Uttanlands

Streymsjókaðal skjótt klárur millum Hetland og Skotland

Við hesi verkætlanini ber til hjá komandi vindmylnulundum á landi og til havs í Hetlandi at útflyta streym inn á bretska meginlandið eins og tryggja framtíðar streymveiting í Hetlandi frá meginlandinum

Streymsjókaðalin úr Hetlandi til Skotlands verður 260 kilometrar og skal tryggja framleiðsluna av m.a. vindorku í Hetlandi

Streymsjókaðalin úr Hetlandi til Skotlands verður 260 kilometrar og skal tryggja framleiðsluna av m.a. vindorku í Hetlandi

2022-05-05 10:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Arbeiðið at leggja ein sjókaðal til at flyta streym millum Hetland og Skotland er nú komið so væl áleiðis, at hann kann verða tikin í nýtslu í 2024. Kaðalin, sum hevur verið á skránni leingi, fer at vera eitt týðandi  grundarlag fyri teimum mongu útbyggingum av grønari orku í oyggjunum frá eitt nú vindmyllum.

[object Object]

Í Hetlandi leggja tey stóra orku í at menna orkuskipanina við vindmylnulundum bæði á landi og til havs. Longu nú er arbeiðið at seta upp 102 vindmyllur á landi komið væl áleiðis. Tað er felagið Viking Energy, sum byggir vindmylnulundina fyri 5-6 mia. kr.  Tað hevur tí stóran týdning fyri bæði hesa verkætlanina og aðrar, sum fara at koma í og rundan um Hetland, at ein elkaðal á havbotninum millum Hetland og Skotland er klárur til at taka ímóti streyminum at senda víðari til meginlandið og fyri tað eisini inn á evropeiska meginlandið, sum komandi árini fer at hava tørv á nógvum streymi. 

[object Object]

[object Object]

Hetlendingar gera stórar íløgur í vindmylnulundir bæði á landi og á sjógvi

Kostnaðurin fyri útbyggingina  er góðar 7 mia. kr. og er tað Scottish and Southern Electricity Networks (SSEN), sum stendur fyri verkætlanini og fer hann at skapa møguleikar hjá eitt nú vindorkuframleiðarum í Hetlandi at útflyta grønu orkuna til restina av Bretlandi. Sjókaðalin er uppá 600MW og við nýggjastu tøknini ber til at flyta stórar nøgdir av streymi yvir eina langan tein. Hetland gongur við hesi verkætlan á odda í heiminum við heilt nýggjari tøkni, sum higartil einans er brúkt í Kina.

[object Object]

Kaðalin gongur teir 260 kilometrarnar frá  Kergord í Hetlandi til  Noss Head á skotska meginlandinum, nærhendis Wick í  Caithness, Í sama kaðalsambandi er eisini ein optiskur samskiftiskaðal til at stýra streyminum. 10 kilometrar av kaðalinum eru á landi. 

[object Object]

10 kilometrar av kaðalinum eru á landi.

Umframt at skapa møguleikar fyri útflutningi av streymi frá varandi orkukeldum í Hetlandi skal nýggi kaðalin eisini tryggja framtíðar streymveiting til Hetlands úr Bretlandi.

[object Object]

Spurningurin um streymsjókaðal millum lond í Norðuratlantshavi hevur verið frammi við jøvnum millumbili men enn er einki ítøkiligt komið burtur úr. Tosað hevur m.a. verið um at leggja sjókaðal úr Ísland til Skotlands og fara inn í Føroyum á leiðini. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder