Stríð hevur tikið seg upp rundan um útbygging av eini stórari olju- og gasskeldu skamt frá føroyska markinum. Talan er um Rosebank kelduna, sum norska Equinor stendur fyri og ynskir at útbyggja til framleiðslu.
Felagið hevur bíðað eftir endaliga loyvinum frá bretskum myndugleikum í eina tíð. Hóast mótstøðan frá umhvørvisfelagsskapum og politikarum móti útbyggingini fær undirtøku bæði í Skotlandi og Onglandi, so er greitt, at grønt ljós uttan iva verður latið í næstum. Equinor, sum er fyristøðufelag, sigur, at tað hevur latið allar teir upplýsingar um útbyggingina, sum myndugleikarnir hava kravt og bíðar tí eftir endaliga loyvinum.
Nú um dagarnar ljóðaði í bretskum miðlum, at ein almennur eftirlitsmyndugleiki hevur gjørt av at útseta loyvisgevingina til tess at kunna kanna umstøður viðvíkjandi útlátinum. Eisini nógvi hitin kring jørðina seinastu tíðina, sum nógv bendir á stavar frá veðurlagsbroytingum, sigst vera orsøk til, at ivi aftur verður sáddur um Rosebank verkætlanina.
Equinor sigur, at tað heldur fram við fyrireikingunum av verkætlanini, hóast mótstøðuna.
Tey, sum eru fyri útbyggingini, siga, at hon fer at gera Bretland minni tengt at innfluttari orku og harvið vera við til at stuðla uppundir orkutrygdina.
Tað er tó greitt, at mótstøða er í Skotlandi ímóti útbyggingini, her serliga frá teimum grønu, sum eru partur av stjórnini. Hinvegin hevur nýggja leiðslan í SNP gjørt greitt, at hon ynskir at stuðla undir orkuveitingartrygdina og ætlar sær ikki at ganga ímóti útbygging av eitt nú Rosebank.
Bretska stjórnin undir leiðslu av teimum konservativu heldur tað vera rætt at útbyggja olju- og gassleiðir i Norðsjónum fyri at sleppa undan at vera bundin at innfluttari orku. Rosebank er ein partur av hesum og eisini enn ein stór kelda vestan fyri Hetland, Cambo. Hesar báðar eru nógv frammi í kjakinum um, hvørt Bretland skal halda fram við at menna og útbyggja olju- og gassleiðir.
Stóri spurningurin í løtuni er, hvussu orkufeløgini kunnu útbyggja keldurnar og samtíðis minka um útlátið. Her arbeiða tey við at elektrifisera framleiðsluna. Tvs. at brúka streym frá varandi orkukeldum so sum vindorku til at standa fyri framleiðsluni.
Stóri andsstøðuflokkurin Labour hevur sagt seg vilja raðfesta grøna orkuskiftið kemur hann til valdið eftir komandi val men hevur kortini lat dent á, at hann fer ikki at ganga ímóti útbyggingum av olju- og gassleiðum, sum hava fingið loyvi longu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald