Í flest øllum grannalondum okkara kring Norðsjógvin verður nú av álvara varpað ljós á eina orkuframtíð til havs. Havvindmylnulundir eru á breddanum alla staðni og hava lond og fyritøkur sett út í kortið risastórar verkætlanir við havvindmyllum, sum skulu økja um grønu orkuna og harvið stuðla uppundir grøna orkuskiftið.
Eitt av hesum londum er Bretland, sum gongur á odda innan havvindorku. ì norðasta partinum av landinum, í Skotlandi og eisini í oyggjunum fyri norðan, eitt nú Hetlandi, fyllur havvindorkan sera nógv í orkukjakinum, hóast tað í løtuni er vindorkan á landi, sum hevur hægstu raðfesting. Ikki færri enn 103 vindmyllur verða nú settar upp á landi.
Myndugleikarnir í flestu av Norðsjóvarlondunum hava sett út í kortið útbjóðingar av økjum til havvindorku eina fyri og aðra eftir og vísir tað seg, at íløgufeløg, teirra millum olju- og gassfeløg, vísa stóran áhuga fyri at gera íløgur í havvindorkuframtíðina.
Eitt av feløgunum, sum gongur á odda innan varandi orku í Bretlandi er Cerulean Winds, sum hevur ætlanir um - saman við tess partnara Frontier Power International at fara undir eina risastóra verkætlan, nevnd "North Sea Renewables Grid", NSRG, sum er ein grøn net-orkuskipan til havs, ið verður rikin við orku frá flótandi vindmyllum, og har olju- og gasspallar kunnu binda í til tess at troyta reina orku.
Talan er um eitt konsortium, samtak av feløgum, sum øll virka innan orkuvinnuna. Hesi hava sett sær fyri at menna størsta undirstøðukervið til havs í Bretlandi, sum hevur til endamál at minka um útlátið hjá verandi orkuframleiðandi vinnuni. Kostnaðurin er 20 mia. pund. Feløgini, sum longu hava keypt sær rættin til stór øki, ið skulu hýsa havvindmyllum, skulu framleiða stórar nøgdir av streymi frá havvindmyllum frá 2028.
Talan er um øki í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Stórar vindmylnulundir verða knýttar saman við eitt nú eini sonevndari "High Voltage Direct Current (HDVC) network” skipan. Henda skipanin skal kunna flyta grøna orku frá vindríku økjunum í Norðsjónum til Bretlands og Evropa.
The North Sea Renewables Grid (NSRG) fer at minka um CO2 útlátið frá olju- og gassframleiðslu og verður mett at skapa 10.000 arbeiðspláss. Tá henda skipan verður tikin í brúk um 5-6 ár fer hon at minka munandi um útlátið frá olju- og gass pallum og harvið vera við til at røkka net null útlátsmálinum í 2050.
Nýggja varandi orkuverkætlanin við einum grønum neti fer at geva nógv arbeiði til veitingarvinnuna á landi eins og til havnir serstakliga í Skotlandi.
Dan Jackson, stjóri í Cerulian sigur, at olju- og gassvinnan stríðast við at røkka málunum fyri null útláti um somu tíð sum tey royna at stuðla uppundir orkuveitingartrygdina í Bretlandi. Hann heldur, at til tess at kunna liva upp til útlátsmálini til ásettu tíð, er neyðugt at skipa fyri einum alternativum grønum neti, sum oljufeløgini kunnu brúka.
-Elektrifisering av olju- og gassframleiðsluni stuðlar uppundir orkutrygdina umframt at skapa arbeiði til veitingarvinnuna. Vit ynskja at skapa møguleikar hjá verandi orkuvinnu at binda í eitt framtíðar grønt orkunet til tess at minka um útlátið og harvið gerast nýggja undirstøðukervið fyri komandi menningina í Norðsjónum.
Nýggja verkætlanin fer av bakkastokki í 2028, tá streymurin frá trimum stórum havvindmylnulundum við hundraðtals myllum, fer út á marknaðin í suðurbretlandi og Evropa.
Kelda: Energy Voice. Offshore Energy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald