Hetta upplýsir NSTA, The North Sea Transition Authority, sum er bretski myndugleikin, ið hevur ábyrgdina av oljuleiting og oljuframleiðslu á bretska landgrunninum.
Tíðindini koma væl við hjá stóru bretsku orkuvinnuni her ikki minst veitaravinnuni í Skotlandi, sum sær møguleikar fyri bæði at varðveita og menna arbeiðspláss eins og inntøkur til samfelagið.
Loyvini eru bæði vestan fyri Hetland, í norðara parti av Norðsjónum og í miðnorðsjónum.
Nú fleiri teirra eru á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar, vísir tað eisini, at áhugin fyri at leita og framleiða eystan fyri Føroyar er støðugt vaksandi. Vit síggja eisini, at talan her er um fleiri av teimum stóru altjóða orkufeløgunum, sum hava fingið nýggj leitiloyvi í hesum økinum teirra millum Equinor, TotalEnergies og Shell.
Tað var í 2022, at bretskir myndugleikar lótu upp fyri nýggjastu útbjóðingini, ta 33. í røðini. 76 feløg lótu inn 115 umsóknir til 931 teigar. Í fjør vórðu so latin 27 loyvi og nú 24, íalt 51 loyvi. Í vár verða so seinastu loyvini frá hesi útbjóðingini latin upplýsir NSTA.
Loyvini, sum nú eru latin, byggja á ta vón og ætlan, at hesi kunnu setast í verk sum skjótast, og har fund verða gjørd, skulu hesi kunna fara undir framleiðslu skjótast til ber tvs. eftir fáum árum.
Og áhugavert er at bíta merki í, at hesi loyvi eru m.a. eystan fyri føroyska markið, beint eystan fyri stóru olju- og gasskeldurnar Cambo og Rosebank. Tað gevur so aftur vónir um, at føroysk veitaravinna kann sleppa upp í part tann dag nýtt virksemi fer í gongd. Dømi um slíkt er longu stóra útbyggingin av Rosebank kelduni.
NSTA, sum stendur fyri loyvisgevingini, sigur í eini viðmerking, at nýggjastu loyvini hava alstóran týdning og eru eitt týðandi íkast til orkuframleiðsluna í Bretlandi eins og fyri bretska búskapin.
Bretski ráðharrin fyri orkutrygd og Net Zero, Graham Stuart sigur í eini viðmerking til nýggjastu loyvini, at Bretland fer framhaldandi at hava tørv á olju og gassi í fleiri áratíggju aftrat, so tað er skilagott at gera brúk av eins egna tilfeingi, har m.a. gass framleitt á bretska landgrunninum er fýra ferðir reinari enn tað, sum verður innflutt.
-Hesi nýggju loyvini fara at styrkja um orkutrygdina nú og í framtíðini, umframt at tey eisini fara at gagna búskapinum og stuðla teimum nærum 200.000 arbeiðsplássunum í vinnuni, sum standa fyri einum virði uppá 16 mia. pund hvørt ár.
Hann sigur víðari, at greiningar hjá NSTA vísa, at meðaltíðin frá, at leitiloyvi eru latin til fyrstu framleiðsluna nú er umleið 5 ár, tvs. at loyvi, sum nú verða latin, kunnu hava við sær framleiðslu, áðrenn endan av hesum tíggjuáraskeiðinum.
Eisini umboð fyri orkuvinnuna eru fegin um nýggjastu loyvini. Stjórin í Offshore Energies UK (OEUK), David Whitehouse sigur, at nýggj leiting fer at stuðla upp undir eitt veruligt orkuskifti ella “orderly transition”, sum hann málber seg:
-Vit skulu til at gera eitt val í hesum valárinum: Vit kunnu fremja orkuskiftið gjøgnum okkara egnu fólk, okkara offshore fyritøkur og eina veitaravinnu í heimsflokki, ella vit kunnu innflyta enn meira av orku. Her hevur tað eisini alstóran týdning at menna nýggja vindorku, vetni og fangan og goymslu av CO2 útláti. Politiskar avgerðir í dag fara at hava avleiðingar fyri ættarlið, sum koma.
Og hann heldur fram: -Okkara orkutrygd, búskaparligi vøksturin og hundraðtúsundtals arbeiðspláss í nærum hvørjum herðashorni av Bretlandi eru hótt. Vit øll góðtaka, at okkara orkusamanseting “energy mix” má broytast, og okkara vinna hevur tikið á seg at menna varandi orku og skunda undir at røkka netto null útláti. Men hetta fer at taka tíð. Um somu tíð minka goymslurnar í undirgrundini heilt náttúrliga. Vit hava 280 framleiðandi leiðir men í 2030 verða tær 180 færri. Tí hava vit tørv á meiri leiting til tess at kunna fremja orkuskiftið rætt og skilagott og sum stuðlar upp undir bæði arbeiðspláss og samfeløg kring alt landið og sum eisini kann nøkta okkara orkutørv.
Hóast hetta verður funnist av nýggju loyvunum frá bæði veðurlagsbólkum og fyrsta ráðharranum í Skotlandi. Humza Yousaf segði í januar, at "Westminster” tvs. stjórnin í London hevði ikki lurtað eftir ynskinum at seta hægri krøv til nýggja boring. -At stjórnin framhaldandi ætlar at lata 100 nýggj leitiloyvi frá 33. útbjóðing sigur okkum, at hon tekur ikki veðurlagskreppuna í álvara.
Hóast hesi úttalilsi sigur orkuráðharrin í Skotlandi, Neil Gray, at skotska stjórnin staðfestir, hvussu stóran týdning olja og gass úr Norðsjónum hevur fyri orkuskipanina í landinum. Kortini eru hesi eitt tilfeingi, sum minkar og eigur at verða troytt í tráð við veðurlagsstøðuna. Hann er tó ósamdur við politikkin hjá stjórnini í London, sum ikki tekur nóg stórt atlit til verðurlagsbroytingarnar. Her er tað fyrst og fremst ónøgd við reglugerðina fyri lata nýggj loyvi. Skotskir politikarar vilja hava myndugleikarnar at herða loyvistreytirnar, soleiðis at tær eru meira í tráð við veðurlagspolitikkin.
Umboð fyri Greenpeace sigur, at bretska stjórnin vil framvegis ikki lurta eftir ávaringum um avleiðingarnar av meiri framleiðslu av olju og gassi. -Stjórnin veit væl, at tað er fossila vinnan, sum skundar undir veðurlagskreppuna, men ístaðin fyri at fara eftir olju- og gassfeløgum so sum Shell, geva teir grønt ljós til nýggja boring í Norðsjónum.
Umboð fyri aðrar umhvørvisfelagsskapir finnast eisini at stjórnini fyri ikki at taka ávaringarnar frá vísindafólki um veðurlagsbroytingarnar í álvara. Hesi siga eisini, at nýggj leiting fer als ongan mun at gera til tess at varðveita orkutrygdina ella nøkta orkutørvin. Tað kunnu bara íøgur í varandi orku vera við til at fremja.
Kelda Energy Voice.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald