arbeiði í Egyptalandi.
Thor Frigg arbeiðir í Angola.
Selt gomlu skipini
Hans Andrias Kelduberg vísir á, at teir hava selt øll tey gomlu frálandsskipini og hava nú bert nýggj og góð frálandsskip í flotanum.
”Vit hava dugnalig starvsfólk í reiðarínum, og harafturat er gjørt sera nógv fyri, at skipini skulu vera økonomisk at drifta, so vónandi verður framhaldandi brúk fyri okkara skipum, hóast stóru búskaparkreppuna. Vit vóna tað besta, men eg má ásanna, at hetta er ein sera serlig tíð heimurin er í í løtuni.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald