Tey komu úr øllum herðashornum i landinum og umboðaðu eitt stórt fjølbroytni av føroyskum veitarafyritøkum. Forvitnisligt var at síggja umboð fyri eitt nú havnir og skipasmiðjur í Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Vági leggja sær leiðina til høvuðsstaðin at hoyra, hvat leiðandi fólk í norska orkufelagnum Equinor høvdu at fortelja um stóru útbyggingina av Rosebank olju- og gasskelduni skamt frá føroyska markinum.
Útbyggingin varð góðkend av bretskum myndugleikum í fjør og er longu farið undir at gera klárt til framleiðslu um 2-3 ár. Henda orkuleiðin verður tá ein av teimum størstu á bretska landgrunninum og fer at framleiða í 25 ár eftir tað. Keldan goymir 300 mió. tunnur av olju og gassi.
Bæði í Skotlandi, Hetlandi og Noregi eru veitarafyritøkur longu farnar undir at fyrireika útbyggingina. Og nú teinurin frá Rosebank til Føroya er væl stytri enn til eitt nú Aberdeen, letur tann sannroynd so eisini upp fyri møguligum føroyskum tænastum so sum bunkring, manningarskifti, proviantering, umvæling osfr., tænastur, sum føroyskar fyritøkur longu hava víst, at tær kunnu veita í kapping við líknandi fyritøkur í okkara grannalondum.
Teir níggju brunnarnir, sum vórðu boraðir á føroyska landgrunninum frá 2000 til 2014, settu nógvar ringar í sjógvin við avleiddum virksemi í Føroyum. Tær royndirnar og tann vitanin, sum fekst burtur úr leitingini tá, kunnu gerast eitt gott grundarlag hjá føroyskari veitingarvinnu komandi árini at bjóða sínar vørur og tænastur fram til nýtt virksemi eystan fyri Føroyar/vestan fyri Hetland.
Á kunningartiltakinum á Hilton, sum Sjóvinnufelagið og FOÍB skipaðu fyri, greiddi ovasti stjórin hjá Equinor í Bretlandi, Arne Gürtner, frá virkseminum hjá Equinor sum heild bæði innan olju og gass og innan varandi orkukeldur so sum vindorku.
Eftir hann kunnaði føroyingurin, Jákup Øregaard, sum hevur arbeitt hjá Equinor í ein mansaldur sum leiðari fyri boringum serliga uttan fyri Norra, frá Rosebank verkætlanini og varð spildurnýggjur filmur um Rosebank verkætlanina vístur í stóra og rúmliga fundarhølinum á Hilton.
Seinast hevði Richard Mortensen frá Mest eina framløgu um Føroyar sum tilffeingisdepil í Norðuratlantshavi og um føroyskar veitarafyritøkur. Eisini var høvi hjá Louis Wilson, umboðsmanni hjá FOÍB í Bretlandi, at greiða frá um FOÍB og hvussu henda forkunnuga vitjan kom í lag.
Eftir kunningartiltakið varð vitjað hjá fleiri føroyskum vinnufyritøkum teirra millum Føroya Tele, Mest, Skansi Offshore, Atlantic Airways, PM heilsøla, ASB og Runavíkar havn.
Eisini varð leiðin løgd til Jarðfeingi, har kunnað varð um stóra kanningararbeiðið hjá stovninum at kunna bjóða fram serstøk áhugaverd øki nær markið til leiting.
Áðrenn gestirnir frá Equinor fóru avstaðaftur gekk leiðin niðan á Húsareyn at vitja SEV og tær tríggjar vindmylnulundirnar har.
Har vóru so eisini umboð fyri EFFO, Magn og Umhvørvisstovuna tilsteðar. Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV hevði eina framløgu um grønu orkukósina í Føroyum.
Somuleiðis kunnaði Heini Ellingsgaard frá EFFO um nýggju vindorkuætlanina Eysturlund. Eftir tað greiddi Arne Gürtner, stjóri hjá Equinor í Bretlandi frá um grøna orkuvirksemið hjá felagnum serstakliga í bretskum øki.
Vitjanin hjá Føroya Tele kann sigast at hava verið tann mest ítøkiliga, tí avtala er longu gjørd millum Equinor og Føroya Tele um veiting av fjarskiftistænastum umvegis Shefa kaðalin, ið gongur millum Føroyar og Hetland. Føroya Tele letur longu nú slíkar tænastur til orkufeløg á Atlantsmótinum og í Norðsjónum, har kundarnir m.a. eru BP og TotalEnergies.
Equinor umboðini kendu seg at vera sera vælkomin í Føroyum og fegnaðust um stóra áhugan frá føroyskari síðu fyri ikki minst Rosebank verkætlanini eystan fyri Føroyar.
Endamálið við vitjanini var fyrst og fremst at geva Equinorfólkunum eina fatan av Føroyum, undirstøðukervinum eins og vinnulívinum her. Hetta var fyrsta vitjan teirra í Føroyum, og við hesi vitjan ber til at siga, at fyrstu stigini eru tikin til eitt møguligt framtíðar samstarv millum norska orkufelagið og føroyskar veitarar og myndugleikar av ymsum slag - og hvør veit endurtaka samstarvið, ið varð millum táverandi Statoil og Føroyar.
Norski Equinorstjórin í Bretlandi er ikki sørt rørdur og bilsin av føroysku hondbóltsmonnunum, sum spældu javnt móti Norra. Sjálvur hevur hann alstóran áhuga fyri hondbólti. Tíðin fer at vísa, hvør áhugin verður fyri Føroyum í framtíðini, nú Equinor aftur er á gáttini til føroyska landgrunnin í ferð við at útbyggja eina ta størstu olju- og gasskelduna í Bretlandi. Livst so spyrst.
Myndir: Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald