Náttúran er hornasteinurin undir okkara grundleggjandi lívstreytum og trivnaði. Men skal margfeldið í føroysku náttúruni verjast, er neyðugt at menna og samskipa vitan um føroysku náttúruna. Vit hava í Føroyum eina røð av vitanarstovnum við serfrøði og vísindaliga vitan um stovnsstøðuna hjá sløgum, útbreiðsluna og tann vistfrøðiliga standin hjá náttúrusløgum. Men vit hava tørv á, at tøka vitanin verður samskipað og gjørd atkomilig fyri myndugleikum, fyritøkum og borgarum í síni heild sigur Umhvørvismálaráðið nú fíggjarlóg er løgd fyri tingið.
Ætlanin er at menna ein sonevndan metadátugrunn, sum bæði skal vísa, hvørjar dátur eru tøkar, og útvega viðkomandi upplýsingar um dáturnar. Samstundis verður farið undir at skipa eitt tjóðdátusavn til at goyma og tryggja dátur, sum eru innsavnaðar við almennari fígging ella við loyvi frá almennum myndugleika. Í fíggjarlógini fyri 2023 verður hetta arbeiði raðfest við 400 tús. kr.
Sum liður í veðurlagspolitikkinum verður fokus eisini sett á at skráseta og endurbøta vátlendi í Føroyum. Vátlendi eru kolevnisgoymslur, og tá vátlendi verða drenað, verða ovurstórar nøgdir av CO2 latnar í atmosferuna. Tí er neyðugt at eyðmerkja og verja hesar kolevnisgoymslurnar í tøttum samstarvi við aðrar almennar myndugleikar.
Gjørt verður eitt yvirlit yvir vátlendi, ein sokallað vátlendisskrá (wetland-inventory), sum Føroyar eisini hava bundið seg til at gera eftir Ramsar-sáttmálanum. At verja og endurbøta vátlendi og haga er átak 25 í orku- og veðurlagspolitikkinum. Í fíggjarlógini fyri 2023 verður hetta arbeiði raðfest við 400 tús. kr.
Kelda: Umhvørvismálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald